FIFA loyvir fimm útskiftingum – FSF er ikki við

Tað er nú loyvi at gera fimm útskiftingar, men fyribils ikki í Føroyum

IFAB, sum umsitur fótbóltslógina, hevur í dag boðað frá at tað nú er møguligt at gera fimm útskiftingar, eftir at FIFA kom við uppskotinum, nú fleiri deildir leggja upp til at spæla nógvar dystir upp á stutta tíð.

Les eisini: FIFA leggur út til fleiri útskiftingar

Føroysku dómararnir hava í dag havt fund og fyribils niðurstøðan er, at reglugerðin verður ikki tikin í brúk til fyrsta umfar í Betri deildini. Í mun til aðrar altjóða kappingar, so er skráin í landskappingini ikki tættari enn vanligt, men heldur útsett.

Ein avbjóðing, sum eisini kann raka í Føroyum er, at nú verður spælt á hásumri. Tá kann eisini verða brúk fyri vatn-steðgi og spælarar eru meiri útsettir. Hvørt liðið hevur tó bara tríggjar steðgir at fremja útskiftingarnar, umframt í hálvleikinum.

Tað er upp til Fótbóltssambondini um tey velja at brúka reglubroytingina. Millum deildirnar, sum fara at brúka nýggju regluna er spanska La Liga.