Eitt stórt afturstig fyri hundaítrótt

Landsstýrismaðurin vil hava strangari reglur fyri ferðing við hundi

Í løtuni er ein kunngerð frá umhvørvis- og vinnumálaráðnum til hoyringar, ið skal áseta nýggjar reglur fyri innflyting av og ferðing við hundi og kettu. Kunngerðin fer at herða reglurnar fyri, hvørji hundasløg kunnu innflytast til Føroya, og frameftir fer tað ikki at bera til at taka hundin við sær til Danmarkar - hvørki til at ferðast ella í sambandi við heilsukanningar ella hundaítrótt. Hetta fer at steðga allari hundamenning í Føroyum, halda Rúni Sundberg Patursson og Maria Bonde Vinther frá Føroya Hundaførarafelag og Hundaeigarafelag Føroya.

Tey bæði hundafeløgini høvdu sóknast eftir nýggjari kunngerð, tí núverandi reglur og eftirlit eru ikki nøktandi. 

Men kunngerðin, ið er send til hoyringar, ger ikki strangari reglur - hon er einfalt eitt forboð, metir Maria Bonde Vinther.

Nýggja kunngerðin fer at hava við sær, at hundaeigarar kunnu ikki fara til Danmarkar við hundinum í heilsuørindum, umframt at hundar kunnu ikki fara til Danmarkar at venja ella kappast.

Les alla samrøðuna við Rúna Sundberg Patursson og Mariu Bonde Vinther í Vikuskiftissosialinum.