at Petur Arni ikki skuldi blíva gamal, hann, sum altíð var so fullur av lívi. At missa teg góði Petur Arni, er so ómetaliga svárt, og lívið verður ongantíð tað sama aftur. Men minnini um teg kann eingin [...] tey eru bæði nógv og góð. Petur Arni kann ikki samanberast við nakran. Tað sum var so serstakt við Petur Arna, var at hann altíð var í góðum hýri og av tí sama, vóru øll so sera góð við hann. Nógvar góðar [...] ssinum og í frítíðini. Har ið okkurt stuttligt fór fram, var Petur Arni, altíð mitt í rokanum. Eisini kann sigast um Petur Arna at hann var altíð nemmur at tosa við bæði til stuttleika og í álvara. Petur
frætt, er sonevndi skemtiteigurin sum í gomlum døgum. Har verður tað sagt, ið ongin vil leggja navn til. Tað ger nú heldur onki, um talan er um skemt við viti og broddi. Tíverri hava vit frætt, at gamla sjúkan [...] , heldur fram. Væntandi var tað tí eisini, at skaðafrøi um óhapp hjá øðrum fór at halda fram sum í gomlum døgum. Ikki minst nú ein tjóðveldistingmaður var fyri óhappi, sum tíbetur - vegna framúr góðan [...] hesin, sum nú verður logið uppá, hevur einaferð áður staðið við lívinum hjá sær og manning í stórum vanda. Tað var tá hann gjørdi tað bragd at bjarga manning, skipi og farmi undir ómøguligum umstøðum í ísinum
a sjúkrahúsinum í Gøteborg í februar mánaði í fjør. Navnið á tónleikaranum og komponistinum Afzelius fer at liva víðari í teimum sangunum, hann gjørdi, og sum komu so víða - serliga í norðurlondum. Afzelius [...] var tríggjar ferðir í Føroyum og spældi. Hvørja ferð var tað í Norðurlandahúsinum í Havn, at hann trein á pallin, og tvær ferðir var tað á Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivali. Í 1993 spældu hann og [...] ringur at koma í samband við, bar tað til. Fólk, sum vóru á konsertini í 1993, greiða frá, at Afzelius var svinnur. Hann hevði ikki hug at ganga millum fólki og práta, og tað tóktist sum um alt samskifti
Tungulíðsfjalli í Norðradali, er einsamallur útihagabóndi her í bygdini. Áseyðatalið er 250. Í 1972 festi hann kongsgarðin í Uppistovu eftir mommu sína, Elinu, sum sat við festinum eftir deyða mansins í 1969. Fyrstur [...] bóndahjúnini og momma og bróðir Hanusar. Eisini í búfólkatali eigur húskið í Uppistovu munin. Einans 10 búføst fólk eru í bygdini, og onki húski er størri enn tað í Uppistovu. Hanus er giftur Selmu, og tey eiga [...] ímóti. - Her er onki í Norðadali. Ongin handil, ongin skúlagongd, ongin ruta, ongin lending, ongi børn. Skúlin hevur ligið tómur í nógv ár og bátadrátturin fór í sor í tiltiknu ódnini í 1972, og er ongantíð
Kunsturin at fáa meiri pening til íløgur í Tórshavnar Kommunu í ár, er at gera nakrar snildisligar flytingar ímillum íløgur og rakstur. Og tað er júst tað, sum býráðið nú hevur gjørt. Higartil hevur kommunan [...] meiri til íløgur í ár, enn tað hevði havt, um alt var sum vanligt. Tó vildi býráðislimir langt í frá kalla hetta lumping og lirking. Men á býráðsfundinum hóskvøldið mátti býráðslimurin Jan Christiansen kortini [...] av kloakkum undir íløgurnar. Men í ár er tað sett undir tann vanliga raksturin. Í ár fer kommunan at brúka fimm milliónir til hesi endamál, men hendan upphæddin verður nú fíggjað yvir sjálvan raksturin
