Bjørk og Heiðrún umboða Skopun

RÆTTING Í blaðnum mikudagin viðgjørdu vit ta serligu Teistanevndina.

Í innganginum varð sagt, at Skopunar kommuna vantaði at velja síni umboð í nevndina. Í sama viðfangi vístu vit til limirnar í nevndini.
Her sást hinvegin, at Skopun HEVUR valt sítt umboð, og enntá sum einasta kommuna eitt varafólk.
Hesi bæði – ella hesar báðar - eru Bjørk Hentze og varafólk hennara, Heiðrún Hansen.
Nevndin er nú fullmannað og kann fara til verka við at koma við uppskotum um, hvussu Teistin kann gagnnýtast betri.
snorri@sosialurin.fo