Hósdagin 8. januar 2026 verður hátíðarhald í nýggja Heilbrigdi í Varðagøtu 16 í Tórshavn í sambandi við, at umbyggingin er liðug
Ognin var keypt í mai 2025 og umbyggingar- og umvælingarverkætlanin byrjaði á sumri 2025 og er bygningurin nú klárur at taka í nýtslu og virksemi kann flyta av Velbastað til nýggju umstøðurnar.
Heilbrigdi er viðgerðarheim til fólk við rúsdrekka- og rúsevnismisbrúki, ið hevur virkað síðani 1986. Pláss er fyri 10 fólkum í viðgerðarheiminum.
– Alment hátíðarhald við drekkamunni og ábiti verður kl. 15.00-16.00 við heilsanum og tónleiki. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum og onnur bera fram heilsu
Aftaná hátíðarhaldið er opið hús til kl 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Heilbrigdi í tíðindaskrivi.












