ongin ivi kann vera um, at djúpvatnsflotin eigur at varðveitast. -Talan er um ein flota, sum kastar ómetaliga nógv arbeiði av sær, báði á sjógvi og landi. Harafturat kemur, at arbeiðið, sum djúpvatnsflotin [...] sagt, at ein loysn er beint fyri framman. Men tað hendir bara onki. Nú er hendrik Old við at missa tolið. Í fleiri mánaðir hevur landsstýrið boðað frá, at tað arbeiðir við eini loysn, sum kann bjarga teimum [...] mestsum bara er miðsavnað um ávís øki í landinum, ikki minst um Suðuryonna. -Tí verður tað ein vanlukka uttan líka fyri hesi økini, sum djúpvatnstrolararnir fara, sigur løgtingsmaðurin. Teir hava so stóran
maður hjá FCK. Chelsea, sum vann Europa Cup fyri steypavinnarar í fjør, og sum ikki hevur tapt teir síðstu 24 europeisku dystirnar á heimavølli, ætlar sær at vera fyrsta felagið, sum megnar at vinna hesa [...] ár upp í slag. Fara teir tað, so verða teir einasta felag nakrantíð, sum fer at megna hetta, tí kappingin verður avtikin, tá hetta kappingarárið er liðugt. Tað kann vera, at teir um fjúrtan dagar fara [...] Stamford Bridge og so at spæla í Herfølge. Men í morgin skulu Todi og teir til Herfølge at spæla móti Jákupi Mikkelsen og hansara monnum, og tað kann fara at vísa seg at gerast ein torfør uppgáva. Liðini
Heldur er hetta ein roynd at lýsa veruleikan, sum hann sum fakmaður sær hann. Hetta haldi eg, at vit politikarar áttu at tikið til okkara og viðgjørt sum tað fyrsta. Tað ber ikki til at gera sum strutsurin [...] at tað køvir hetta romantiska terapeutiska, hetta, sum virkar nakað sum vikubløðini. So óforpliktandi og svøvnelvandi. Summi siga eisini, at trúgv kann flyta fjøll. Tað tora vit ikki. Tað er manipulatión [...] tey vera løgin. Eg havi tó lært meg hesar pol. grundsetningar- just in case. Vil ikki vera øðrvísi. Var nøkur viðgerð av fullveldinum í øllum hesum? Ikki eitt petti. Akkurát sum rithøvundarnir, sum hava
mangan so smáir, at lítil matur er í teimum, sigur hon. Hvussu hevur Durita kent tað at verið skipari á ferðini. -Ferðin hevur lært meg eina rúgvu av tolsemi. Tá ein livir so tætt saman, so er ein noyddur [...] sigla við og vit skifta manning tá ein teinur eg sigldur. Tað er bara eg sum havi verið við alla tíðina. Tí var neyðugt við fleiri koyggjum umborð og tað skuldi eisini vera livilligt hjá átta fólkum. Í lugarinum [...] nevna ein føroying, sum hevði stóran týdning og so vóni eg ikki at hini blíva for?nermaði. Tað er Mikkjal Helmsdal. (Mikkjal er sonur Sólvu Johannesen og Kára Helmsdal, blðm.) Hann var óførur, ein sjómaður
hvat ið møguliga kann verða bøtt um og rættað. Endamálið við hesi útgávuni er ikki vísindaligt, men at Føroya Kvæði kunnu koma út sum fólkaogn - júst sum Svend Grundtvig ætlaði og legði so stóran dent á fyri [...] mannagongdini, sum Dánjal Niclasen hevur gjørt, so tann, ið lesur ella lærir seg kvæðið, kann fáa eitt yvirlit yvir innihaldið. Aftan fyri hvørt kvæðið er somuleiðis tilskilað, hvaðan tað er fingið. Ein høvuðsbroyting [...] loyvir mær at liva so leingi at eg fái kvæðini út, sigur Emil Thomsen, sum er farin um tey áttati. - Kvæðini eru størsti mentanarskatturin vit eiga og vóru kvæðini ikki, áttu vit ikki eitt so ríkt mál í dag
