Stór feløg eiga framtíðina

Dreingirnir á Tjaldrinum og genturnar á Jallinum vóru vunnu í sera tøttum kappingum

Kappróður

 

Fýra ferðir hevur FM staðið upp á spæl í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Drekin hjá Havnar Róðrarfelag vann í 2008, Hvassi av Oyri vann í 2007, Frúgvin úr Miðvági vann í 2006, og Blikur av Argjum vann í 2005.

Enn skulu nógv tøk takast, áðrenn tað verður greitt, hvør fer at vinna FM í 2009 í kappingini millum gentumanningar. Um úrslitið á Norðoyastevnu skal vera grundarlag undir meting, so bendir alt á, at tað verður nýtt felag, sum hesa ferð verður FM vinnari.

Jallurin hjá stóra Róðrarfelagnum Knørri vann. Talan var um tætta uppgerð við Firvald av Tvøroyri, men Jallurin var fremstur mest sum allan 1000 metra teinin. Hesir báðir bátarnir vóru so mikið langt undan hinum, at tað er torført at ímynda sær annan vinnara í næstsu kappingunum. Men kappingin millum Firvald og Jallin var so mikið tøtt, at tað ivaleyst eisini fer at verða heilt spennandi á Sundalagsstevnu.

 

Sigursvanda Tjaldrið

Kanska var startspurturin hjá teimum á Skálafjørðinum ikki so góður, men tá ið teir høvdu róð hundrað metrar, var Tjaldrið á heiðursmerkjaplássi, og hóast Junkarin, Blikur, Teistin og Royndin Fríða í eina løtu bjóðaðu av, so vóru teir á Tjaldrinum teir drúgvastu.

Kappingin var ógvuliga tøtt, og tað var hugaligt at staðfesta, at tað vóru fleiri, sum bjóðaðu seg fram, og sum kunnu roknast sum møguligir vinnarar í næstu kappingunum.

Tjaldrið tóktist sera sannførandi í endaspurtinum, og á málinum var guli báturin tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Junkaran og Blik, sum saman við Royndini Fríðu vóru í tættari kapping um næstu heiðursmerkjaplássini.

Kappróðrarfelagið NSÍ hevur fostrað nógvar góðar rógvarar. Fleiri teirra hava tikið fyrstu tøkini umborð á Tjaldrinum. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast í ár. Síðstu FM heitini hjá dreingjamanningini á Tjaldrinum vórðu vunnin í 2000 og 2001.