Bartalsmessuvalið, plagar at verða tikið til, tá ið tosað verður um løgtingsvalið 24. august í 1943. Henda dagin lat Eskild Norðbúð klippistovu upp í Klaksvík. Hann hevur klipt síðani, og hóast hann nú er 82 ára gamal, og hann kanska ikki er so títtur við saksinum, sum hann onkuntíð hevur verið, so eru teir fleiri ? nú eru tað bara menn og serliga úr eldra ættarliðnum ? sum Eskild syrgir fyri eru snøggir um høvdið. Eitt skifti í sjeyti og áttati árunum dreiv miðlingasonurin salongina, meðan Eskild fekst eitt nú við at selja mannfólkaklæðir, men hann var altíð klárur at tørna til, tá nógv var at gera, og nógvu tey seinnu árini hevur tað aftur verið Eskild, sum hevur havt salongina.
Eskild lærdi til hárskera fyrrapartin undir krígnum hjá Valdemari Poulsen í Havnini. Tá ið Eskild lat upp í Klaksvík, var tað í kjallaranum hjá Símuni Andreasen, Símuni hjá Hildu, í Akursmørk. Í 1945 flutti hann út í kjallaran hjá Eriki Lassen, Eriki hjá Gudda, í Víkunum, og í 1948 flutti hann klippistovuna í húsini, sum hann og konan høvdu latið byggja við sandin heimanfyri á Fornagørðum. Tey seinastu fimtan árini ella so hevur Eskild klipt í húsunum, sum tey fyri út ímóti fjórðingsøld síðani lótu byggja undir Brúnni.
Eskild plagar at siga, at tað tók drúgva tíð at venja klaksvíkingar, norðoyingar og hinar kundarnar við, at nú skuldu teir fáa klippingina frá hondini, meðan tað var dagur. Frammanundan hevði tað verið vanligt, at onkur tók sær av hesi uppgávuni heima við hús, og tá gekk tað fyri seg um kvøldarnar. Eftir fimtan árum hevði Eskild barberurin, sum hann varð nevndur, eins nógv at gera fyrrapartarnar og seinnapartarnar.
Eskild er klaksvíkingur. Í 1947 giftist hann við Poulinu, sum var ættað av Sandi. Tey fingu tríggjar dreingir: Jógvan, Anfinn og Sjúrð. Jógvan og Sjúrður búgva í Havnini og Anfinn býr í Hirtshals. Tað var dyggur smeitur hjá Eskildi, tá ið hann í 1990 misti konuna, sum hevði verið honum ómetaligur stuðul, og sum var miðdepulin í hugnaligum heimi, har nógv vitjaðu. Men Eskild lærdi seg at liva við dygga stoytinum, hann er framvegis aktivur, hóast hann er farin um kempualdur, og í morgin hevur hann verið barberur í Klaksvík í 60 ár.
Myndatekstur:
Her situr ein av føstu kundumum, klaksvíkingurin Frimann Baldvinson, í stólinum hjá Esklid, hann sigur, at ongin annar enn Eskild hevur klipt sær