((Jan Müller, blaðstjóri handaði á samkomu í Miðlahúsinum fríggjakvøldið Sofusi Olsen heiðursbræv fyri at gerast ársins mann 2005 og segði: -Ársins maður er sandingurin Sofus Olsen, cand.polit. Tað er [...] yvirmetast. Við síni avgerð hevur Sofus Olsen sett fokus á eitt sera týdningarmikið øki: nevniliga listarlig tilboð uttan fyri høvuðsstaðin. Listasavnið á Sandi fer ikki bara at hava stóran mentanarligan týdning [...] savninum sítt listasavn. Hetta tryggjar, at eitt tað mest forkunnuga privatsavnið í Føroyum verður verandi á føroyskum hondum. Talan er um list, sum hann hevur savnað ígjøgnum eitt langt lív sum listasavnari.
uppsøgnina, hevur mist álitið á stjóranum - og tað er rættiliga álvarsamt. So álvarsamt, at aðrir stjórar høvdu allarhelst pakkað saman, um teir fingu at vita, at nevndin ikki hevði álit á teimum. Hinvegin kann [...] Vágatunnlinum og tá hetta felag keypti eitt neyðaggregat frá el-felagnum SEV. Málið varð tikið upp á umboðsnevndarfundi, sum er hægsta valdið í SEV. Spurningurin var tá, um ein embætismannakanning skuldi [...] týðandi sessur við síðuna av arbeiðnum skapar eisini eina ávísa ónøgd. Harafturat kann sigast, at ein maður í stjórastarvi hevur nógvar leiðsluroyndir og ger hann væl kompetentan til formansarbeiðið í eini
Vilhelm. Hjarta á røttum stað Uttan mun til, hvat málið snúði seg um, so komu meiningarnar og hugleiðingarnar hjá Atla altíð frá einum vælmeintum hjarta. Hetta hjartaliga, sum setti sín dám á alt, hann tókst [...] um Atla bórust so knappliga, er tað tí ikki so løgið, at Vilhelm heldur tað vera trupult at seta orð á kenslurnar. - Eg veit ikki, hvussu eg skal málbera meg. Sjálvt um vit vistu, at heilsan hjá Atla var [...] til skipini í Barentshavinum og aðrastaðni fyri at vita, hvussu gekst, so um morgunin, tá vit hittust á landsstýrisfundi var Atli altíð tann, sum hevði tey feskastu tíðindi frá fiskiskipunum. Hetta undraði
sum frammanundan rak fleiri handlar í Føroyum, sum nú vildi lata upp ein Jysk Sengetøjslager handil á teimum vindblástu oyggjunum, sum hann málber seg. Var ivasamur Sjálvur hevði danski dýnukongurin ongar [...] fekk rættindini til at nýta navnið hjá donsku handilsketuni, um øll vøran bleiv keypt inn frá teimum. Á vitjan síni í Danmark hevði Poul Jakobsen eisini tikið sonin hjá sær, Jákup, við, tí ætlanin var, at [...] handlinum, tí tað gingu bert tríggir dagar, so noyddist handilin at stongja, tí eingin vøra var eftir á goymslu. Umsitir 14 handlar í dag Jákup gjørdi tað so mikið gott í Føroyum, at handilin seldi fyri fleiri
størri press á landskassan, so hesin má fáa meira kapital, men frá hvørjum?. Tann vinnubólkurin sum veruliga skaffar virðini til landið »produktivi« bólkurin skal einki fáa av hesum. Tann maður og tann kvinna [...] samgonguni, til at hjálpa sær at fortelja veljaranum, hvat teir ætla við skattalættanum, og teir eru á einum máli um, at tann bólkurin sum stendur veikast í hesum samfelagnum ikki skal fáa lut í skattalættanum [...] kvinna sum standa á flakavirkjum kring landið og stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, bæði hjá sær og landi okkara frá morgum til kvøld dag út og dag inn. Teimun skal verða tikið frá og givin teimun
