Skiparin fór at selja dýnur

Í ævissøgu síni greiðir kendi danski dýnukongurin, Lars Larsen, frá, hvussu tað bar til, at ein fiskiskipari fór í land at selja dýnur í Føroyum

Lars Larsen greiðir í bók síni "Go daw, Jeg hedder Lars Larsen" frá, at hann í 1984 fekk vitjan úr Føroyum. Tað var Poul Jakobsen, sum frammanundan rak fleiri handlar í Føroyum, sum nú vildi lata upp ein Jysk Sengetøjslager handil á teimum vindblástu oyggjunum, sum hann málber seg.

Var ivasamur
Sjálvur hevði danski dýnukongurin ongar ætlanir um at lata upp handil í Føroyum, og tí bleiv ein avtala gjørd við Poul Jakobsen um, at hann fekk rættindini til at nýta navnið hjá donsku handilsketuni, um øll vøran bleiv keypt inn frá teimum.
Á vitjan síni í Danmark hevði Poul Jakobsen eisini tikið sonin hjá sær, Jákup, við, tí ætlanin var, at hann skuldi reka handilin. Lars Larsen sigur í bók síni, at hann var rættuliga ivasamur, tí Jákup var ikki handilsmaður, men fiskiskipari, og tí var ivasamt, hvat Jákup hevði av kunnleika til dýnur, seingjarklæðir og tílíkt. Tó sigur Lars Larsen, at tað skjótt vísti seg, at einki var at óttast.
Jákup lat upp ein risastóran handil í Havn, og tað vísti seg skjótt, at føroyingar tóku sera væl ímóti handlinum, tí tað gingu bert tríggir dagar, so noyddist handilin at stongja, tí eingin vøra var eftir á goymslu.

Umsitir 14 handlar í dag
Jákup gjørdi tað so mikið gott í Føroyum, at handilin seldi fyri fleiri milliónir árliga, og nøkur ár eftir at handilin lat upp í Føroyum, spurdi hann Lars Larsen, um hann kundi sleppa at lata upp í Íslandi eisini. Hetta játtaði Lars Larsen, og í dag eru ikki færri enn fýra Jysk Sengetøjs handlar í Íslandi, og hesir handlar selja fyri langt oman fyri 100 milliónir um árið, skrivar danski dýnukongurin í bók síni.
Tá ið Jákup og Lars Larsen høvdu samstarva í 10 ár, vóru danin og kona hansara á vitjan hjá føroyska skiparanum, og tá fekk Jákup eina stórfingna jubileumsgávu frá danska dýnukonginum. Jákup hevði fleiri ferðir yvir fyri Lars Larsen sagt, at hann gott kundi hugsað sær fleiri handlar, men at rúm ikki var fyri fleiri í Íslandi. Tískil gjørdi Lars Larsen ikki mætari enn at geva Jákupi Kanada í jubileumsgávu! Jákup var sjálvsagt fegin um gávuna, og eftir at hava fyrireikað seg í eitt ár, lat føroyingurin upp Jysk Linen'n Furniture í Vancouver í Kanada, og í dag hevur føroyski fiskiskiparin ikki færri enn 14 handlar í Kananda, umframt nakrar í teimum baltisku londunum. Tískil er Lars Larsen komin til tað niðurstøðu, at ungi fiskiskiparin var maður fyri sínari uppgávu, og í bók síni sigur hann, at hann ivast ikki í, at føroyingurin um fá ár hevur yvir 50 handlar undir sær.