Stórt trýst á læknavaktina og corona-linjuna

- Læknavaktin er ætlað fólki, sum eru sjúk ella halda seg hava sjúkutekin, siga tey í Heilsumálaráðnum.

 

 

- Trýstið á bæði læknavaktina 1870 og á corona-linjuna hevur verið sera stórt seinastu dagarnar. Hetta hevur havt við sær, at tað hevur verið trupult hjá fólki við bráðfeingis sjúkum at fáa samband við lækna.

Tað siga í Heilsumálaráðnum.

- Fólk hava vent sær til læknavaktina 1870 og corona linjuna við spurningum um corona-smittuna og um, hvussu tey skulu bera seg at í hesum sambandi.

Í Heilsumálaráðnum siga tey, at avtala tí er gjørd við Heilsutrygd og Kommunulæknafelagið um, at læknavaktin 1870 verður mannað upp, soleiðis at ringjast kann til 1870 alt samdøgrið allar dagar í viku.

Lagt verður aftrat, at læknavaktin er ætlað fólki, sum eru sjúk ella halda seg hava sjúkutekin.

- Um fólk hava aðrar spurningar um corona-smittuna, eru tey vælkomin at senda ein teldupost til corona@hmr.fo. Eisini er møguligt at fáa svar upp á ofta settar spurningar á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo