ein samfelags avbjóðing í manglandi arbeiðsorku, vaksandi sjúkradøgum og annað. Tann 15. og 16. mars verður ráðstevna um hetta evni í Klaksvík, har granskingarætlanin millum annað verður lýst. Meir kann [...] sum hava upplivað støður, tey ikki megna, og sg síggi hvørjar avleiðingarnar eru - eisini hóast mong ár eru fráliðin. Hetta gjørdi, at eg varð forvitin og ynskti at hyggja nærri at, hvussu vit í Føroyum [...] rverkætlan, sum hevði til endamáls at kanna handfaring og avleiðingar av lagnum vit sum menniksju hava verið og eru fyri. Tað er Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri, sum hevur staðið fyri verkætlanini, ið
Seafood, sum gjøgnum mong ár hevur verið tað stóra arbeiðsplássið í bygdini. - Her hevur rættiliga lítið arbeiði verið í longri tíð, men vit kunnu bara vóna, at lív fer at koma í aftur. Borgarstjóranum kunnugt [...] sigur, at eitt annað virkið á Eiði, er virkið Tonito sum ger brævbjálvar, og her eru eini 3-4 fólk til arbeiðis. - Vit hava eisini nakrar handverksmeistarar í kommununi, sum arbeiða her í økinum, tá okkurt [...] skattainntøkurnar í ár øktar nakað. Í løtuni er skuldin hjá kommununi einar tvær miljónir krónur omanfyri eina álíkning, men vit vóna, at hesi viðurskifti koma upp á pláss aftur, tá komandi ár er hálvrunnið.
liðini javnt í Gundadali, tá GÍ í 1995 varð meistari. Gøtumenn vunnu eisini í ?96, tá NSÍ ikki var í bestu deildini, og tá B36 í 1997 vann gullið, fekk NSÍ eisini javnleik í Gundadali. Í ?98 megnaði HB [...] staðið fyri tí mesta. Í øllum førum hava meistaraheitini tey trý seinastu árini millum annað innihildið heimasigrar á NSÍ, og so man tað vera heilt hugaligt, at HB longu tvær ferðir í ár hevur vunnið heimadyst [...] sigurin á NSÍ, so hava HB-viðhaldsfólkini eina aðra heilt serliga orsøk at fegnast um, tá tosað verður um heimadystir móti NSÍ. Verður hugt at úrslitunum seinastu tíggju árini, so hava hesi lagað seg so
úti í framtíðini, er at skatta grunnin á triðja sinni. Og hetta hendir samstundis sum pensjónsaldurin verður hækkaður. Nakað sum eisini fer at gera, at komandi pensjónistar skulu bíða í fleiri ár, áðrenn [...] myndugleikunum at fáa sær bæði í posa og í sekk? Havandi omanfyri standandi í huga, fer Landsfelagið enn eina ferð at heita á Stýrið fyri AMEG at endurskoða útgjaldið úr grunninum í 2025. Argir 22. nov. 2024 [...] Í brævi 7. november 2024 til Stýrið fyri AMEG (Samhaldsfasta) ger Landsfelag Pensjónista vart við, at útgjøldini úr Samhaldsfasta, sum fara at koma í 2025, í veruleikanum ikki eru prístalsjavnað. Mána
tímalønini 1. mai í ár og aftur 3,55 kr. afturat 1. mai 2000. Tilsamans svarar hetta til ein samlaðan lønarvøkstur uppá 7,10 kr. hesi bæði árini. Tímalønin hevur verið 76,62 kr. Men 1. mai í ár hækkar hon sostatt [...] sostatt upp í 80,17 kr. og 1. mai næsta ár hækkar hon aftur upp í 83,72 um tíman. Hetta var annað uppskotið, sum semingsmenninir, Niels Sørensen og John Rajani, løgdu fram. Áðrenn høvdu teir lagt eitt uppskot [...] uppskot fram, sum gav arbeiðarafeløgunum 3 krónur afturat um 1. mai í ár og 3,40 afturat 1. mai komandi ár. Hetta uppskotið góðtóku arbeiðsgevararnir, men arbeiðarafeløgini vrakaðu tað. Og eitt skifti
