Bókagarður undir stórtøkið tiltak: Føroya Kvæði út til Føroya fólk

Í hesum døgum verða fyrstu fimm av 40 bindum av Føroya Kvæði prentað. Henda stórfingna útgávan, talan er um, verður ein fólkaútgáva, sum øll, ið hava áhuga fyri okkara tjóðarvirðum kunnu fáa gagn av.

- Eg biðið til Gud á hvørjum kvøldi, at hann loyvir mær at liva so leingi, at eg fái kvæðini út, sigur Emil Thomsen

Turið Kjølbro


Henda stórfingna útgávan hevur verið ávegis fyrr. Tað var miðskeiðis í áttatiárunum, men av tí at tíðirnar gjørdust so ringar kom útgávan ikki í lag tá. Ætlanin hevur ongantíð verið slept, og nú bíðar Emil Thomsen á Bókagarði eftir fyrstu fimm bindunum av Føroya Kvæði, ið verða prentað í Íslandi. Um nakrar dagar kemur bíleggingarseðil í hvørt hús í Føroyum og taka fólk væl undir verður beinanvegin farið undir at gera næstu fimm bindini klár til prentingar.

Emil Thomsen, sum á forlagnum Bókagarði, hevur givið mangan dýrgripin út bæði úr føroyskum og heimsbókmentum, leggur nógv fyri, nú størsta einstaka bókaútgávan í Føroyum er við at koma undir land.

- Eg biðið til Gud á hvørjum kvøldi, at hann loyvir mær at liva so leingi at eg fái kvæðini út, sigur Emil Thomsen, sum er farin um tey áttati.

- Kvæðini eru størsti mentanarskatturin vit eiga og vóru kvæðini ikki, áttu vit ikki eitt so ríkt mál í dag. Tá ið trúbótin kom til Føroya umleið 1560 komu danskir prestar til Føroya. Teir komu inn í kirkjurnar við danska málinum, eins og danska málið seinni kom inn í skúla og á ting. Og soleiðis gekst í fleiri øldir. Men tú kanst ikki taka tungumálið frá einum fólki uttan at tú drepur tað. Hesin stóri skattur, sum eitur Føroya Kvæði, ið eru í 70-80.000 ørindum, er lykilin til føroyska málið. Kvæðini og tað at føroyingar sínámillum ongantíð hava tosað danskt, men bert føroyskt, hava bjargað okkara máli.

- Soleiðis hevur ikki verið í Íslandi. Danskt kom aldri inn í kirkjuna, skúlan og á ting, og tað hevur bjargað íslendsku tjóðini, sigur Emil Thomsen, sum hevur fingið stórriddarakrossin av íslendska falkinum. Umframt norskan, danskan, svenskan og finskan riddarakross er hann kosin heiðursdoktari av lærda háskúlanum í Lund í 1978.

Føroya Kvæði, eisini rópt Corpus Carminum Færoensium ella stytt CCF, liggja til skjals í goymslu á kongliga bókasavninum í Keypmannahavn. Tað er avrit av kvæðahandritunum, sum vóru varðveitt í Keypmannahavn og Føroyum í 19. øld umframt av kvæðum, sum dr. Jákup Jakobsen savnaði í Føroyum og útvegaði til CCF fyri og um aldamótið.

Fyrstu ferð vit frætta um føroyskar kvæðauppskriftir er í 1639, tá ið hin kendi danski savnarin og granskarin, Ole Worm, fekk nøkur føroysk kvæði sendandi. Hesar uppskriftir eru tíverri ikki til longur, helst fóru tær í stóra eldsbrunanum í Keypmannhavn í 1728, tá ið so mangt annað fór fyri skeytið.


Kvæðasavningin

Okkara kvæðatilfar er fest á blað av kvæðasavnarum og kvæðakønum monnum. Tað byrjaði umleið 1770, tá ið Jens Christian Svabo, ið livdi frá 1746 til 1824, gjørdi sítt fyrsta savningararbeiði. Í árinum 1781-82 ferðaðist Svabo í Føroyum. Hann var sendur út við studningi av kongliga generaltollkamari og kommerce-kollegium, og endamálið við ferð hansara var at fáa upplýsingar um viðurskifti her á landi. Á hesi somu ferð fór Svabo undir at skriva kvæði upp. Hugur hansara fyri okkara kvæðum og teirra virði vaknaði og úr ymsum plássum fekk hann uppskrivað 52 kvæði. Komin til Danmarkar aftur frættir krónprinsurin um hesi merkiligu kvæði og hann biður tí Svabo um eina avskrift av teimum. So var og krónprinsurin gav kongliga bókasavninum hesi trý snotuligu kvæðabindini, ið Svabo skrivaði, og har eru tey dagin í dag.

