Óvist hvussu leingi Smyril fer at rulla

Strandferðslan væntar, at Smyril noyðist í dokk at gera stabilisatorarnar, men tað sleppur hann ikki, fyrrenn um ein góðan mánað

Tað er framvegis ógreitt, hvussu leingi Smyril fer at rulla so illa, sum hann ger í løtuni.
Tað eru nú tvær vikur síðani, at tey varnaðust, at ein flansi, sum helt einum pakningi í stabilisatorunum, var farin í báðum borðum og at stabilisatorarnir lóku olju.
Fyri ikki at taka nøkur óráð fyri og gera skaðan verri, varð gjørt av at lata vera við at brúka stabilisatorarnar, til greiða var fingin á støðuni.
Men hetta hevur ført við sær, at við ongum stabilisatorum, hevur Smyril rulla nógv verri enn vanligt.
Harafturat hevur veðrið verið ringt og sostatt eru eisini fleiri fráferðir avlýstar og í gjár sigldi Smyril slett ikki, tí hann hevði rullað so illa, at tey hildu ikki, at tað var ráðiligt at sigla við fólki og bilum. Tað var ikki tí at nakar sum helst vandi var á ferð,  at ferðir eru avlýstar, men tað er neyðugt at taka serlig atlit at ferðafólki og tungum flutningi, segði Strandferðslan.
 
Bíða eftir fólki
Men enn ber ikki til at siga nakað um, nær í brekið verður rættað.
Virkið, sum hevði gjørt stabilisatorarnar, skuldi senda fólk til Føroya at kanna brekið, men tey fólkini eru ikki komin enn.
So nú hevur Strandferðslan rykt eftir at vita, nær tey koma og hevur samstundis kravt, at tey koma beinanvegin.
Umboðini fyri framleiðaran skulu so kanna brekið og vita um tað ber til at umvæla tað, ímeðan Smyril liggur í sjónum.
- Framleiðarin kennir ikki til hetta slagið av brekið og tí eru eisini tey eitt sindur óviss um, hvussu farast skal fram, fyrrenn brekið er kannað, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.
Kortini metir hann, at sum tað sært út, eru smá útlit fyri, at tað kann umvælast, ímeðan Smyril er í sjónum og tí stúratey fyri, at tað verður neyðugt at senda hann av landinum í dokk.
- Vísir tað seg at brekið kann umvælast, ímeðan Smyril er í sjónum, verða tað óvæntað góð tíðindi, sigur Niels Juel Arge.
 
Ringt at sleppa í dokk
Men samstundis, sum bíðað verður eftir fólkinum frá verksmiðjuni, kannar Strandferðslan, hvar Smyril kann sleppa í dokk sum sjótast.
Men tað er lættari sagt enn gjørt, staðfestir stjórin á Strandferðsluni.
- Vanliga hava dokkirnar nógv at gera hesa tíðina, tí nógv skip brúka hesa árstíðina til at gera klárt til summarsiglingina, sigur Regin Vágadal, sum er rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.
Hann sigur, at tað, sum fyribils liggur í kortunum, er, at Smyril sleppur ikki í dokk fyrrenn síðst í apríl, ella um ein góðan mánað.
Men um hann kann fara í dokk tá, er óvist, tí tað verður neyðugt at útvega avloysaraskip ímeðan hann er í dokk.
Og tað hevur ikki enn eydnast at finna eitt hóskandi skip, hóast nakrir møguleikar eru.
Ananrs skuldi Smyril í dokk í nakrar vikur í september og tá varð avtalað gjørd um at leiga ferjuna St. Ola úr Estlandi, at loysa av.
Hon hevur loyst Smyril av fyrr, men hon er ikki tøk nú, sigur Niels Juel Arge.
fer Smyril í dokk nú, er ætlanin at gera sum mest so at hann sleppur undan at fara í dokk aftur í september, sum ætlanin annars var.
Annars er tað heldur ikki greitt, hvør skal gjalda fyri brekið við stabilisatorunum.
Vanliga trygdin frá verksmiðjuni er bara eitt ár.
Men Regin Vágadal sigur, at Strandferðslan fer at tryggja sær, at onki er galið við tilfarinum ella okkurt líkandi brek er, sum eigur at føra við sær, at framleiðarin eigur at taka umvælingina á seg, hóast trygdin frá verksmiðjuni bara er eitt ár.
Av tí, at tað enn er óvist, hvussu brekið kann rættast, er samstundis eisini ómøguligt at vita, hvussu nógv tað fer at kosta.