Atlantsflog Fríggjadagin var eg ein glaður maður! Tað viðgongur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Tað, sum gjørdi hann so fegnan, var tað, sum politikarar á Føroya Løgtingi høvdu at siga um ætlan [...] tjóðarflogfelagið okkara, Atlantsflogi. Hann dylir ikki fyri at hann frammanundan hevði ein ávisan ampa á sær fyri, hvat tinglimir fóru at siga um um ætlanina, serliga tí ið hugað verður um, at politikarar [...] heilt týðiligt, at Løgtingið er komið inn í eitt tíðarskeið, har tað veruliga er sinnað at seta hol á eina miðvísa einskiljingar-tilgongd. - Ì so máta var talan um eina sermerkta og søguliga viðgerð og
styrki at fáa Helenu á listan, eru tað eisini tey, sum meta hetta sum ein veikleika. Er tað so, at ónøgdin millum javnaðarfólk er so stór við, at persónur, ið tók seg úr flokkinum á sinni, nú vil sleppa [...] millimónirnar, sum uttan mun til hvussu tíðirnar vera koma at merkja fíggjarlógirnar framyvir. Helena Dam á Neystabø hevur, sum øll onnur, loyvi til at broyta meining, men hon má skapa størri trúvirði um seg [...] mótstøðan móti hennara kandidaturi eftir eina slíka sjálvrannsakan kortini er ov stór, so átti Helena Dam á Neystabø kanska at umhugsað støðuna. Tað eru bert fýra ár til næsta val. Óansæð, hvat Suðurstreymoyar
heiðursmerki vórðu latin SÍ. Tað gresjaði eisini eitt sindur undir skónum, tá vit fingu orðið á størsta veteranin á SÍ-liðnum. Suni Hansen er fuglfirðingur, men spælir í ár við SÍ. Hann var sjálvandi sera fegin [...] dystin, helt hann. Suni Hansen takkaði eisini áskoðarunum, sum stuðlaðu teimum óføra væl allan dystin á tamb, og teir gjørdu eisini dagin enn stuttligari hjá liðnum. Høvdu roknað við tí Júst afturkomin av [...] Eliasen heim til steypafinaluna, og við umstøðunum upp til dystin var greitt, at nógv fór at liggja á hansara herðum, nú ÍF skuldi royna at fáa sum frægast burturúr finaluni. Tað gekk einki serligt, og
lasta orsøkin, men harumframt høvdu vit eisini nakað av órógva á liðnum, akkurát meðan mest stóð á. Tað var júst tá, at vit høvdu tørv á arbeiðsfriði, so hetta hevði sjálvandi eisini sítt at siga. - Tú [...] eins væl, tá hon ikki var við, og tað er ikki fyrr enn nú, at vit aftur hava fingið hetta at rigga. Maður kemur tó í mans stað, verður sagt. Soleiðis tóktist eisini at vera í Klaksvík, tá litaviski stórskjúttin [...] dag, so hon verður so avgjørt ein stórur styrkur framyvir. Einki um komandi ár Tá tosið fellur inn á framtíðina, spyrja vit at enda Rógva, um hann longu nú hevur eina hóming av, hvussu fer at standa til
bilarnir, ið vórðu kannaðir, vóru í fínasta standi, og allir førararnir sótu spentir við koyrikorti uppi á sær. Frá tórsdegi til leygardag steðgaði løgreglan 477 akførum, og í tí sambandinum skrivaðu løgreglufólkini [...] skrásettur hjá løgregluni. Klubbaklandur Leygarmorgun varð løgreglan boðsend úr einum klubba í Havn. Ein maður hevði fingið nevan, og fyribils úrslitið var ein brotin framtonn. Ongin varð handtikin, men løgreglan [...] at løgreglan noyddist at taka teir við í brummuna at sova promilluna av sær. Tveir aðrir, sum lógu á gøtuni sunnumorgunin vóru eitt sindur birgari tá avtornaði. Annar varð koyrdir til húsar í løgreglubili