Stórur spreingiskaði í Sørvági

Spreingingirnar til nýggju egningarmiðstøðina í Sørvági hava fingið eina vána byrjan.
Fríggjadagin fór eitt hálvt tons av gróti inn í Landingarmiðstøðina á bryggjuni, og eitt døgn seinni regnaði tað aftur grót. Hesuferð vóru tað fýra bilar og ein goymslubygningur, sum stóðu fyri skotinum.

Tað eru tveir ymiskir spreingimeistarar, sum hava sprongt, og politiið í Vágum sigur, at væl hevur verið dekkað yvir áðrenn sprongt er.
- Vit vita ikki, hvat sum er hent. Arbeiðseftirlitið er á veg vestur í dag at kanna, hvat kann vera galið, sigur Kristian Olsen, arbeiðsleiðari.
Báðar spreingingarnar orsakaðu stóran materiellan skaða, men takk og lov ongan menniskjaligan. Landingarmiðstøðin, ið stendur hinumegin vegin frá spreingingini fekk eitt heilt horn burtursprongt, og stórir klettar vóru fastir í fasaduni.
Fólk vóru farin heim til døgverða so eingin var inni í húsinum, tá sprongt varð. Nógvur fiskur fór til spillis, og ikki ber til at arbeiða har nú.
- Vit fáa ikki gjørt nakað her nú, so fiskurin fer inn á Toftir, sigur formaðurin Pole Joensen á Landingarmiðstøðini.

Fýra bilar
Leygardagin var aftur sprongt og hendi tá sama sak. Ein bilur gjørdist vrak og tríggir aðrir fingu stóran skaða. Eisini regnaði grót niður gjøgnum takið á einum goymslubygningi hjá Hugo Fjørðoy.
- Eftirsum tað eru tveir ymiskir menn sum hava sprongt, so er onki galið við teimum, sigur Kristian Olsen.
Um tað er grótið ella nøgdin av spreingievni, sum so er galið við skal Arbeiðseftirlitið kanna.