greiðir hann fyrst frá rættarskipanini, sum hon er nú. Hann greiðir síðani frá muninum á arbeiðsrætti og vanligu dómstólunum. Hann greiðir frá, hvat arbeiðsrættur er, fyrimunum og vansum við honum og, hvørja [...] sigur hinvegin, at ein arbeiðsrættur er ein serdómstólur, sum bara dømir í heilt ávísum málum. Harafturat er hann uttanfyri vanligu rættarskipanina. At hann er uttanfyri vanligu rættarskipanina ber [...] skipanini, sum nú er, tekur gerðarrætturin sær bara av ósemjum um, hvussu sáttmálin skal tulkast. Sakførarin sigur, at hetta merkir, at gerðarrætturin ongantíð kann gera úrskurð um, at ein sáttmáli er brotin, og
veit eingin, hvat víðari skal henda í málinum. Spurningur um fyrningarfreistina Tað er einki komið fram um, hvørt Danske Bank enn einaferð gongur við til at leingja fyrningarfreistina, sum er 30. apríl. [...] samráðingarnar ikki eru byrjaðar, tá fyrningarfreistin er úti, so vil Fíggingargrunnurin stevna Den Danske Bank, sigur Knud Heinesen, formaður í grunninum. Tað er einki loyndarmál, at løgmaður vísti formanninum [...] kundi avgreiðast. Síðani hevur Landsstýrið einasamalt havt útspælið, men higartil er einki spurt burturúr. Fíggingargrunnurin er annars tann náttúrligu mótparturin til Danske Bank, av tí at hann sat hinumegin
rnar Brøndby og FCK er á einum støði fyri seg, tá talan er um danskan fótbólt. Dysturin lokkar fleiri áskoðarar enn nakar annar dystur, og bæði á vøllinum og á áskoðaraplássunum er stríðið harðari enn [...] Brøndby, og teir vóru mest sum á einum máli um, at nú er næsta ógjørligt at vinna meistaraskapið í ár. Brøndby er á odda við sjey stigum og tað er nógv at skula vinna aftur, tá 13 dystir eru eftir at spæla [...] løgreglan verða lítið. Danski Framburðsflokkurin er ikki nøgdur við umstøðunar uttan um fótbóltsdystirnar, og vil hava at vita frá løgmálaráðharranum, hvat tað kostar í krónum og oyrum, at løgreglan má brúka
slapp at renna sjálvur inn moti málinum. Og hann visti hvat hann skuldi gera. ? Eg visti, at eg skuldi ikki royna at fara fram við Jákup, tí hann er góður til tær støðurnar, og tað tosaði eg faktisk við
Og hon brúkti hann. Ikki er hon stór, men hon er sera effektiv í blokaduspælinum. Harafturat er hon skjót, bæði í álopi og verju, og tað styrkir nógv um liðið. Í álopinum er hon til reiðar hvørja ferð [...] verjuni er hon sera skjót á baklinjuni. Hon savnar nógvar bóltar upp, sum hinar ikki fáa hendur á. Tað er at vóna fyri Fleyr, at hon heldur fram næsta ár, tí har kann nógv gott spyrjast burturúr, tað er vist [...] hevingar, gamaní, men hon vann stórt sæð alt hon nam við. Líka mikið hvat blokadan hjá Mjølni gjørdi, so slóg Anna framvið blokkinum. Tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at móttøkurnar hjá Fleyr henda dystin
meistarar frammanundan, so stóð einki upp á spæl. Men tað er nú altíð stuttligari at enda kappingarárið við einum sigri og so serliga tá ein er vorðin meistari. Men kvinnudysturin í Klaksvík byrjaði beint [...] aftur. Álopsspælið steðgaði heilt einfalt upp, og Mjølnir hevði lætt spæl. Men hvat Fleyr-genturnar hava tosað um í steðginum er ikki gott at vita, tí tá støðan var 14-6 til Mjølnir byrjaðu tær av álvara at [...] fyri at siga takk fyri seinast, men tað var hóast alt Fleyr, sum var omaná, tað fyrstu tíðina í hvussu er. Dysturin gjørdist drúgvur. Næstan eins drúgvur og dysturin hósdagin. Fleyr vann fyrsta sett 15-10
av ruski pr. íbúgva. Í Norðoyggjum er nógv virksemi, men tað kann tykjast løgið, tí Meginøkið er stórt, og har er eisini nógv virksemið. Tó kemur Meginøkið, sum er Eysturoyggin og partur av Streymoynni [...] Norðoyggjum. Tað er úr Sandoyni at minst rusk kemur. Haðani fær IRF uml. 375 kubikmetrar av ruski pr. íbúgva. Hetta, at Sandoyggin er lægst, samsvarar væl við tosið um, at lítil aktivitetur er í Sandoynni. [...] flakarvirkini í oynni, so tað er væl hugsandi, at næsti ruskroknskapur sær frægari út fyri teir. Onnur talva vísir hvussu virksemi á brennistøðini er mánað fyri mánað. Har sæst, at tað er skiftandi hvussu nógv
linjuna hjá fólkaflokkinum við ÓB á odda. Og hann legði dent á, at tað er ikki ÓB sum er formaður, men Anfinn Kallsberg. Rætt er tað, men hvussu ber tað so til, at ÓB sleppur at marknaðarføra fólkaflokkin [...] NÚ valið nærkast er rætt at seta kikaran á fólkaflokkin og hansara afturvendandi fríggjarí til sambandið. Er fólkaflokkurin ein sambandskur flokkur soleiðis sum Óli Breckmann hevur gjørt og vil gera hann [...] nýtir eitthvørt høvi til at toga og snara fólkaflokkin longur móti sambandinum. Tað er eingin loyna, at Óli Breckmann er sera sambandskur og sendingin í sjónvarpinum herfyri, har hann hálsfevndi sambandsflokkin
stavnamenn fólkafloksins? Eru teir veruliga tað, teir siga seg vera? Hvat hava teir at vísa á? Hvat hava teir gjørt, sum eydnaðist? Hvat miseyðnaðist? Hava teir gingið reiðiliga um tað, teir fingu litið upp [...] ognarrættin, ella hvussu ætla teir at býta samfelagsvirðini, o.s.fr. Ella sagt við øðrum orðum, hvussu er muran í teimum. Eg meini, at vit øll eiga, at minnast orðastríðið um milliónina, sum hvarv í Norðuroyum [...] Danmark missir tú alt politiskt vald, um tú koyrir bil ávirkaður, í Amerika skal bert ein kossur til, so er tann politiski deyðin vísur, men í Føroyum? Jú, eg meini tað. Bjarnvarður í Dali
sunnudagsskúlunum er eisini vaksið, har Føroysk Filippinsk Tænasta virkar. Men tað er eingin treyt um hjálp, at familjur og børn skulu ganga í samkomurnar. Áhugin er vaktur av forvitni um hvat annað samkomurnar [...] sum er kemur hjálpin frá brekaðum, arbeiðsleysum, lesandi, arbeiðsfólkum, stjórum, skúlaflokkum, samkomum og fyritøkum. Arkið, ið verður sent í húsini, hevur eitt girokort niðast, so møguleiki er at geva [...] okkurt nyttuligt til tey fyra eyka gávuna. Hetta er fyri at tryggja at peningurin ikki verður brúktur til peningaspæl ella drukk. Um áhugi og møguleiki er til tess hjá sponsorinum, kann hon ella hann hjálpa