ÁRIÐ 1999 verður eitt ár við stórum politiskum avbjóðingum - á nógvum økjum. Til hesar avbjóðingar hoyrir m.a., at landsstýrið fer m.a. at leggja fram ?Hvítbók? við úrslitinum av arbeiðinum hjá fleiri arbeiðsbólkum, ið settur eru at arbeiða við fullveldinum. Hetta tilfarið er ætlað sum grundarlag undir einum breiðum orðaskifti um komandi politisku gongdina í Føroyum og her serstakliga í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Andstøðuflokkarnir hava so eisini boðað frá sínum alternativum til ætlaninar hjá landsstýrinum. Meðan javnaðarflokkurin hevur lagt sín politikk fram í eini pjesu, sum er send í hvørt hús og sum byggir á størri sjálvstýri, so hevur sambandsflokkurin fyribils boðað frá, at hann er fyri broytingum, men hesar skulu helst vera innan fyri verandi heimastýriskarmar. Alt bendir tí á, at vit fáa eitt sera heitt og virkið politiskt ár.
TAÐ er eisini við hesum í huga, at Sosialurin fer viðgera og dekka teir politisku og her eisini teir flokspolitisku landsfundirnar/flokstingini so væl, sum hetta nú einaferð ber til. Nógvir av fundunum eru ikki almennir, og tí mugu vit troyta teir møguleikar, sum eru.
TIL tess at fáa eitt breitt og sakligt orðaskifti um tey stóru og álvarssomu málini, ið fara at mynda ikki bert verandi ár men eisini okkara framtíð í næstu øld, so meta vit tað vera avgerandi neyðugt at fylgja øllum tí, ið bylgist bæði í teimum politisku flokkunum og millum manna, her eitt nú í vinnulívinum og í fakfeløgunum.
HETTA vikuskiftið hevur størsti flokkurin í landinum, Tjóðveldisflokkurin, floksting í Havn. Áhugavert verður at frætta, hvar flokkurin stendur í dag, nú skjótt eitt ár eftir, at hann fór í landsstýrið. Eru stuðlar floksins nøgdir við arbeiðið hjá flokkinum í Tinganesi? Hvørja støðu hava teir til samstarvið við hinar báðar flokkarnar, og hvat verður hildið atfinningar og sjónarmið hjá andstøðuni til aktuell mál sum so pensónsmálið?
SAMANUMTIKIÐ verður áhugavert at hoyra, hvat flokstingið hjá landssins størsta flokki kemur til og hvussu niðurstøðurnar, sum verða gjørdar á fundinum, fara at ávirka og mynda komandi politisku gongdina í samfelagnum. Samtíðis verður tað áhugavert at fáa reaktiónirnar frá politiska umhvørvinum annars til fyrsta politiska landsfundin í ár. Næsti landsfundurin verður í Lorvík 10. apríl. Tá stendur fólkaflokkurin fyri tørni.