Trygd bjóðar nú kundunum snarhjálp

Trygd bjóðar í dag kundum sínum eina ískoytistrygging til skrokkbiltryggingina. Talan er um samstarv við Sløkkiliðið í Havn og átta bilverkstøð kring landið, sum veita kundunum snarhjálp, um okkurt er áfatt við bilinum

Eirikur Lindenskov


Startar bilurin ikki um morgunin, ella er hann punkteraður, ella er okkurt annað áfatt, sum ger, at tú ikki fært koyrt, ja, so er bara at ringja 321112, sum er hjálpartænastan hjá TrygdBilhjálp, ið er nýggj tænasta, sum tryggingarfelagið Trygd nú bjóðar viðskiftafólki sínum.

? Talan er um eitt samstarv millum vaktartænastuna hjá Tórshavnar Sløkkiliði og Trygd, sigur Christian C. Nielsen, stjóri í Trygd.

? Hetta er eitt autohjálparkonsept á sama hátt, sum vit kenna tað hjá Falck í Danmark. TrygdBilhjálp hevur samstarvsavtalu við Falck, sum umboðar TrygdBilhjálp í Evropa, eins og TrygdBilhjálp er umboð hjá Falck í Føroyum. Tískil er tænastan ikki bert galdandi í øllum Føroyum, men í øllum Evropa.

? Um vit so eru á Viðareiði ella í Palermo á Cecilia, sum Christian C. Nielsen málber seg.

Einki fyri einki, staðfestir Christian C. Nielsen. Hendan tænastan hjá Trygd kostar kundunum 350 krónur um árið, og heldur hann tað vera sera lagaligt, borið saman við, at tilsvarandi gjald hjá Falk kostar 649 krónur.

Gjaldið upp á 350 krónur er galdandi fyri bilar, sum eru seks ár og yngri. Er bilurin eldri enn seks ár, verður gjaldið 450 krónur, tí roknað verður við fleiri trupulleikum av gomlum bilum.

Christian C. Nielsen sigur, at tað ikki er óvanligt, at tryggingarfeløg bjóða kundum slíkar tænastur, og leggur afturat, at hetta er vanligt eitt nú í Danmark, Noreg og Svøríki.

Umframt avtaluna við Sløkkiliðið í Havn, so hevur Trygd avtalur við átta verkstøð kring landið, so kundar í øllum landinum fáa somu tænastu.

Tænastan hjá TrygdBilhjálp umfatar alla vanliga hjálp á staðnum, so sum starthjálp ella tað, at lykilin er innilæstur. Eru tað størri uppgávur, so verður bilurin fluttur á verkstað, uttan at kundin skal gjalda fyri tað. Skal bilurin á serligt verkstað - tað verkstaðið, sum umboðar ávísa bilmerkið, so syrgir TrygdBilhjálp eisini fyri tí.