Tað eru teir, sum seta reglurnar fyri, hvussu alt skal vera. Men eitt konufólk sum setir seg í ein stjórastól er í minsta lagi tvífalt so dugnalig sum eitt mannfólk. Hon bjóðar seg bara fram, um hon er [...] fyri, kann tað yvirliva nærum alt. Føroyskt hevur verið fyri so stórari ávirkan frá donskum, samstundis sum vit einki skriftmál høvdu í fleiri hundrað ár, men tað hevur ongantíð verið so flott sum nú. - [...] minni verd, tí eg var genta, lá sum ein skuggi yvir barnárunum og langt upp í vaksnu árini. - Pápi mín hevði maskinhandil og har komu nógvir menn inn á gólvið. Tað var so javnan, at teir ósmædnir traðkaðu
útgreinað í kunngerðini, hvat ein avreiðingarmiðstøð er. - Men hvat útróðrarmonnum viðvíkur, stendur ikki eitt orð um, hvat ein fiskakeypari er. - Ein fiskakeypari kann tí vera ein, sum tekur ímóri fiski tríggjar [...] mánaðir um árið. Ein fiskakeypari kann vera ein, sum bara tekur ímóti ávísum fiskasaløgum. - Somuleiðis er gongdin tann, at fiskavirki verða meiri og meiri spesialiserað, tvs. at tey taka bara ímóti ávísum [...] siga og hetta vísir bara, hvussu undirmettur føroyski útróðrarmaðurin er. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, er ógvuliga misnøgdur við tær broytingar, sum ætlanin er at gera í
hevur at siga til teir føroyingar, sum hava sum fremsta mál stovnseta ein føroyskan stat og sum skal vera óheftur av blokki úr Danmark! Livifótur minkar -Verða Føroyar ein suverenur statur og harvið koma [...] finna olju og fáa munandi inntøkur frá tí olju, sum ein hevur ognarrættin til, so hevur tað við sær, at Danmark kann spara nakað av pengunum, sum verða latnir sum blokkur. Anders Fogh Rasmussen leggur annars [...] Heimastýrislógina, so vilja vit stuðla tí ynskinum. Stuðlar yvirtøku av politi og kirkju -Men nógvir føroyingar halda ikki hetta vera nokk. Tað eru tey, sum vilja hava eina heilt nýggj lóg, sum kann avloysa He
verður í hvussu so er sagt. Størsta sensatiónin í ár var, at tað á heimavølli eydnaðist B93 at vinna 1-0 móti Brøndby, sum ikki tóktist vera komið fyri seg aftur eftir stóra lúsingin, sum teir fingu í Parkini [...] Nýggjan venjara Í FCK hava teir boðað frá, at Kim Brink er bara fyribilsvenjari, og at teir ælta at seta ein nýggjan ábyrgdarmann á nýggjárinum. Tað kann gerast trupult at skifta oddamannin út, um tað framhaldandi [...] Fótbóltur er ein svikalig vinnugrein, har tað gongur upp og niður. Tað hevur so mangur maður roynt, og nú er royndin komin til Toda Jónsson. Tá sviin Kent Karlsson var venjari í FCK, var Todi Jónsson mettur
strategi ímóti fótbóltssnobbum sum Bates og Beckenbauer, áðrenn teirra orð gerast ein óndur veruleiki. Enda Føroyar í eini undankapping til sjálva høvuðsundankappingina kann skjótt vera, at vit sita við svartaper [...] Støðuga tilgongdin av nýggjum limalondum í UEFA er við at gerast ein sonn marra. Tað eru ov nógvir undandystir í europeisku kappingunum, og so kemur tað frá hjartanum hjá Ken Bates: »Ov nógir dystir, ið geva [...] svartaper! Og um ikki vit, so onkur annar í okkara stødd. Vónandi skorar Todi (sum umboðar allar smátjóðir hetta kvøldið!) sigursmálið í parkini í returdystinum hjá FCK ímóti Snobba-Chelsea, tá vildu vit gjarna