einum máli um, at ansingin í Føroyum er nógv frælsari enn í Noreg. Í summar verður høvuðsuppgávan hjá norsku námsfrøðingunum latin inn, og spennandi verður at lesa, halda tey í Útistovu, ið sjálvandi fáa [...] Helen úr Molde í Noreg, hava valt sær útibarnagarðsumhvørvið sum próvtøkuætlan. Í hesum sambandi hava tey, umframt eygleiðingarnar í føroyska ansingarumhvørvinum, kannað samsvarandi stovn í Noreg. Stórt [...] Stórt spælipláss Børnini í Uppistovu hava ikki plásstrupulleikar. Úti í grøv á Norðoyri halda børnini í Uppistovu til. Stovnurin hevur støði í húsum hjá KFUM-skótunum í Klaksvík, men er deild undir kommunala
fór inn í tær slavnu og myrku kolaminurnar í Hvalba at arbeiða. Tað var í 1949. Og nú, vit skriva 2000, er hann framvegis álitið í kolinum. Sostatt hevur Helgir Thomsen nú verið kolamaður í Hvalba í yvir [...] at ongin kundi vera í iva um, at hann hevði hendan heiðurin fult uppibornan. ?Tað sigst, at maður kemur í mans stað. Og tað kann vera, at vit fáa ein líka góðan mann aftur í koli, sum Helgir hevur verið [...] vit faá betri mann, tað trúgvi eg onki uppá. Hann segði, at hann hevði altíð verið undangongumaður í kolinum. ? Tú hoyrdi hann aldrin ilskast, tá ið tað gekk illa í hond. Komu vit í banka, flenti hann bara
Nielsen, stjóri í Trygd. ? Hetta er eitt autohjálparkonsept á sama hátt, sum vit kenna tað hjá Falck í Danmark. TrygdBilhjálp hevur samstarvsavtalu við Falck, sum umboðar TrygdBilhjálp í Evropa, eins og [...] staðnum, so sum starthjálp ella tað, at lykilin er innilæstur. Eru tað størri uppgávur, so verður bilurin fluttur á verkstað, uttan at kundin skal gjalda fyri tað. Skal bilurin á serligt verkstað - tað verkstaðið [...] TrygdBilhjálp er umboð hjá Falck í Føroyum. Tískil er tænastan ikki bert galdandi í øllum Føroyum, men í øllum Evropa. ? Um vit so eru á Viðareiði ella í Palermo á Cecilia, sum Christian C. Nielsen málber seg
. Hann er vísur í, at verður oljuhavnin fyrst løgd á Sundi, ella í Runavík, verður hon aldrin flutt aftur. Somuleiðis eru hann vísur í, at fáa suðuroyingar ikki oljuhavnina, verður tað neyðugt at spræna [...] spræna milliónir í Suðuroynna í menningarhjálp, akkurát sum tað var neyðugt í Sandoynni fyri nøkrum árum síðani. ? Men verður oljuhavnin løgd í Suðuroynni, er tað hinvegin óekeypis menningarhjálp. Hann vísir [...] oljuhavnin skal vera í Suðuroynni, hóast ein tíð gongur, áðrenn virksemið verður. ? Verður oljuhavnin løgd í Suðuroynni, fer tað at loysa ein stóran, samfelagsligan trupulleika. ? Tí í Suðoynni er alt ov
søluvøra, eitt nú í Íslandi, førir tað til at fiskivinnan miðsavnast á nøkrum fáum hondum og tað fer eisini at henda í Føroyum. ? Tað er eisini ódámligt, at keyp og søla av fiskirættindum verður gjørt til ein [...] spyr, hvussu tað m.a. ber til, at reiðarar ár um ár kunnu fáa fiskirættindi, sum teir ongantíð brúka, men sum teir bara hava til at selja, so teir kunnu stinga pengarnar í lumman? ? Tá mátti tað verið rímiligari [...] koma framat í fiskivinnuni, tí teir fáa ongi fiskirættindi, uttan at teir keypa tað í dýrum dómum frá einum privatum reiðara. So hann heldur, at í løtuni liva vit ikki upp til ásetingina í lógini um, at