- Sum ein lítil flokkur er altíð trupult at fáa fólk at stilla upp, tá val er, so í staðin fyri at grenja um hetta valdu vit at gera nakað við málið. Og tað endaði so við hesum politiska skúlanum, sigur Bill Justinussen.
Tað vísti seg eisini, at tá lærarar skuldu finnast til skúlan, ivaðust teir spurdu so at siga ikki, men vóru til dystin fús beinanvegin.
- Ætlanin var, at tað skuldi undirvísast, ikki í Miðflokkapolitikki, men í politikki generelt, sigur Bill Justinussen.
Fyrsta skeiðið var so hildið í gjárkvøldið, og fyrireikararnir eru sera væl nøgdir við bæði uppmøting og undirvísing.
- Eini 65 fólk høvdu tenkað seg til undirvísingina, og tey mundu vera møtt øll. Hesaferð var tað Sjúrður Skaale, sum hevði alla undirvísingina, og tað riggaði ógvuliga væl, sigur Bill Justinussen.
Undirvíst var fyrst í hálvan annan tíma, og síðani var ein kaffisteðgur, áðrenn undirvísingin helt fram í enn ein tíma.
- Hesaferð var tað sum nevnt Sjúrður Skaale, ið stóð fyri undirvísingini, men vit hava heitt á fleiri onnur um eisini at taka eitt tørn, og hesum hava tey játtað, sigur Bill Justinussen.
Fleiri økir
Evnið hjá Sjúrða Skaale var meiri yvirskipaður politikkur, og hann dró fram bæði teori og royndir frá veruliga lívinum.
- Hann vísti á dømir á, hvussu ein skuldi bera seg at við at sleppa inn á ting, um tað var málið í sjálvum sær. Hann vísti eisini á, hvussu tú kanst velja tær eina sak og ein málbólk og so arbeiða við tí, og Sjúrður dugdi sera væl at greiða frá, sigur Bill Justinussen.
Miðflokkurin hevur valt fleiri ymisk evni og fleiri ymiskar lærarar at bera hesi evni fram. Anfinn Kallsberg fer á komandi skúlum at greiða frá fíggjarlógararbeiði, Rúni Rasmussen frá miðumsitingini fer at greiða frá sínum ryndum har, Magni Laksáfoss fer at greiða frá um búskap og Hjørdis Háberg Petersen fer at greiða frá um kvinnur í politikki. Hon er fyrrverandi limur í Demokratia og hevur somuleiðis stillað upp til val áður.
- Hesir politisku skúlar eru ein gyltur møguleiki hjá bæði kvinnum og monnum, sum umhugsa at fara upp í politikk, at kunna seg um politikk í breiðum høpi, sigur Bill Justinussen.
Sjúrður Skaale nam eisini við spurningin, hvat tað er, sum motiverar fólk at fara upp í politikk.
Gjøgnum veturin
Miðflokkurin hevur lagt til rættis fleiri av hesum politisku skeiðunum, sum verða hildin gjøgnum allan veturin.
- Næsta skeiðið verður um tríggjar vikur, men enn er ikki endaliga avgjørt, hvat evni og hvør lærari verður til tað skeiðið, sigu Bill Justinussen.
Øll leiðslan hjá Miðflokkinum var sjálvandi við í gjárkvøldið, uttan formaðurin, Jenis av Rana, ið er staddur í Svøríki.
- Men annars vóru øll møtt, bæði leiðslan hjá flokkinum og vit báðir Kartin Hansen og eg, sigur Bill Justinussen.
Tingmaður Miðfloksins sigur, at tað var ein breiður skarði, ið var møttur til hesa fyrstu undirvísingina.
- Tað var kanska minsti parturin, sum var Miðflokkafólk. Nógv vóru møtt frá fyrisitingini, og eisini í aldri spenti skeiðsfólkið vítt, frá einum 16-18 árum heilt upp í 80 ár, sigur Bill Justinussen.
Seks slík skeið eru løgd til rættis, og sjálvt um eitt av endamálunum er at stimbra fólki at gerast valevni hjá Miðflokkinum, so eru øll vælkomin til skeiðini.
- Vit vilja í hvussu er geva fólki møguleikan at seta seg inn í politikk í breiðari høpi, so tá vit einaferð aftur koma til eitt val, kann eingin siga, at tey ikki høvdu møguleikan at fáa innlit í politikk, sigur Bill Justinussen.