Alla 19. øld hildu ymiskir kvæðasavnarar fram og kvæðauppskriftirnar, sum í mongum førum eru í fleiri frábrigdum, eru úr ymsum bygdum.

Tað er fyrst og fremst Føroyavininum, Svend Grundtvig, ið livdi frá 1834-83, fyri at takka, at øll nøgdin av okkara kvæðum og táttum nú er samlað, avskrivað og skipað. Hann skipaði fyri tí vísindaliga savningararbeiðinum frá 1872 og so leingi hann livdi. Við serstøkum hugi og ágrýtni strevaðist hann fyri okkara kvæðum og okkara máli, og hann vildi ikki bert, at kvæðini skuldu vera ein deyður - um enn kostiligur - dýrgripur, ið varð goymdur í eini bókagoymlsu, men hann vildi hava tey út aftur sum almannaogn hjá tí fólki, ið hevði goymt tey øld eftir øld. Eitt verk sum av viðgitnum donskum vitskapsmonnum er sagt um, at tað ?er en Skat, en stor og ærværdig Skat, som søger sin Lige,? - ?et monumentalt Værk af varig Betydning for Videnskaben om Fædrelandets og hele Nordens Oldsagn, Sprog, Litteratur og Historie?.

Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu torfør og drúgv uppgávan hjá Grundtvig hevur verið at fáa fatur á hvørjum einstøkum kvæði. Tað fyrsta, ið ráddi um var at fáa fatur á øllum kvæðauppskriftunum. Leitað mátti tí verða í bókasøvnum í Keypmannahavn og í Føroyum ráddi um at finna alt tað, ið skrivað var. Alt tilfarið mátti so handfarast og skrivast umaftur við stavseting Hammershaimb; kvæðini vóru jú skrivað eftir úttaluni og tíðum vóru tey nærum ólesandi. Tær ymsu uppskriftirnar av sama kvæði vóru mettar saman, og vóru tvær uppskriftir ógvuliga ólíkar, vórðu báðar skrivaðar í heild síni, men um bert einstøk ørindi viku frá, vórðu hesi ørindi sett hjá høvuðsuppskriftini.

Í 1876 var arbeiðið liðugt og úrslitið var eitt handskrivað verk í 15 kvartbindum ella 7300 síður og heitið varð Føroya Kvæði.

Hetta savnið vaks í komandi árum við tað at nýggjar uppskriftir komu úr Føroyum. Meðan arbeiðið fór fram gav V.U. Hammershaimb Grundtvig ráð og vegleiðing. Svágurin, skjalavørðurin Jörgen Bloch, ið livdi frá 1839-1910, gjørdi tað skrivliga arbeiðið, sum hann endaði í 1905.

Dr. Jakobsen hevði savnað hópin av kvæðauppskriftum og hesi kvæði komu at standa í 16. bindi, sum var liðugt í 1889. Hetta sama árið, seks ár eftir deyða Grundtvigs, vórðu Føroya Kvæði og orðabókin, sum Grundtvig og Bloch gjørdu, givin kongliga bókasavninum í Keypmannahavn í ogn og varðveitslu. Tá fyrstani var arbeiðið at kalla liðugt. Bloch hevði tá arbeitt einsamallur í seks ár, honum kunnu vit eisini takka, at 16. bind og tey tvey eykabindini av Føroya Kvæði komu afturat.


Kunnleikakelda

Føroya Kvæði kom út á prenti í Keypmannahavn í seks bindum tíðarskeiðið 1944-72. Chr. Matras byrjaði útgávuvirksemið í 1941, greiddi tvey bind til prentingar og eftir heimsbardagan kom Napoleon Djurhuus eisini upp í arbeiðið. Í felag gjørdu teir tey næstu tvey bindini greið til útgávu. Síðstu bindini greiddi N. Djurhuus til prentingar.

Við loyvi frá Universitets-Jubilæets Danske Samfund, sum læt prenta Føroya Kvæði undir seinna heimsbardaga og seinni, heldur útgávan hjá Bókagarði seg til tann prentaða tekstin, sum kom út tá.

