Vikuskiftis Sosialurin hesaferð hevur stórt tema um Lyngby málið. Í blaðnum kanst tú millum annað lesa samrøðu við Eyðun Joensen sálafrøðing. Hann hevur nógv ár á bakið sum sálarfrøðingur innan júst kriminalitet, og hann greiðir frá teimum nógvu orsøkunum til, at fólk bróta mørk sum í pedofilimálinum í Lyngby.
Umframt hetta tosar blaðið við Hildur Hentze, leiðara á kriminaldeildini hjá løgregluni, og hon greiðir frá hvussu dagarnir frammanundan handtøkuna vóru.
Blaðið fæst í sølubúðum kring landið nú.