-Hetta var eitt vónbrot. Tað vísir seg, at tað ger ikki mun, hvat vit siga og hetta vísir bara, hvussu undirmettur føroyski útróðrarmaðurin er.
Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, er ógvuliga misnøgdur við tær broytingar, sum ætlanin er at gera í kunngerðini um stuðul til flutning av fiski.
Higartil hevur stuðulin verið latin til flutning av fiski frá uppboðssølu til fiskavirki, har ikki er koyrandi um fjørð og sund.
Í kunngerðini stóð eisini, at upp 15 oyru verða latin í stuðuli til at føra útróðrarfisk frá avreiðingarplássi, har ongin fiskakeypari er, til nærmastu uppboðssølu.
Meginfelag Útróðrarmanna var sera misnøgt við hesa orðingina. Tey heittu á landsstýrið um heldur at broyta orðingina so at tað kom at standa, at stuðul var latin til flutning av avreiðingarplássi, har ongin uppboðssøla er til nærmastu uppboðssølu.
Landsstýrið læt ikki við seg koma.
Men nú skal kunngerðin broytast so at stuðul eisini skal latast fyri at føra virkaðan fisk av fiskavirkjum til avskipingarhavn, tá ið ikki er koyrandi um fjørð ella sund.
-Men nú kunngerðin skal broytast kortini, loypir landsstýrið einaferð enn bukk um útróðrarmannin og vil ikki broyta tann partin, sum hevur við útróðrarfisk at gera.
- Tað er eitt stórt vónbrot og vísir bara, hvussu undirmettir vit eru,sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna.
- Landssstýrið hevur lagt uppskotið til, hvussu kunngerðin skal broytast, fyri ymisk áhugafeløg til viðmerkingar.
Tó er Meginfelag Útrórðarmanna er ikki spurt, og Chris jan Michelsen visti tí ikki av nøkrum.
Men nú hann hevur fingið at vita um ætlaðu broytingarnar, fer hann heilt víst einaferð afturat at gera vart við misnøgdina hjá útróðrarmonnum, og fer at skriva til landsstýrið við áheitan um, at teir eisini verða tiknir fyri fult.
Fyri at tryggja góðan prís
Vit hava spurt Chris Jan Michelsen, hví tað er so umráðandi at tað kemur at standa í kunngerðini, at flutningsstuðul verður latin til at føra fisk av avreiðingarplássi, har ongin uppboðssøla er, ístaðin fyri, sum tað nú stendur, har ongin fiskakeypari er.
- Tað er tí, at hvat skipum viðvíkur, er nágreiniliga útgreinað í kunngerðini, hvat ein avreiðingarmiðstøð er.
- Men hvat útróðrarmonnum viðvíkur, stendur ikki eitt orð um, hvat ein fiskakeypari er.
- Ein fiskakeypari kann tí vera ein, sum tekur ímóri fiski tríggjar mánaðir um árið. Ein fiskakeypari kann vera ein, sum bara tekur ímóti ávísum fiskasaløgum.
- Somuleiðis er gongdin tann, at fiskavirki verða meiri og meiri spesialiserað, tvs. at tey taka bara ímóti ávísum fiskasløgum.
- - Tað vil siga, at øll ?óviðkomandi? fiskasløg verða bara keypt av neyð, fyri at fáa fatur á hinum fiskinum.Og prísurin er eisini hareftir.
- Chris jan Michelsen, sigur, at kemur tað at standa í kunngerðini, at stuðul verður latin til flutning av plássum, har ongin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðssølu, tryggjar tað, at útróðrarmenn altíð fáa sín fisk á uppboðssølu.harvið hava teir altíð møguleikan at fáa tann besta prísin fyri hann.