Kendur sandavágsmaður fyllir 90 ár

Sunnudagin 28. januar fyllir sandavágsmaðurin Petur Magnussen 90 ár


Hóast sín høga aldur er Petur enn byrgur, hann súkklar nógv hvønn einasta dag, hevur bæði dunnur og gæs, fylgir væl við hvat fyriferst í bygdini og koyrir enn bil. Petur dugir væl at greiða frá og er sera hittinorðaður, sinnið hevur hann eins og ein unglingi.
 
Sum tvey ára gamal fór Petur oman í Eyðanstovuna at verða, av tí at pápin gjørdist sjúkur, pápin kom seg aftur, men Petur varð verandi í Eyðanstovuni, til hann sum 16 ára gamal fór til skips, tað var í 1933. Petur plagar at taka til: "Í Eyðanstovuni hevði eg tað gott, tey vóru altíð so góð við meg". Tey í Eyðanstovuni áttu eingi børn.
 
Í 1934 vóru bæði Petur og pápin við "Sigrid" tá hon fórst í Grønlandi, manningin kom heim við "Sjóløvuni", sum tá var heimahoyrandi í Havn. "Sjóløvan" kom inn á Sandavág við manningini, tung vóru boðini hjá feðgunum at frætta, tá ið teir komu á land, - mamman og konan var deyð - .
 
Petur sigldi í nøkur ár, men var ikki burtur stríðsárini, tá arbeiddi hann á landi, mest við at byggja bátahylin, Petur fekk sær bát, sum hann saman við øðrum róði nógv út við, hann arbeiddi nógv í Turkihúsinum hjá J. E. Thomsen, annars hevur hann havt ymisk arbeiði, tey seinastu arbeiðsárini arbeiddi hann á Snarfrost.
 
Petur giftist við Signhild, tey fingu 7 børn: Asbjørn, Jóhan, Ragnar, Gunna, Paula, Steinbjørn og Hallgerð. Tey vóru hart rakt, Hallgerð doyði av ferðsluóhappi í 1977 og Steinbjørn doyði eisini av ferðsluóhappi 5 mánaðar eftir, tað var 25 apríl í 1978. Í 2001 misti Petur konuna og seinni er Jóhan eisini farin, tað var í 2004, tað hevur verið tungt hjá Peturi.
 
Eg minnist Petur, sum er gubbi mín, best sum hagamann í Giljum. Sum smádrongur og unglingi gekk eg nógv á fjall í Giljum, altíð var stuttligt at fylgjast við Peturi, hann visti altíð so nógv og dugdi so væl við okkum smádreingjum. Petur byrjaði at røkta í Giljum í 1940 og røkti starvið í 50 ár, Giljar var hansara eitt og alt. Hann hevði altíð so avbera góðar hundar, serliga minninst eg ein hvítan, sum at Bob, hann kundi stýra honum, sum honum lysti. Eisini hevði hann ross, eg minnist Jall og Ginu, sum bæði vóru føroysk ross, har nógv av teimum føroysku rossunum í dag stamma frá.
 
Hjartaliga tillukku við degnum og alt gott framyvir
 
Jóanis