Fiskasølan hevði nøktandi úrslit í fjør

Í fjør fekk Fiskasølan nýggja nevnd og nýggjan stjóra


Fiskasøla

Úrslitið av rakstrinum hjá Fiskasøluni í fjør var 5.655 milj. krónur fyri skatt ? ella slakar 3 milj. krónur betur enn árið fyri, tá ið úrslitið var 2.929 milj. krónur. Skatturin hjá Fiskasøluni í 2002 var 2.200 milj. krónur og eftir, at skatturin er drigin frá, er ársúrslitið 3.455 milj. krónur.
  Keldur innan fiskasøluverðina siga, at Fiskasølan í 2002 hevur avskrivað lutfalsliga stórar upphæddir uppá "goodwill". Ivi er um, hvussu neyðugt hetta er. Vórðu hesar avskrivingar ikki gjørdar, hevði úrslitið hjá Fiskasøluni verið enn betur.
  Í ársfrágreiðing síni fyri 2002, sigur Fiskasølan, at "?úrslitið av rakstrinum hjá Samtakinum, áðrenn óvanligt er tikið við, vísti eitt yvirskot uppá 7.291 milj. krónur".
  Lagt verður aftrat, at felagið í árinum 2002 gav eitt avkast uppá 8,5% fyri skatt í mun til eginpeningin við ársbyrjan.
  - Við verandi fortreytum, sum felagið hevur at arbeiða undir, metir nevndin úrslitið vera nøktandi, verður sagt í ársfrágreiðingini.

Nýggjur stjóri

Í september 2002 fekk Fiskasølan nýggjan stjóra.
  Hans Jóhannes á Brúgv, sum hevur starvast innan føroyskt fiskasøluvirksemi í mong ár, varð uppsagdur, og í hansara stað kom Árni Arge. Framleiðslu-og innkeypsstjóri er Rógvi Reinert.
  Tá ið Sosialurin í fjør heyst frætti, at Hans Jóhannes á Brúgv varð sagdur úr starvi, tosaðu vit við nevndarformannin í Fiskasøluni, Hákun Steingrímsson og fráfarandi stjóran.
  Vit fingu onga veruliga frágreiðing um, hví Hans Jóhannes skuldi sigast úr starvi. Sosialurin skilti tó á Hákuni, at nevndin vildi hava annan mann at fremja nýggju "strategiina" hjá Fiskasøluni, sum hann tók til.

Hans ella Árni

Í fjør hevði Fiskasølan so eitt av sínum bestu árum í nýggjari tíð.
  Um úrslitið stendst av tí arbeiði, sum Hans Jóhannes legði úr hondum ? ella nýggju "strategiini" hjá nýggju leiðsluni, hava vit ikki førleika at meta um í løtuni. 
  Nývaldir í nevndina í Fiskasøluni, 24. juni í fjør, vórðu Hákun Steingrímsson, Thomas Arabo og Johannes Jensen.
  Hákun Steingrímsson er formaður og Thomas Arabo næstformaður.