Tað er Norrøna, ið hevur tikið atløguplássið í krókinum, har Smyril vanliga leggur at, um umstøðurnar eru, sum tær eru í dag. Ymsar umvælingar verða gjørdar, og tí ber ikki til at flyta Norrønu.
– Hann er útsynningur vestan og upp í vestan, og vindurin veksur út á dagin. Tá ið umstøðurnar eru soleiðis, kunnu vit vanliga leggja Smyril, har Norrøna nú liggur. Vit hava spurt, um tað ikki ber til at flyta Norrønu, men tað ber ikki til, hava vit fingið at vita, tí at onkrar umvælingar verða gjørdar, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Smyril fór suður til Tvøroyrar klokkan 11 og siglir so ikki meira í dag.
– Tað eru ikki so nógv ferðafólk við í hesum døgum. 22 fóru norður í morgun. Men farmurin hevur verið nøkulunda tann sami, sum hann er vanur at vera. Tí er tað sera óheppið, at vit ikki fáa siglt sum vanligt, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Hann væntar ikki, at veðrið fer at broyta ferðaætlanina í morgin.