Bjarni Djurholm ovfarin

- Eg var ovfarin at hoyra, hvussu jaligir løgtingslimir vóru fríggjadagin, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður

Einskiljingin av Atlantsflog
 
 
Fríggjadagin var eg ein glaður maður!
Tað viðgongur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Tað, sum gjørdi hann so fegnan, var tað, sum politikarar á Føroya Løgtingi høvdu at siga um ætlan hansara at selja ein part av tjóðarflogfelagið okkara, Atlantsflogi.
Hann dylir ikki fyri at hann frammanundan hevði ein ávisan ampa á sær fyri, hvat tinglimir fóru at siga um um ætlanina, serliga tí ið hugað verður um, at politikarar, bæði úr samgongu og andstøðu hava verið sera atfinningarsamir.
Løgtingið viðgjørdi málið í gjár og tá ið avtornaði, kundi Bjarni Djurholm ikki annað enn staðfesta, at tinglimir sum heild tóku sera undir við ætlanini at einskilja Atlantsflog og at tað er stórur meiriluti í Løgtinginum fyri ætlanini.
- Bæði samgonga og andstøða viðgjørdi uppskotið sera sakliga og hetta er eitt fullgott prógv um, at tað ber til at viðgerða eitt mál siðiliga og sakliga tvørtur um floksmark og ímillum andstøðu og samgongu.
- Tað, sum eg var serliga fegin um, er, at andstøðan var so jalig. Tað vísir, at hetta er ikki bara ein ætlan hjá  samgonguni, men ein ætlan hjá øllum Løgtinginum.
- Tað er heilt týðiligt, at Løgtingið er komið inn í eitt tíðarskeið, har tað veruliga er sinnað at seta hol á eina miðvísa einskiljingar-tilgongd.
- Ì so máta var talan um eina sermerkta og søguliga viðgerð og tað var eg ómetaliga glaður fyri.
Bjarni Djurholm heldur, tað er ikki bara gott fyri einskiljingar-tilgongdina, at politiska semjan er so stór.
- Tann størsti vinningurin er kanska fyri Atlantsflog sjálvt, tí hevði stór ósemja tikið seg upp í tinginum, hevði tað elvt til órógv og óvissu og tað kundi verið til stóran ampa fyri felagið.
Bjarni Djurholm hevur skotið upp at selja 33% av Atlantsflogi. Ætlanin var so, at Løgtingið einaferð seinni einaferð skuldi samtykkja at selja 33% afturat.
Men nú tingið viðgjørdi málið, er hann serstakliga fegin um, at nógvir tinglimir, heltu til at venda aftur til upprunaligu ætlanina um at selja 66% av Atlantsflogi.
Verður tað úrslitið, verður tað ein stórur fyrimunur fyri møguligar keyparar, tí so vita teir frá fyrsta degi, hvat teir hava at halda seg til, heldur enn at  33% verða seld nú og so skulu teir dúva upp á at løgtingið ger eina samtykt afturat, sum teir í veruleikanum onga trygd hava fyri.
Men tað er eisini ein fyrimunur fyri Atlantsflog, tí nú veit eisini felagið, hvørjar karmar tað hevur at halda seg til.
Men endar tað við, at bara 33% verða seld nú, er tað tann næstbesta loysnin og als ikki nøkur vánalig loysn, heldur hann.