eisini nógv fólk, ið duga væl til hendurnar. Style Jam gevur hesum møguleika at hittast, arbeiða saman tvørtur um fakmørk, fáa íblástur og menna vitan og tilvitan um sítt egna og tað, ið onnur hava at bjóða [...] og slóðbrótandi úrslit. Og úrslitini vóru sera góð seinast, har 6 bólkar kappaðust um fyrstaplássið. Tá var tað Barbara í Gongini, sum júst hevur vunnið Mentanarvirðisløn Landsins, sum var ein av dómarunum [...] stórar menningarmøguleikar í fleiri av bólkunum. Hesaferð verður tað designarin Jóhanna av Steinum, ið verður ein av dómarunum. Jóhanna er útlærd frá kenda designskúlanum Central Saint Martin í London og
rin hjá teimum á Skálafjørðinum ikki so góður, men tá ið teir høvdu róð hundrað metrar, var Tjaldrið á heiðursmerkjaplássi, og hóast Junkarin, Blikur, Teistin og Royndin Fríða í eina løtu bjóðaðu av, so [...] hjá Havnar Róðrarfelag vann í 2008, Hvassi av Oyri vann í 2007, Frúgvin úr Miðvági vann í 2006, og Blikur av Argjum vann í 2005. Enn skulu nógv tøk takast, áðrenn tað verður greitt, hvør fer at vinna FM
breitt og sakligt orðaskifti um tey stóru og álvarssomu málini, ið fara at mynda ikki bert verandi ár men eisini okkara framtíð í næstu øld, so meta vit tað vera avgerandi neyðugt at fylgja øllum tí, ið bylgist [...] landsstýrið fer m.a. at leggja fram ?Hvítbók? við úrslitinum av arbeiðinum hjá fleiri arbeiðsbólkum, ið settur eru at arbeiða við fullveldinum. Hetta tilfarið er ætlað sum grundarlag undir einum breiðum [...] umhvørvinum annars til fyrsta politiska landsfundin í ár. Næsti landsfundurin verður í Lorvík 10. apríl. Tá stendur fólkaflokkurin fyri tørni.
Tvær bátslongdir. Tað var munurin millum tveir teir fremstu bátarnar, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappróðu. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum vann, og tað var báturin úr Fuglafirði, sum saman við [...] Vestmanna. 5 mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir 05:35.13 2 Drekin 05:40.02 3 Firvaldur 05:50.13 4 Blikur 05:53.01 5 Havfrúgvin 06:01.22
tosað um viðurskifti, sum hava vit bøkur og bókmentir at gera. Okkum vantar eitt sakligt kjak, ein góðan dialog, tá ið tað snýr seg um alla list, mentunarpolitikk og dygd. Gongulag Skal mentunarpolitikkurin [...] politikarar finna eitt felags gongulag. Eina ábending um, hvussu gongulagið verður, fáa vit týsdagin, tá ið aðalorðaskifti verður um álitið. - Politikarar skulu leggja dent á menning. Teir skulu hugsa seg væl [...] millum listafólk og Mentamálastýrið. Eg vildi mett, at álitið eigur at fáa breiða undirtøku, men tá ið tað kemur til mentan í Føroyum tori eg ikki at vænta nakað frammanundan. Eg kann bara vóna. Listafólkini
talið er ikki uppgjørt enn, men tað er greitt, at tað kostaði í hvussu so er 54 trolaramonnum lívið, tá ið ein russiskur trolari fórst í gjár eystur úr Kamsjakka hálvoynni í Russlandi. Sambært tíðindastovuni [...] slagi sum hesari var eystur úr Russlandi. Ta ferðina var tað ein trolari úr Suðurkorea, sum sakk í ódnarveðri. Tá vórðu 52 av manningini, sum taldi 60, ikki afturfunnir. [...] upp. Hetta gekk so skjótt fyri seg, at tað ikki vóru stundir at senda út neyðarkall, áðrenn trolarin sakk. Í gjár varð sagt, at 43 trolaramenn vóru saknaðir, men í morgun er talið hækkað til 54. Samlaða
ðin, ið stendur hinumegin vegin frá spreingingini fekk eitt heilt horn burtursprongt, og stórir klettar vóru fastir í fasaduni. Fólk vóru farin heim til døgverða so eingin var inni í húsinum, tá sprongt [...] formaðurin Pole Joensen á Landingarmiðstøðini. Fýra bilar Leygardagin var aftur sprongt og hendi tá sama sak. Ein bilur gjørdist vrak og tríggir aðrir fingu stóran skaða. Eisini regnaði grót niður gjøgnum
stilla upp, tá val er, so í staðin fyri at grenja um hetta valdu vit at gera nakað við málið. Og tað endaði so við hesum politiska skúlanum, sigur Bill Justinussen. Tað vísti seg eisini, at tá lærarar skuldu [...] kaffisteðgur, áðrenn undirvísingin helt fram í enn ein tíma. - Hesaferð var tað sum nevnt Sjúrður Skaale, ið stóð fyri undirvísingini, men vit hava heitt á fleiri onnur um eisini at taka eitt tørn, og hesum hava [...] sleppa inn á ting, um tað var málið í sjálvum sær. Hann vísti eisini á, hvussu tú kanst velja tær eina sak og ein málbólk og so arbeiða við tí, og Sjúrður dugdi sera væl at greiða frá, sigur Bill Justinussen
Kongsdóttir og fram við havnarlagnum í Runavík róðu kvinnurnr úr Fuglafirði rættan uppvísinginsróður. Tá ið Erla Kongsdóttir fór um málið vóru tað fimm bátslongdir aftur til næsta bátin, og tí var Erla Kongsdóttir [...] Á norðoyastevnu vann Erla Kongsdóttir. Tá var sigurin ikki heilt so trivaligur, sum hann ofta hevur verið undanfarnu árini. Spurningurin var so, um tað fór at eydnast øðrum bátum at bjóða av og harvið [...] fáa spenning í hesa kappingina. Onkur bátur royndi at bjóða av, men tað varð ongantíð spennandi. Blikur royndi at spíla seg út, og inntil hálvur teinurin var rógvin, var tað ikki leyst millum bátarnar
floyturnar, og manningarnar koyrdu aftaná. Fólkið savnaðist í neystinum, har tað, sum tað altíð verður, tá ið tað hevur verið kappróður, varð bjóðað suppa. Umleið hundrað fólk vóru møtt at taka ímóti og fagna [...] vinna tríggjar róðrar. Áhugin fyri felagnum er yvirhøvur stórur. Men tað er einki at liggja omaná, at tá ið tað gongst, sum tað gjørdi hesa ferð, so sást tað serliga væl, hvussu stórur áhugin er, sigur Sigurd [...] kortini, at tað fer at eydnast betri, enn tað hevur gjørt higartil, sigur felagsformaðurin á Argjum. Tá ið hann roknar manningarnar upp, sum umboða felagið í summar, sigur hann fyrst, at tað eru seks manningar