Høgni Mohr
Hanus Simonsen hoyggjar til tarvskálvarnar, men mest av gomlum vana. Gongdina í føroyska landbúnaðinum heldur hann vera skeiva, men hóast tað, er hann so sera bjartskygdur. Altíð bjartskygdur og tolin. Hann er tolin tá ið terrin er vánaligur og tarvs- og kvígukálvar ikki skikka sær sum bóndin hevði ætlað. Og hann er bjartskygdur tá ið veðragjólingar fara at reika um hagan og ikki eru komnir undir tak eftir trettanda, sum vanligt er.
Hann er seyðabóndi. Hesin seigligi røktarin, ið búleikast undir Tungulíðsfjalli í Norðradali, er einsamallur útihagabóndi her í bygdini. Áseyðatalið er 250. Í 1972 festi hann kongsgarðin í Uppistovu eftir mommu sína, Elinu, sum sat við festinum eftir deyða mansins í 1969. Fyrstur á festinum var abbi Hanusar, Hans Simonsen, ið var ættaður úr Vestmanna.
Hóast sonevndur seyðabóndi, hevur Hanus aðrar fenaðar enn seyð. Hann fæst eisini eitt sindur við ungneyt, mest kvígur, ið hann setir við eftir avtalu við mjólkabøndur. Kvígukálvarnir verða gøddir og latnir eigaranum vaksnir og fullbúnir til at framleiða mjólk. Harumframt hevur Hanus tvey gásapør. Sum frá líður ætlar hann sær at nøra um gæsnar. Vistfrøðin er eisini komin til Norðradals, og bóndin veit, at fólk ikki tíma at eta salmonellufongdan fugl. Og als ikki á jólum, tá gøddar gæs og dunnur hava vunnið sær hevd sum høvuðsrættir.
Vilstir veðragjólingar
Uppistovugarður er 11 merkur og 4 gyllin til støddar, og er størstur av teimum trimum gørðunum í Norðradali. Í bóndahúsunum búgva 4 fólk; bóndahjúnini og momma og bróðir Hanusar. Eisini í búfólkatali eigur húskið í Uppistovu munin. Einans 10 búføst fólk eru í bygdini, og onki húski er størri enn tað í Uppistovu. Hanus er giftur Selmu, og tey eiga 4 vaksin børn, ið øll eru flutt úr dalinum. Yngsti sonurin, Sigmundur, kemur kortini aftur til Norðradals. Hann skal festa garðin tá Hanus fer at leggja frá sær.
Men Hanus, bóndi, hugsar minni um at leggja frá sær. Fremst í hansara huga er gerðandis dagurin. Í dag verður farið at leita eftir veðragjólingunum, ið eru farnir til stroks og helst krógva seg onkustaðni á veldugu víddunum yvir Fløtunum fyri vestan úr Norðadals bygd. Um illa vil til, eru teir kanska farnir heilt norður undir Sornfelli. Tað er umráðandi at fáa gjólingarnar heim. Hesa ársins tíð eru teir so illa pøstir og ússaligir av brundingini, at vandi er fyri at teir hóra ikki undan, kemur illveður og kuldi.
Her er onki
- Eg havi ongantíð gjørt annað enn at bóndast, og eg ætli mær heldur ikki at vera annað enn bóndi, sigur Hanus, áðrenn vit fara á dyr og til fjalls. Skarpa andlitið á tí 57 ára gamla uppistovubóndanum tykist veðurbart. So hvørt sum hann rodnar um kjálkar og enni, tá vit koma í mótbrekkuna, sæst kortini, at smílikullurnar vinna á veðurrukkunum. Og bjartskygni eigur munin á mótburðinum í dagliga strevinum. Prátið er lívgandi hóast nógv talar ímóti.
- Her er onki í Norðadali. Ongin handil, ongin skúlagongd, ongin ruta, ongin lending, ongi børn. Skúlin hevur ligið tómur í nógv ár og bátadrátturin fór í sor í tiltiknu ódnini í 1972, og er ongantíð gjørdur aftur. Hartil er Norðadalur ringt terrapláss. Men eg haldi, at tað gongur væl. Eg gleðist um, at børnini eru komin undan, at eg og konan eru virkin og at ongin skuld er í garðinum, sigur hann og fær sær ein prís inn undir vørrina. Brúni snúspakkin frá Brødrene Braun er við, dagin á tamb. Somuleiðis eru seyðahundarnir trúgvir fylgisneytar. Við teimum báðum, Perlu og Heyki eltandi seg, heldur Uppistovubóndin leiðina fram gjøgnum Fløturnar. Prátið fellur á seyð og seyðahald.
Ongin yvirskiping
Hanus gongur ikki og gøðir hvørja kleyv á garðinum. Hann talar ímóti feitum kjøti, og vekt heldur hann ofta vera til reyp og einans tað.
- Meðalvektin eftir flettingina í heyst lá um 32 pund á lombunum, og tað haldi eg vera avbera gott, sigur hann. Hann metir seyðin norðanfjørs vera javnt góðan mest sum av eini orsøk: at hagarnir ikki eru yvirskipaðir.
