Óli Hans Biskopstø
?????????????????
Bárður Nielsen hevur nú fingið formannin Jørgin Niclasen fyri hin sambandsflokkin í samgonguni, til at hjálpa sær at fortelja veljaranum, hvat teir ætla við skattalættanum, og teir eru á einum máli um, at tann bólkurin sum stendur veikast í hesum samfelagnum ikki skal fáa lut í skattalættanum, sum teir í loynikrókinum hava snikkað saman, men skal gjalda heldur meira um tað stóð til teirra. Har kemur so Hans Pauli Strøm og gevur eina hjálpandi hond, vit hækka bara sammhaldsfasta gjaldið, so taka vit tað sindrið tey fáa, frá teimun.
Hvussu ætla hesir menn at byggja landið, og hvør skal gjalda fyri hettar, sum hesir klóku menn hava hugsa um at fremja í verki. Sambandsflokkurin hevði tvey orð, sum varð nógv brúkt síðst í 80 inum. »Produktiv vinna« og »óproduktiv vinna«, hvar eru tey farin, báðir sambandsflokkanir hava í síni stremban eftir at sleppa at brúka danskar pengar gloymt, hvar teir veruligu virðini koma frá, og tað sigur Bárður Nielsen beinleiðis í samrøðu við Sosialin.
? Men hann sigur, at uppskotið er snikkað saman sum tað er, fyri at eisini handverkarar, lærarar, sjúkrasystrar, pedgogar og onnur, sum ikki kunnu sigast vera hálønt, somuleiðis skulu fáa nakað burturúr.
? Somuleiðis skulu fáa naka burturúr ljóðar sum at hesin bólkur skal fáa nakað, men ikki so nógv sum tann hægrið bólkurin. Hesir bólkar eru ikki í tí vinnuni, sum skapar kapital til landið, men í tí vinnuni, sum eru tænastuvinnur sum fáa kapital frá einari vinnu, sum skapar kapital til landið. Skulu hesar fáa størri skattalætta, so vil hettar seta størri press á landskassan, so hesin má fáa meira kapital, men frá hvørjum?.
Tann vinnubólkurin sum veruliga skaffar virðini til landið »produktivi« bólkurin skal einki fáa av hesum. Tann maður og tann kvinna sum standa á flakavirkjum kring landið og stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, bæði hjá sær og landi okkara frá morgum til kvøld dag út og dag inn. Teimun skal verða tikið frá og givin teimun, sum hava nógv í forvegin. Hvar er tann forkvinnan fyri tann bólkin blivin av, hon sum hevur staðið á hægstu tindum og rópt um lønarhækkan betri kor til arbeiðaran, hvar er hon nú. Flokkur hennara er komin at sita við valdinum, bíðar hon til hon fær loyvi at úttala seg frá formanni hennara, hevur hon gloymt, hvat hon er vald til? vendir hon nú limun sínum bakið? Ella er hon sum lús í millum tvær negl, nei eg spyrji.
Føroyingurin má standa spyrjandi. Eg geri.