EIÐI
Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rólant Poulsen, dugir at taka til, og tá vit hittu hann í telefonini seint týskvøldið, helt hann fyri, at størstu arbeiðsplássini á Eiði eru at ansa børnum og gomlum.
- Tíverri, legði hann aftrat.
Men borgarstjórin kann samstundis fegnast um, at karmarnir um vinnulív í kommununi eru góðir, eins og umstøðurnar hjá børnum við nýggjum barnagarði, eldrasambýli og góðum umstøðum við skúla og ítróttarhøll eru teir bestu, ið hugsast kunnu.
Lítið fiskaarbeiði
Rólant Poulsen harmast um, at meiri virksemi ikki er á Norðís Seafood, sum gjøgnum mong ár hevur verið tað stóra arbeiðsplássið í bygdini.
- Her hevur rættiliga lítið arbeiði verið í longri tíð, men vit kunnu bara vóna, at lív fer at koma í aftur.
Borgarstjóranum kunnugt eru arbeiðsfólkini á Norðís Seafood framvegis í starvi og so leingi, tey ikki eru uppsøgd, er vón um, at meiri virksemi aftur verður á virkinum.
- Vit hava eisini Bátafisk, har ungir menn arbeiða akkord. Tað er serliga útróðrarfiskur, sum verður keyptur, men tá lítil útróðrarfiskur er, verður viðhvørt annar fiskur keyptur á uppboðssølu.
Sum skilst á borgarstjóranum, verður útróðrarfiskur pakkaður á Bátafisk, sum síðan verður útfluttur feskur.
- Bátafisk virkar soleiðis sum ein ventilur, ið kann verða við til at uppihalda einum marknaðarprísi á fiski í Føroyum.
Annað virksemi
Rólant Poulsen sigur, at á havnalagnum er eisini virkið, sum tekur ímóti fráfalli hjá laksakryvjivirkinum.
- Hetta er eitt virkið, sum laksaframleiðarar eiga, og sum virkar fráfall og deyðan alifisk til lýsi.
Hann sigur, at í minsta lagi einaferð um mánaðin kemur farmaskip eftir lýsi, sum verður pumpað av virkinum og í tangar umborð á skipinum.
- Vanliga eru tað norsk skip, sum koma eftir lýsinum, men onkuntíð hevur onkur russari eisini verið á Eiði. Hetta eru skip, sum liggja um einar 100 metrar og taka eini 1000-1200 tons, leggur hann aftrat.
Rólant sigur, at slík afturvendandi vitjan gevur kommununi nakað av inntøkum í vøru- og havnagjaldi.
Á havnalagnum á Eiði er eisini virkið, ið eitt nú virkar úr skræðu, sum verður brúkt í heilivágsídnaðinum.
- Vit vita ikki nógv um hetta virksemi, men sum vit hava skilt, er her talan um dýra framleiðslu, sigur borgarstjórin.
Rólant Poulsen sigur, at eitt annað virkið á Eiði, er virkið Tonito sum ger brævbjálvar, og her eru eini 3-4 fólk til arbeiðis.
- Vit hava eisini nakrar handverksmeistarar í kommununi, sum arbeiða her í økinum, tá okkurt er at gera, men sum annars arbeiða aðrastaðni kring landið, tá virksemi í økinum er minni.
Borgarstjórin heldur ikki, at talan er um nakað serligt arbeiðsloysi í Eiðis kommunu.
Øktar inntøkur
- Við hækkaða skattaprosentinum á nýggjárinum í fjør eru skattainntøkurnar í ár øktar nakað. Í løtuni er skuldin hjá kommununi einar tvær miljónir krónur omanfyri eina álíkning, men vit vóna, at hesi viðurskifti koma upp á pláss aftur, tá komandi ár er hálvrunnið.
Rólant Poulsen vísir á, at ein álíkning liggur um slakar 19 miljónir krónur, og skuldin í dag liggur beint undir 21 miljónir krónur, harav langfreistaða skuldin liggur um 12 miljónir krónur.
Borgarstjórin sigur, at tá Felagsskúlin á Oyrarbakka, sum Eiðis kommuna er partur av, kostaði 28 miljónir heldur enn 14 – og útbyggingin av Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, sum kommunan eisini er partur av, kostaði 32 heldur enn 18 miljónir krónur, er greitt, at fíggjarliga myndin broytist.
- Men vit hava góðar vónir um, at fíggjarliga rásarúmið hjá Eiðis kommunu skjótt verður nakað størri, en tað er í dag, sigur borgarstjórin, Rólant Poulsen.