- Eg havi verið í Suðuroy í maimánaði, og tá sást ongin munur á støddini har suðuri og hjá okkum. Men tá ið farið verður at fletta, er ein ávísur munur á; helst tí, at hagin ikki megnar at bera allan seyðin tá líður á heystið, heldur hann fyri.
Upp á Áarstíggj
Í stóra haganum hjá Hanusi eru nógv og góð beitir, hóast hagin er rættiliga brattur. Tað er á onkrum av hesum beitum, hann væntar at finna horvnu veðragjólingarnar. Hann kikar niðan ímóti líraurini, har eitt fylgi liggur, men gjólingar eru ongir at síggja. Kanska liggja teir á biti longur uppi. Løtu seinni fara vit niðan um Áarstíggj. Ofta stendur seyðurin her við Nípa og sleppur sær síðani niðan um Botnarnar, men hóast Hanus kikar dúgliga, ber hann ikki eyga við teir burturvilstu.
Her uppi á Áarstíggj er veldugt. Alt, ið eyga sær, hevur Hanus fingið litið upp í hendi; Økið er randað við Vatndalsegg, sunnaru síðu á Sornfelli, fjallinum millum Botna og Núgvuni fyri eystan.Innanfyri hesar víðu karmar liggur veldugi heimurin hjá Hanusi. Her er bóndin fríður og frælsur. Her ber til at lata hugin lætta sær á, meðan títt bein bera teg gjøgnum gras, mosa, urðargrót, eftir seyðarásum og um brattar hamrar.
Heim eftir Skælingsgøtu
Leitingin eftir gjólingunum fær tó ein bráan, ella kanska heldur ein gráan enda. Um miðdagsleitið hvørvur Sornfelli í døkkum támi og mjørkin fjalir brátt beitini í neðra, har gjólingarnir kanska eru.
- Teir koma helst oman av sær sjálvum tá ið eitt følv legst, mutlar bjartskygdi bóndin mestsum fyri seg sjálvan. Vit leggja leiðina oman aftur, tí sum Hanus so staðfestandi heldur fyri, so nyttar ikki at leita eftir seyði í mjørka. Gingið verður eftir Skælingsgøtu og oman á Vatnið oman fyri Stíggjar, har villdunnurnar liggja og fjaðra seg til. Staðið, har farið verður um ánna eitur á Lopinum á Áarstíggj, tí har noyðist tú at loypa, ætlar tú tær turrur um ánna. Hellan er hál, men vit koma standandi yvirum, og tað ið eftir er av túrinum er lættgongd undanbrekka.
Ongin sambandsmaður
Vit sita aftur undir lonini í Uppistovu. Eplini eru farin upp á kók, og ein turr ærssíða er heintað úr hjallinum. Í blaðdunganum á køksbonkinum er allur hin føroyski blaðheimurin umboðaður. Bóndahjúnini fylgja væl við, hvat hendir í hesum døgum á politiska vígvøllinum. Og tá kagað verður í bókahyllina í stovuni, sæst, at úrvalið har inni ikki er minni umfatandi. Millum bøkur hjá M.S. Viðstein, Hans Jacobi Debes og Móðir Sjeystjørnu hjá Williami Heinesen eru bæði Svarta- og Hvítabók stungnar. Svart ella hvítt, Hanus sjálvur er ikki í iva um politisku framtíð landsins.
- Tíðin er búgvin til at fáa tingini upp á pláss. Í mínum hugaheimi er ongin ivi. Eg ræðist ikki fullveldi. Føroyingar eiga at hava valdið í Føroyum. Her skal ongin danskt stuðlað elita ráða...
Og sambært Hanusi er hann verri enn so einsamallur loysingarmaður í bóndastættini.
- Eg havi hoyrt um ein bónda, sum var sambandsmaður, men hvør hann var, veit eg ikki, sigur hann og klórar sær undir høkuni.
Gerandisdagurin er endamálið
Politikkur er eftir øllum at døma ein fullkomuliga avkláraður partur av lívinum hjá uppistovubóndanum, men gerandisdagurin er altíð fremstur í huga.
Nógv er at tríva í á Uppistovugarðinum. Gamla Landrovaranum, ið sambært bóndanum kortini ikki er so gamal, tí hann bert er frá 1974, tørvar ábøtur. Men næsta ætlan verður at fáa partar av hoyggingini undir tak. Á bilverkstaðnum hjá Wenzili Petersen í Havn hevur Hanus fingið hendur á einari gamlari sproytikabinu. Hana ætlar hann sær at rigga soleiðis til, at til ber at turka hoyggj í henni tá ið terrin er vánaligur.
Men tað er ikki vist, at fyrsta hoyggj-kabinan í Norðadali verður klár alt fyri eitt. Nógv er at tríva í, og tað tykist ikki nerva Hanus, bónda, at okkurt liggur á láni. Gerandisdagurin er endamálið við tilveruni hjá bóndanum í Uppistovugarði.