Vil hava tingið at bjarga 400 arbeiðsplássum

-Nú er neyðugt at fáa greiði á, um løgtingið veruliga er sinnað at bjarga teimum 400 arbeiðsplássunum, sum beinleiðis eru knýtt at djúpvatnstrolarunum, ella um ætlanin at alt skal rúka.

-Talan er um lívið og lagnuna hjá yvir 400 fólkum. Í fleiri mánaðir hevur verið sagt, at ein loysn er beint fyri framman. Men tað hendir bara onki.

Nú er hendrik Old við at missa tolið.

Í fleiri mánaðir hevur landsstýrið boðað frá, at tað arbeiðir við eini loysn, sum kann bjarga teimum 12-13 djúpvatnstrolarunum frá at fara á húsagang, eftir at teir mistu íløgustuðulin fyrr í ár.

Men enn røkist onki fyri eini loysn.

Men Hendrik Old sigur, at frættist onki úr landsstýrinum teir næstu dagarnar, fer javnaðarflokkurin nú at reisa málið í tinginum .

Tað eru meiri enn eitt ár síðani, at teir, sum hava djúpvatnstrolararnar, gjørdu vart við, at teir komu ikki at standa seg, mistu teir íløgustuðulin.

Hinvegin hava teir boðað frá, at fingu teir íløgustuðul í 3-5 ár afturat, vóru teir so mikið niðurgoldnir, at teir kundi klára seg.

Leingi var fiskivinnumsitningin í Tinganesi ikki til at vika í spurninginum um íløgustuðul. Men fyrr í ár kom fram, at arbeitt varð við eini loysn og í tí sambandi varð m.a. biðið um roknskapartøl frá reiðaríðunum.

Ein loysn, sum hevur verið tosað um, er, at lata djúpvatnstrolararnar fáa hjáveiðikvotu ístaðin fyri hjáveiðiprosentini, sum teir hava nú, tí kvotur kunnu seljast, ella trolarar kunnu keypa kvotur frá hvørjum øðrum, tí so fáa onkrar túrar eftir toski og hýsu afturat djúpvatnsfiskinum.

Men síðani hoyrdist onki aftur úr landsstýriunum.

Og nú ætlar javnaðarflokkurin ikki at bíða longri.

Hendrik Old, talsmaður floksins í fiskivinnumálum, sigur, at barslar landsstýrið ikki við eini loysn teir næstu dagarnar, fer javnaðarflokkurin at leggja uppskot fyri tingið fyrst í november mánaða um at bjarga djúpvatnstrolarunum.

- So skal tað standa sína roynd um tað veruliga er politiskur vilji til at bjarga teimum 400 arbeiðsplássunum, sum eru beinleiðis knýtt at djúpvatnstrolarunum, sigur hann.

Hann sigur, at hann veit ikki, hví landsstýrið ikki kemur við fráboðaðu loysnini, antin talan er um ósemju, ella um tað heilt einfalt er tað, at ongin vilji er til staðar.

-Men tað kann ein viðgerð í løgtinginum so avdúkað, leggur hann afturat.

Annars ivast hann í, at ætlanin hjá landsstýrinum at lata trolarunum hjáveiðikvotu ístaðin fyri prosent er nøkur loysn.

-Nú hava vit brúkt nógv ár og nógvar kreftir uppá at býta heimaleiðirnar sundur ímillum tey ymsu skipasløgini og at fáa teir stóru trolararnar út á djúpt vatn. Nú er friður á grunninum og allir partar hava innrættað seg eftir viðurskiftunum,sum tey eru. Men skulu djúpvatnstrolararnir hava kvotu aftur av toski og hýsu, skulu teir inn aftur á grunnarnar, og tað kann heilt leypa ólag á tað væl avvigaðu skipanina, vit hava funnið. Og tað kann elva til nógv stríð og fortreð


Hava krav uppá eitt svar

Hendrik Old sigur, at tey 400 fólkini, sum eru knýtt at djúpvatnstrolarunum hava krav upp á at fáa at vita, hvar tey flóta, og um tey eru keypt ella seld.

Sjálvur heldur hann, at ongin ivi kann vera um, at djúpvatnsflotin eigur at varðveitast.

-Talan er um ein flota, sum kastar ómetaliga nógv arbeiði av sær, báði á sjógvi og landi. Harafturat kemur, at arbeiðið, sum djúpvatnsflotin kastar av sær, mestsum bara er miðsavnað um ávís øki í landinum, ikki minst um Suðuryonna.

-Tí verður tað ein vanlukka uttan líka fyri hesi økini, sum djúpvatnstrolararnir fara, sigur løgtingsmaðurin. Teir hava so stóran týdning , at teir kasta tað fleiri ferðir av sær aftur til samfelagið, sum teir fáa í íløgustuðuli.


Trý ár afturat

Djúpvatnstrolararnir hava fingið runt roknað eina millión í íløgustuðuli í part um ári.

Hendrik Old sigur, at uppskotið hjá javnaðarflokkinum tí verður, at djúpvatnstrolararnir skulu fáa íløgustuðul eini trý ár afturat, men møguliga skal hann minka so líðandi.

-Vit fara ikki at gera tølini til tann avgerandi spurningin, tey kunnu vit semjast um í tinginum ? bara tey bjarga trolarum.

Hann vísir t.d. á, at íløgustuðulin í ár kann takast av teimum 40 milliónunum, eru settar av til endurnýgging av skipaflotanum, men sum enn standa mestsum órørdar, hóast bara tveir mánaðir eru eftir av árinum.