Kvæðasavnið CCF stavar frá eldri sum yngri tíð. Tey elstu kvæðini hava uppruna heilt aftur í miðøld. Vit vita einki um tey eldru kvæðaskøldini, men við at kanna kvæðatekstirnar kunnu vit fáa eina hóming av lívi teirra og hugsan. Alt, sum kann geva okkum kunnleika um fortíð okkara fólks, hevur størsta áhuga hjá mentaðari tjóð, ið vil kennast við sjálvan seg og egna samleika sín.

Okkara kvæði eru keldur til kunnleika um føroyska tungu í skaldskaparmáli langt aftur í tíðina. Gjøgnum hetta mál fáa vit hugmynd av fedranna hugaheimi, lyndi og kenslum. Her kemur fram í ljós fólksins andliga lív í gleði og sorg og áskoðan um kærleika og hatur, trúskap og trúloysi, svik og níðingsverk. Men her fáa vit eisini at vita um treysti og manndómsbrøgd, reystleika og dirvi.


Um útgávuna

Allur kvæðateksturin í Føroya Kvæði hjá Bókagarði er endurprentaður óbroyttur úr tí prentaða CCF. Frámerki við torlisin og ivasom orð úr handskrivaðum teksti eru ikki tikin við. Hildið verður, at tað er partur av framtíðar gransking at kanna frumhandritini og gjøtla um, hvat ið møguliga kann verða bøtt um og rættað. Endamálið við hesi útgávuni er ikki vísindaligt, men at Føroya Kvæði kunnu koma út sum fólkaogn - júst sum Svend Grundtvig ætlaði og legði so stóran dent á fyri góðari øld síðani.

Í nýggju útgávuni, sum er ávegis, hevur Dánjal Niclasen, sáli, ið var lærari og sálarfrøðingur, skrivað søguligan inngang um føroyska kvæðayrking. Hetta er sera forkunnugur lesnaður og hagar ber til at leita sær upplýsingar um ymiskt. Dánjal Niclasen nemur við yrkingarháttin og hvaðan hann stavar. Serligu fyribrigdini í kvæðaskaldskapi sum ørindislag, rím og stavrím, niðurlag, uppafturtøka, reyp og kenningar verða umrødd. Hann skrivar eisini um fyrstu føroysku kvæðauppskriftirnar, um dansin og uppruna hansara, um tónalag, og loksins um kvæðaútgávur.

Framman fyri kvæðini standa úrtøk úr mannagongdini, sum Dánjal Niclasen hevur gjørt, so tann, ið lesur ella lærir seg kvæðið, kann fáa eitt yvirlit yvir innihaldið. Aftan fyri hvørt kvæðið er somuleiðis tilskilað, hvaðan tað er fingið.

Ein høvuðsbroyting í hesi nýggju útgávuni er, at kvæðini eru greinað sundur í sjey bólkar eftir innihaldi: 1) kappakvæði, 2) halgikvæði 3) náttúrukvæði, 4) riddarakæði, 5) sannsøgukvæði, 6) skemtikvæði og 7) tættir.

Síðan aldaskiftið hava menn fingist við kvæðasavning og kvæðaútgávu, eisini eru nýggj kvæði yrkt, men tey koma ikki við í hesa útgávuna.

Kvæðini verða prentað í 40 bindum, ið verða evnað til sum vøkur skreytbind. Innanvert kápuna er lívdarblað, gjørt eftir málningi av føroyskum dansi í roykstovu, sum Emil Krause gjørdi í 1905. Tað er ogn hjá Tjóðsøguliga Fornminnissavninum á Frederiksberg Slot í Hillerød.

Ætlanin er, at fimm bind skulu koma út í senn, og kostar hvørt 180 krónur. Væntandi koma tey út fyrst í november. Men fólk kunnu longu nú, tá ið bíleggingarseðilin kemur í hvørt hús í Føroyum skriva seg til útgávuna.


Heimildir:

Faldari frá Bókagarði um útgávuna.

Fororð í Føroya Kvæði eftir Tummas Lenvig.

Inngangur í Føroya Kvæði eftir Dánjal Niclasen.

Upprit um Dánjal Niclasen eftir Anfinn Niclasen.

Fyrilestur eftir Jákup Dahl við heitinum Jens Christian Svabo, Varðin1969, fyrstu ferð prentaður í Tingakrossi nr. 9, 1909.

Úr bókmentasøgu okkara eftir M.A. Jacobsen, 1921.