Útbygging
Vinnumálastýrið metir ikki, at nakað forðar fyri vinnuligari útbygging við ferjuleguna á Gomlu Rætt, verður sagt í brævi til Landsverkfrøðingin í samband við umsóknina frá Hólmalaksi um útbygging á Gomlu Rætt.
Í blaðnum í gjár varð sagt frá, at Hólmalaks í meira enn eitt ár hevur bíðað eftir svari upp á umsókn um útbygging á økinum við ferjuleguna á Gomlu Rætt.
Hóast umsókn er send myndugleikunum í mai mánaða í fjør, er enn einki endaligt svar komið, segði Jens Reinert, stjóri á Hólmalaksi við Sosialin í gjár.
Brævaskifti hevur verið millum Hólmalaks, Landsverkfrøðingin og Vinnumálastýrið um, hvørt tað ber til at byggja út til vinnuligt endamál við eina almenna samferðsluhavn.
Landsverkfrøðingurin vildi hava at vita frá Vinnumálastýrinum, um tað er politiskur vilji til at reka vinnuligt virksemi við eina almenna ferjuhavn.
Tað hevur Vinnumálastýrið svarað Landsverkfrøðinginum aftur upp á í skrivi dagfest tann 29. mai í ár, har millum annað verður sagt soleiðis:
» Vinnumálastýrið skal boða frá, at tað prinsipielt kann taka undir við at loyva vinnuligum virksemi á havnarlagnum, um tað møguliga eyka arbeiði, ið stendst av hesum, kann gerast innan fyri verandi fíggjarkarm hjá stovninum, og um Strandfaraskip Landsins kann taka undir við ætlanini. Havnin á Gomlu Rætt er fyrst og fremst ætlað sum samferðsluhavn, men um vinnuligt virksemi á havnarlagnum ikki nervar samferðsluviðurskiftini, sær Vinnumálastýrið onga orsøk til at nokta hesum.«
Viðari verður sagt í skrivinum, at mett verður kortini ikki, at íløgan í atløgusíðu verður raðfest á verandi íløguætlan, eins og tað eisini er lítið sannlíkt, at bátabrúgvar í havnini verða raðfestar ovarlaga.
Tað var Kirkjubøar Kommuna, sum hevði fyrispurning um at fáa bátapláss í havnini á Gomlu Rætt.
Sum skilst á skrivinum frá Vinnumálastýrinum, skal Strandferðslan eisini inn í málið, áðrenn tað er endalig avgreitt. Vinnumálastýrið vil tryggja sær, at ein møgulig útbygging ikki fer at tarna Teistanum.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sigur við Sosialin, at hann kennir als einki til hatta málið yvirhøvur. Hann hevur ikki sæð tað á stovninum, og hevur tí, sum vera man, onga viðmerking til tað.
Hóast Vinnumálastýrið hevur svarað Landsverkfrøðinginum tann 29. mai, hevur Hólmalaks einki frætt aftur um umsóknina, sum í fyrsta umfari varð send Kirkjubøar Kommunu tann 19. mai í fjør.
Tað metir felagið ikki vera nøktandi og rykkir tískil Landsverkfrøðingin eftir svari í brævi, sum sent er tann 16. august í ár, har millum annað verður víst á, at felagið Hólmalaks hevur fingið fígging til verkætlanina á Gomlu Rætt longu í juni 1999.