Fyrrapartin í gjár hevði landsstýrið fund við uttanlandsnevndina, har tað kunnaði hana um ríkisrættarligu samráðingarnar í danska forsætismálaráðnum seinasta týsdag.
Sosialurin frætti frá limum í uttanlandsnevndini áðrenn døgurða í gjár, at teir ikki hava fingið sørt meira at vita á kunnandi fundinum, enn tað, komið er fram í fjølmiðlunum undir og eftir samráðingarnar.
Fundurin fyribils avbrotin á middegi í gjár, orsakað av, at tingfundur skuldi vera seinnapartin. Ætlanin var tó at taka fundin upp aftur, tá tingfundurin var liðugur.