Vanlukka
Tað var sonurin, sum koyrdi og á ein ella annan hátt fór bilurin út av suðurendanum av bryggjuni, beint aftanfyri, har Tróndur í Gøtu liggur.
Sjónarvitni vóru á staðnum, og gjáramorgunin hitti Sosialurin ein av monnunum, sum arbeiddi við at vaska Trónd í Gøtu, ið lá við bryggjuna, tá ið vanlukkan hendi. Hann sigur, at tað einasta, hann sá, var í takið á bilinum, tá ið hann fór uppum bryggjukantin. Maðurin heldur, at onnur, ið vóru stødd á bryggjuni hetta kvøldið, sóu betur, hvat hendi.
Tá ið fólk beinanvegin komu út á sjálvan bryggjukantin, sást hvørgin teirra, sum var í bilinum, men lítla løtu eftir, flotnaði pápin.
Orsøkin ógreið
Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Eysturoy, sigur, at enn veit løgreglan ikki, hvør orsøkin var til vanlukkuna, og enn hevur løgreglan ikki havt høvi at tosað við øll sjónarvitnini.
- Bilurin, sum teir báðir koyrdu í, er fingin uppaftur og verður kannaður.
Hann sigur, at lækni kom á staðið, og so skjótt pápin var fingin upp aftur á bryggjuna, varð farið at arbeiða uppá hann.
- Boð vórðu send eftir kavara, sum var skjótur á staðið. Tað tekur sína tíð at koma í kavarabúnan, men tá ið kavarin var farin niður, var hann ógvuliga skjótur uppaftur við tí yngra manninum. Hetta gekk ógvuliga skjótt fyri seg, sigur sýslumaðurin.
Yngri læt lív
Kristian Martin Joensen sigur, at lívið hjá tí yngra stóð
ikki til at bjarga, men seinast, løgreglan frætti fríggjanáttina, var støðan hjá pápanum "stabil", og tað vónar, sýslumaðurin merkir, at hann fer at koma fyri seg aftur.
Faðir og sonur, sum vóru búsitandi á Toftum, vórðu báðir fluttir á Landssjúkrahúsið eftir syndarligu vanlukkuna.
Fríggjamorgunin stutt fyri døgurða frætti Sosialurin frá familjuni, at pápin var vaknaður aftur, og tíbetur bendir alt á, at hann er úr lívsvanda.
Sonurin, sum læt lív í vanlukkuni, var bert 28 ára gamal. Hann hevði fylt 29 ár í dag, 20. desember.










