má vera diplomatiskur, vísa tign og respekt. Hesi evni hevur Jona víst. Jona giftist við Karl Nielsen, sum kom blaðungur til Klaksvíkar av Vatnsoyri at ganga í millum- og realskúla. Hann hevur bókhaldsstovu [...] »Føroyabók« og handil við skrivstovulutum og øðrum. Jona fór eftir lokna skúlagongd at útbúgva seg til sjúkrasystir (sum tað tá æt) og fekk arbeiði m.a. á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon var eisini stutt tíðarskeið [...] tíðarskeið á røntgendeildini á Helsingør sjúkrahúsi. Í sjeytiárunum fór hon víðari og lá leiðin aftur til Danmarkar, har hon tók útbúgving í leiðslu og umsiting. Tá Anna Danielsen (frøken Danielsen) legði
Ólavur høvdu spinnarí, handil, reiðaravirki og so nógv annað, og so hvørt sum børnini komu til, hjálptu tey til, og ikki minst eftir at Ólavur doyði longu 17. oktober í 1980 bara 54 ára gamal, mundi tað [...] sum framvegis komast við. Tær vórðu bundnar á maskinu, sum Elin var bestýrari á. Frá 1976 og fram til í 1992 var Elin í handlinum Valhøll. Síðani Brotið í Saltangará opnaði, hevur Elin arbeitt har, og [...] bygdaráðið í Nes kommunu, har hon verður formaður í mentunarnevndini á nýggjárinum. 20. september í 1980 giftist Elin við Leivi á Torkilsheyggi. Hann er bilførari, og so er hann eisini bóndi. Hann situr við stórum
hon alla sína tíð. Hon giftist við John Simonsen, sum er sonur Giddu og Jens Christian í Toft, og tey búsettust á Gørðum. Tey bygdu sær hús har, men seldu tey nøkur ár seinni til kommununa, sum síðani hevur [...] hevur brúkt tey til læknaviðtaluhøli. Bodil og John keyptu í staðin húsini hjá Veru og Símuni á Gørðum, sum var beiggi John. Helst gjørdu tey tað, tí at hesi húsini lógu nærri við veg, og at tað tí var [...] hon í nøkur ár á flakavirkinum á Kósini. Hon var av arbeiðssamastu fólkum og hartil blíð at koma inn til. Nær knýtt at Brøðrasamkomuni gjørdi hon eisini sítt í Betesda og Zarepta. Hon hevði annars nóg mikið
pápin kom seg aftur, men Petur varð verandi í Eyðanstovuni, til hann sum 16 ára gamal fór til skips, tað var í 1933. Petur plagar at taka til: "Í Eyðanstovuni hevði eg tað gott, tey vóru altíð so góð við [...] annars hevur hann havt ymisk arbeiði, tey seinastu arbeiðsárini arbeiddi hann á Snarfrost. Petur giftist við Signhild, tey fingu 7 børn: Asbjørn, Jóhan, Ragnar, Gunna, Paula, Steinbjørn og Hallgerð. Tey
r, men hann var altíð klárur at tørna til, tá nógv var at gera, og nógvu tey seinnu árini hevur tað aftur verið Eskild, sum hevur havt salongina. Eskild lærdi til hárskera fyrrapartin undir krígnum hjá [...] Bartalsmessuvalið, plagar at verða tikið til, tá ið tosað verður um løgtingsvalið 24. august í 1943. Henda dagin lat Eskild Norðbúð klippistovu upp í Klaksvík. Hann hevur klipt síðani, og hóast hann nú [...] varð nevndur, eins nógv at gera fyrrapartarnar og seinnapartarnar. Eskild er klaksvíkingur. Í 1947 giftist hann við Poulinu, sum var ættað av Sandi. Tey fingu tríggjar dreingir: Jógvan, Anfinn og Sjúrð. Jógvan
allar sínar virknu dagar, til hon fór á Ellisheimið. Tær vóru annars fleiri systrar, sum komu til Havnar at verða, Helga var arbeiðskona hjá Frants Restorff, og tá hon giftist, kom Olivia at avloysa, og [...] Reinsarínum. Undir skiftandi umstøðum var Maria før fyri at endurnýggja hesa fyritøku, sum fólk leitaðu til, tá klædnapløgg- og lutir skuldu reinsast, pressast ? og tað mundi verða rár hending, at Maria ikki
ára gomul. Lívið broyttist og verður ongantíð tað sama aftur. Mamma var av tí slagnum, sum setti alt til síðis at passa húsið, mann og børn, og saman við babba megnaðu tey at geva okkum fýra systkjunum Gerhard [...] Jóhannes Matras (Jóhannes á Heygnum) á Stongunum í Klaksvík at búgva, og tá mostir hennara Marit Matras giftist við Reinhold Jacobsen, búsettust tey í norðara enda í húsunum á Stongunum, og tey tóku mammu við [...] í Klaksvík somuleiðis trý Davis, Gerdu og Bergur, og hava tey øll 6 verið henni líka kær. Í 1950 giftist mamma við babba, Jógvani Tróndheim, sum var ættaður úr Leirvík, men vaks upp á Stongunum í Klaksvík
lukkuligt, um vit vóru longri úti enn til klokkan 10 á kvøldi. Hetta hevði Grøn ásett. Tá var ikki so lætt at ferðast sum nú. Pápi var burtur, og abbi kom við mær til Kvívíkar til gongu. Tá máttu vera tvær kon [...] 18 ár, áðrenn eg fór til Havnar. Tá fór eg til Katrinu, dóttir Zakaris í Garði, at hjálpa til í húsinum. Hon var gift við Jógvan Post. Hann var sonur Petur Snikk og Andreu í Borgarastovu. Har var eg so [...] stóran part av tíðini. Har kom Verland Johansen, sum giftist við Ebbu. Ein, sum eisini kom saman við øðrum, var Stig Rasmussen, sum seinni giftist til Gøtu. Hetta man hava verið “Goggan”, sum hevur vant
teir skuldu fara heim til Føroya, var Jakku boðin inn til teirra, og tað verður borðreitt fyri honum. Tá kemur pápin við eini hálvpelafløsku og skeinkir eitt fullrokað steyp til hansara. Blíðskapurin var [...] sær, at tað vóru íslendsk børn, sum komu til Føroyar at vaksa upp, tí foreldrini hildu, at hetta var tað besta fyri barnið. Summi av hesum børnum fóru yvir til Íslands aftur, meðan onnur vórðu verandi [...] hølunum á Geila Jakku, og Jóin vildi so sleppa heim til Føroyar við honum. Mamma Jóin var so smátt byrjað at tosa við Jakku um at hava Jóin heim við sær til Føroya. Tey høvdu so nógv børn. Húsarúmdin var lítil
stundum álvarsliga sjúk, at hon skuldi leggjast til hvíldar í heimbygdini Leirvík. Elsuba var elsta dóttir Gunnu og John Høgnesen á Áargarði í Leirvík. Gunna giftist inn hjá pápa sínum Óla, sum var einkjumaður [...] ringdu seg saman á ymsan hátt, meðan tær taldu uppeftir, tá bar sjáldan til hjá drongjunum at fylgja við. Hann kom kanska upp til tey fimtan - tjúgu, men hon og vinkonurnar fóru upp á tað dupulta og longur [...] vóru børnini uttandura, og spæl avloysti spæl, til mammurnar kallaðu síni innar. Barnamøðin var mangan so nógv, at tað kom væl við at fáa boð um at koma til hús, tí nú var songartíð. Næsti morgun bíðaði