Erla ætlar sær við aftur

14 ára gamla Erla Jensen úr Havn hevur saman við foreldrunum verið við trúboðaraskipinum Doulos í eitt ár. Henni dámdi so væl, at hon fer við aftur, um høvi býðst

 

Tað eru ikki øll 14 ára gomul føroysk børn, ið hava verið í eins nógvum londum sum Erla. Hon hevur tað seinasta árið siglt millum fleiri av londunum í Fjareystri við trúboðaraskipinum Doulos.

? Tað var eingin trupulleiki at fella til, tí øll vóru so blíð og fyrikomandi. Eg eri eisini framlig, so tað gekk bara væl, sigur Erla.


Skúlagongd

Doulos er sum ein lítil bygd, og har er barnagarður, sjúkrahús, skúli og annað, ið hoyrir til. Erla gekk í skúla frá klokkan 9 á morgni til klokkan hálvgum fýra seinnapartin, so skúlanum slepst ikki undan, hóast hon er langt av landi skotin.

Eftir skúlatíð arbeiddi Erla nógv í tí stóru bókasøluni á skipinum. Eina slíka bókasølu verður eisini møguleiki fyri at vitja, tá Logos kemur á Havnina.

Umframt at røkja sína skúlagongd og arbeiða í bókasøluni, so var hon eisini við í einum tónleikabólki, so Erla keddi seg ongantíð umborð, greiðir hon sjálv frá.

? Har var eingin, sum var júst á mínum aldri, men fleiri vóru umleið javngomul við meg, so eg fekk fleiri góðar vinir umborð, sigur Erla.


Viðmælir øðrum

Erla sigur, at hon avgjørt viðmælir øðrum at taka eitt ár umborða á Doulos, tí tað er ein góð íløga seinni í lívinum.

? Eg havi ætlanir um at fara við aftur einaferð seinni, um høvi verður til tess, sigur Erla.

Erla greiðir frá, at hvørja ferð, tey komu til eitt nýtt land, so fingu tey at vita, hvussu atburðurin skuldi vera, hvat var loyvt, og hvat var bannað.

Tað var hvørja ferð okkurt nýtt, sum tey skuldu minnast til. Tá tey komu til muslimsk lond, skuldi konufólkið minnast til at vera í klæðum, sum fjaldu allan kroppin, tí annars kundi tey verða tikin av myndugleikunum. Og í Maleisia var tað umráðandi ikki at sita við krosskastaðum beinum.

Hetta kundi vera eitt sindur ringt at venja seg við.

Erla sigur, at hetta hevur verið eitt spennandi og hendingaríkt ár, sum hon hevur verið ógvuliga glað fyri, tí tað gevur henni eina góða barlast seinni í lívinum.

Hósdagin kemur eitt annað trúboðaraskip á Havnina. Tað leggur væntandi at hósdagin seinnapart, og fyrireikararnir vóna, at fleiri koma at taka ímóti. Skipið letur alment upp fríggjadagin.