Námsfrøði undir opnum himni

Í Klaksvík verður dúgliga granskað. Tvey útlendsk námsfrøðislesandi eru komin í Borðoynna at eygleiða útibarnagarðin, Útistovu

Norðmenn hava áhuga í føroyskari námsfrøði. Í hesum døgum eru tveir námsfrøðislesandi norðmenn í Klaksvík og eygleiða og avmynda gerandisdagin á barnagarðinum, Útistovu á Norðoyri. Tær báðar, Anette úr Kongsberg og Ann Helen úr Molde í Noreg, hava valt sær útibarnagarðsumhvørvið sum próvtøkuætlan. Í hesum sambandi hava tey, umframt eygleiðingarnar í føroyska ansingarumhvørvinum, kannað samsvarandi stovn í Noreg.


Stórt spælipláss

Børnini í Uppistovu hava ikki plásstrupulleikar. Úti í grøv á Norðoyri halda børnini í Uppistovu til. Stovnurin hevur støði í húsum hjá KFUM-skótunum í Klaksvík, men er deild undir kommunala ansingarstovninum í Klaksvík, Mylnustovu.

Úr fjørðuni í Borðoyarvík og upp undir hamaran á Høguhædd gongur dagurin hjá teimum 14 reyðdæmdu børnunum. Leiðarin, Annie Joensen, námsfrøðingur og Vivi Johannesen, hjálpari lata væl at.

- Okkara spælipláss er fjørðan, hagin og áin, sigur Annie og peikar út móti ánnið, ið rennur beint uttan fyri Útistovu.


Frælsari í Føroyum

Norsku gestirnir, ið granska føroyska barnaansing undir opnum himni, tykjast bergtiknir av ansingarskipanini í Klaksvík.

- Tað er hugtakandi at síggja hvussu nógv, til ber at fáa burtur úr so lítlum, siga tær báðar lesandi jenturnar Anette og Ann Helen. Longu nú eru tær á einum máli um, at ansingin í Føroyum er nógv frælsari enn í Noreg.

Í summar verður høvuðsuppgávan hjá norsku námsfrøðingunum latin inn, og spennandi verður at lesa, halda tey í Útistovu, ið sjálvandi fáa eitt eintak.