KÍ hevur gjørt avtalu við tveir útlendskar spælarar, sum skulu spæla við teimum næsta kappingarár.
Annar er póllendingurin Marek Vierzbicki, sum hevur roynt seg í bæði B71 og FS Vágum. Fleiri feløg hava verið úti eftir framúr góða miðvallaranum, men nú sigur KÍ í tíðindaskrivi, at teir hava tryggjað sær spælaran.
Hin spælarin er jugoslavin Zoran Mancic, sum seinasta kappingarár spældi í VB. Rættiliga tíðliga gjørdist tað greitt, at hann skuldi ikki halda fram í VB, og síðani tá hava fleiri feløg spurt seg fyri hjá honum.
Í løtuni venur ein annar póllendingur í KÍ. Tað er Krysztof Krawczyk, sum vitjar skyldfólk í Klaksvík, og hann verður at síggja millum KÍ-spælararnar næsta ár. Komandi kappingarár verður eisini Fríðin Ziskason viðaftur hjá KÍ. Hann hevur verið í lestrarørindum í Danmark, men kemur heim á jólum.
KÍ fer eins og nógv av hinum liðunum undir venjingina síðst í januar, men síðani kappingarlok og fram til januar mánaði, venja KÍ-spælararnir innandura tvær ferðir um vikuna.
Jóannes Jakobsen er triðja árið á rað venjari hjá KÍ, og hann hevur millum annað fyrireikað seg til næsta kappinagrár við eini vitjan í FCK.