Flogbóltur
Av onkrari grund, sum er hesum skrivaranum ókend, tveittu overfegnu áskoðararnir rís eftir vinnarunum, tá steyp og heiðursmerki vórðu latin SÍ. Tað gresjaði eisini eitt sindur undir skónum, tá vit fingu orðið á størsta veteranin á SÍ-liðnum. Suni Hansen er fuglfirðingur, men spælir í ár við SÍ. Hann var sjálvandi sera fegin um at hava vunnið steypafinaluna, men tað var ikki frítt, at hann eisini hevði samkenslu við ÍF, sum hevði so ringar umstøður upp undir finaludystin.
- Sjálvandi er tað gott at vinna, og eg eri glaður, men tað hevði verið enn stuttligari, hevði ÍF-liðið verið fullmannað, helt Suni Hansen, sum eftirhondini hevur upplivað tað mesta, sum er vert at uppliva í føroyskum flogbólti.
Men samanumtikið var lagið gott.
- Føroyameistaraheitið er fokið, og tað kunnu vit takka okkum sjálvum fyri, men tað at vinna steypafinaluna stendur ikki nógv aftanfyri. Lið, sum vinna føroyameistaraheitið, hava upplivað, at tað bara hava verið eini 10-15 áskoðarar til tann avgerandi dystin. Tað stendur so ikki mát við umstøðurnar her. Hetta er sera stuttligt at vera við til, segði Suni.
Um spælið helt hann, at tað kanska hevur verið betri fyrr, men hann rósti serliga blokkinum fyri gott arbeiði.
- Í øðrum setti dovna vit eitt sindur, men vit vakna aftur. Og í hinum báðum settunum var eingin ivi, so samanumtikið kunnu vit vera væl nøgdir við dystin, helt hann.
Suni Hansen takkaði eisini áskoðarunum, sum stuðlaðu teimum óføra væl allan dystin á tamb, og teir gjørdu eisini dagin enn stuttligari hjá liðnum.
Høvdu roknað við tí
Júst afturkomin av venjingarlegu við fótbóltslandsliðnum í hinum endanum av Evropa kom Bartal Eliasen heim til steypafinaluna, og við umstøðunum upp til dystin var greitt, at nógv fór at liggja á hansara herðum, nú ÍF skuldi royna at fáa sum frægast burturúr finaluni.
Tað gekk einki serligt, og tá alt kom til alt, var ósigurin rættiliga greiður.
- Sjálvandi eri eg vónbrotin, tí vit taptu. Men í roynd og veru høvdu vit roknað við, at tað fór at enda soleiðis, tí sum øll vita, hava umstøðurnar og fyrireikingarnar hjá okkum verið alt annað enn góðar. Men tað merkir sjálvandi ikki, at vit ikki fóru inn fyri at vinna, og vit trúðu eisini uppá, at tað kundi bera til, segði Bartal Eliasen, sum eisini sá troyttur út eftir eina strævna viku.
- Men vit koma sterkt aftur. Síggja vit burtur frá Ólavi Ellingsgaard var elsti maður hjá okkum í dag 27 ár, so liðið hevur tíðina fyri sær, segði Bartal Eliasen.