kappingarár spældi í VB. Rættiliga tíðliga gjørdist tað greitt, at hann skuldi ikki halda fram í VB, og síðani tá hava fleiri feløg spurt seg fyri hjá honum. Í løtuni venur ein annar póllendingur í KÍ. Tað er [...] Marek Vierzbicki, sum hevur roynt seg í bæði B71 og FS Vágum. Fleiri feløg hava verið úti eftir framúr góða miðvallaranum, men nú sigur KÍ í tíðindaskrivi, at teir hava tryggjað sær spælaran. Hin spælarin [...] vitjar skyldfólk í Klaksvík, og hann verður at síggja millum KÍ-spælararnar næsta ár. Komandi kappingarár verður eisini Fríðin Ziskason viðaftur hjá KÍ. Hann hevur verið í lestrarørindum í Danmark, men kemur
krónurnar, sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur sett í fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár til føroyska bókasavnsverkið. Nettoútreiðslujáttanin fyri komandi ár verður 10,4 mill. kr. og [...] tók við. Játtanin minkaði úr 15 mill. krónur í 1989 niður í 9 mill. kr., og hetta er samstundis sum bókasøvnini hava lagt um til edv. - Fíggjarviðurskiftini hava verið út av lagi vánalig síðani 1989, og tí [...] Sostatt fær Føroya Landsbókasavn 11,4 mill. kr. at arbeiða við komandi ár. Umleið triðingurin av økingini í játtanini fyri næsta ár fer til lønarhækkingina, sum er 3%. Føroyska bókasavnsverkið hevur verið
Hann sigur, at tað, sum fyribils liggur í kortunum, er, at Smyril sleppur ikki í dokk fyrrenn síðst í apríl, ella um ein góðan mánað. Men um hann kann fara í dokk tá, er óvist, tí tað verður neyðugt at [...] útvega avloysaraskip ímeðan hann er í dokk. Og tað hevur ikki enn eydnast at finna eitt hóskandi skip, hóast nakrir møguleikar eru. Ananrs skuldi Smyril í dokk í nakrar vikur í september og tá varð avtalað gjørd [...] Smyril fer at rulla so illa, sum hann ger í løtuni. Tað eru nú tvær vikur síðani, at tey varnaðust, at ein flansi, sum helt einum pakningi í stabilisatorunum, var farin í báðum borðum og at stabilisatorarnir
Gomlu Rætt, verður sagt í brævi til Landsverkfrøðingin í samband við umsóknina frá Hólmalaksi um útbygging á Gomlu Rætt. Í blaðnum í gjár varð sagt frá, at Hólmalaks í meira enn eitt ár hevur bíðað eftir svari [...] sum í fyrsta umfari varð send Kirkjubøar Kommunu tann 19. mai í fjør. Tað metir felagið ikki vera nøktandi og rykkir tískil Landsverkfrøðingin eftir svari í brævi, sum sent er tann 16. august í ár, har [...] Gomlu Rætt. Hóast umsókn er send myndugleikunum í mai mánaða í fjør, er enn einki endaligt svar komið, segði Jens Reinert, stjóri á Hólmalaksi við Sosialin í gjár. Brævaskifti hevur verið millum Hólmalaks
Tað eru ikki øll 14 ára gomul føroysk børn, ið hava verið í eins nógvum londum sum Erla. Hon hevur tað seinasta árið siglt millum fleiri av londunum í Fjareystri við trúboðaraskipinum Doulos. ? Tað var [...] hevur verið eitt spennandi og hendingaríkt ár, sum hon hevur verið ógvuliga glað fyri, tí tað gevur henni eina góða barlast seinni í lívinum. Hósdagin kemur eitt annað trúboðaraskip á Havnina. Tað leggur væntandi [...] Skúlagongd Doulos er sum ein lítil bygd, og har er barnagarður, sjúkrahús, skúli og annað, ið hoyrir til. Erla gekk í skúla frá klokkan 9 á morgni til klokkan hálvgum fýra seinnapartin, so skúlanum slepst