Við hvørt kann tað loysa seg at brúka høvdið.
Tað er fíggjarpolitikkurin hjá Tórshavnar Býráð eitt gott dømi um.
Tí við høvuðbrýggi og góðum hugflogi hevur Tórshavnar Býráð útvegað sær 5 milliónir meiri til íløgur í ár, enn tað hevði havt, um alt var sum vanligt.
Tó vildi býráðislimir langt í frá kalla hetta lumping og lirking. Men á býráðsfundinum hóskvøldið mátti býráðslimurin Jan Christiansen kortini viðganga, at hann hevði aldrin vænta, at hetta fór at ganga so at landsstýrið fór at góðkenna fíggjarætlanina. Men glaður var hann kortini, tá ið Býráið fekk fíggjarætlanina aftur úr Tinganesi við blaá stemplinum hjá løgmanni á.
Kunsturin at fáa meiri pening til íløgur í Tórshavnar Kommunu í ár, er at gera nakrar snildisligar flytingar ímillum íløgur og rakstur.
Og tað er júst tað, sum býráðið nú hevur gjørt.
Higartil hevur kommunan plagað at seta asfalteringar og umvælingar av kloakkum undir íløgurnar.
Men í ár er tað sett undir tann vanliga raksturin.
Í ár fer kommunan at brúka fimm milliónir til hesi endamál, men hendan upphæddin verður nú fíggjað yvir sjálvan raksturin og fer tí ikki at nerva íløgukarmin sum tær plagdu.
Soleiðis fekk kommunan bjarga sær hesar fimm milliónirnar eyka til íløgur í ár.
Onki løgi
Men hetta hildu býráðslimir ikki var nakað løgið.
Ronald Poulsen vísti á, at hetta vóru ikki íløgur, tí her var ikki talan um at gera nakað av nýggjum men at umvæla.
Leivur Hansen, býráðsformaður, segði, at hetta mátti ikki skiljast sum at Tórhavnar Kommuna ætlaði at snúgva sær undan avtaluni við Landsstýrið um íløgukarmin í ár.
? Heldur skal hetta síggjast sum eitt úrslit av at býráðið er blivið meiri tilvitað um, hvat skal bólkast undir rakstur og, hvat skal bólkast undir íløgur.
Torfinn Smith segði, at býurin var so illa farin undir kreppuni, at tað kravdi stór tiltøk at fáa hann uppundan aftur. Tí kundi vanligt viðlíkahald onkuntíð síggja út sum íløgur.
Eisini aðrir tóku undir við, at býráðið var farið undir eina meiri kritiska gjøgnumgongd av, hvat er íløgur og hvat er rakstur.