og eitt fjós í Øravík, upplýsa keldur, Sosialurin hevur tosað við í Suðuroy. Bóndin í Sumba fær tey neyt, hann hevur brúk og pláss fyri at hýsa. Í nýggja fjósinum eru bæði básar og krubbur, har neytini [...] Fámara: Neytini vórðu í gjár flutt úr fjósinum í Fámara til onnur fjós í Suðuroynni. Tey flestu fóru til Sumbiar og nøkur til Øravíkar. Umstøðurnar í Fámara eru vorðnar so truplar, at Jarðarráðið heldur [...] aftur. Í fjósinum í Fámara vóru 15 neyt. 12 mjólkikýr og tríggjar, sum ikki mjólka. Umframt hoyrir hagi, sum ber 60 seyðir, til festið. Neytini í Fámara verða flutt til eitt spildurnýtt fjós í Sumba og
at vera her á altjóða oljumessuni í Aberdeen, so er tað ikki sørt, at eyguni eru vend móti Føroyum. Føroyski básurin við sínum mongu luttakarum vekir ikki sørt ans, men í krókunum verður tað kanska tosað [...] líka nógv um tað, sum fer at koma sum um tað, sum er. Her verður sipað til eina stóra ráðstevnu í Aberdeen í november, har evnið rætt og slætt eru Føroyar og olja. Tað er ein bretskur stovnur, ið kallar [...] jarðfrøði, tøknifrøði, lokalídnað og supply basar. Í innbjóðingini til ráðstevnuna verður m.a. skrivað, at Føroya økið er tað seinasta ókannaða økið í Norðurvestureuropa ?and potentially contains larger
bryggjuni, beint aftanfyri, har Tróndur í Gøtu liggur. Sjónarvitni vóru á staðnum, og gjáramorgunin hitti Sosialurin ein av monnunum, sum arbeiddi við at vaska Trónd í Gøtu, ið lá við bryggjuna, tá ið vanlukkan [...] frætti Sosialurin frá familjuni, at pápin var vaknaður aftur, og tíbetur bendir alt á, at hann er úr lívsvanda. Sonurin, sum læt lív í vanlukkuni, var bert 28 ára gamal. Hann hevði fylt 29 ár í dag, 20 [...] sjálvan bryggjukantin, sást hvørgin teirra, sum var í bilinum, men lítla løtu eftir, flotnaði pápin. Orsøkin ógreið Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at enn veit løgreglan ikki, hvør
sagt í ársfrágreiðingini. Nýggjur stjóri Í september 2002 fekk Fiskasølan nýggjan stjóra. Hans Jóhannes á Brúgv, sum hevur starvast innan føroyskt fiskasøluvirksemi í mong ár, varð uppsagdur, og í hansara [...] -og innkeypsstjóri er Rógvi Reinert. Tá ið Sosialurin í fjør heyst frætti, at Hans Jóhannes á Brúgv varð sagdur úr starvi, tosaðu vit við nevndarformannin í Fiskasøluni, Hákun Steingrímsson og fráfarandi [...] árum í nýggjari tíð. Um úrslitið stendst av tí arbeiði, sum Hans Jóhannes legði úr hondum ? ella nýggju "strategiini" hjá nýggju leiðsluni, hava vit ikki førleika at meta um í løtuni. Nývaldir í nevndina
Í Sosialinum í dag gevur Jóannes Eidesgaard sítt boð uppá, hvat suðuroyingar eru noyddir at gera, um vend skal fáast í støðuna í Suðuroynni. Í dagsins blað kanst tú eisini lesa góð ráð frá bónda um, hvussu [...] spennandi vørur, sum føroyingar selja í dag. Og hvussu tú kanst fyrireika teg til Holloween. Umframt hetta eru 12 síður av ítrótti. Sosialurin kemur á gøtuna seinnapartin í dag.
Fyrrapartin í gjár hevði landsstýrið fund við uttanlandsnevndina, har tað kunnaði hana um ríkisrættarligu samráðingarnar í danska forsætismálaráðnum seinasta týsdag. Sosialurin frætti frá limum í uttanlan [...] áðrenn døgurða í gjár, at teir ikki hava fingið sørt meira at vita á kunnandi fundinum, enn tað, komið er fram í fjølmiðlunum undir og eftir samráðingarnar. Fundurin fyribils avbrotin á middegi í gjár, orsakað
kollfirðingar vóru á legu í Nesvík í farna mánaði. Nú er ætlanin at hyggja frameftir, soleiðis at øll føla, at tey hava ávirka á arbeiðið og uppskotum um betringar. Fundurin verður í missiónshúsinum mánakvøldið [...] Mánakvøldið verður skipað fyri fundi, har virksemið í húsinum veðrur viðgjørt. Ein av spurningunum er, hvussu missiónshúsið kann gerast meiri virkið og sjónligt í bygdini. Hetta er so at siga eitt framhald av [...] mánakvøldið og byrjar klokkan 20. snorri@sosialurin.fo
tinglimir ætla at atkvøða, tá ið uppskotið um broyting í hjúnabandslógina kemur fyri og mangt annað. Vikuskiftis Sosialurin verður til sølu í handlunum í Havn hóskvøld og kring landið fríggjadagin. [...] sinni, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi javnaðarformaður um avgerðina hjá Sonju Jógvansdóttir. Í Vikuskiftis Sosialinum ber til at lesa um Jóannes Eidesgaard, sum analyserar støðuna hjá Sonju Jógvansdóttir
Vikuskiftis Sosialurin hesaferð hevur stórt tema um Lyngby málið. Í blaðnum kanst tú millum annað lesa samrøðu við Eyðun Joensen sálafrøðing. Hann hevur nógv ár á bakið sum sálarfrøðingur innan júst k [...] kriminalitet, og hann greiðir frá teimum nógvu orsøkunum til, at fólk bróta mørk sum í pedofilimálinum í Lyngby. Umframt hetta tosar blaðið við Hildur Hentze, leiðara á kriminaldeildini hjá løgregluni, [...] og hon greiðir frá hvussu dagarnir frammanundan handtøkuna vóru. Blaðið fæst í sølubúðum kring landið nú.
Í innganginum varð sagt, at Skopunar kommuna vantaði at velja síni umboð í nevndina. Í sama viðfangi vístu vit til limirnar í nevndini. Her sást hinvegin, at Skopun HEVUR valt sítt umboð, og enntá sum [...] kann fara til verka við at koma við uppskotum um, hvussu Teistin kann gagnnýtast betri. snorri@sosialurin.fo