føroysku kvinnuni. Rúna Sivertsen nevnir at kvinnur í dag hava høvi til at arbeiða úti og at útbúgva seg á øllum økjum. Hon leggur aftrat, at hetta er komið heilt náttúrliga, so hvørt sum tíðin er búgvin [...] langt síðani, vóru nakrar kvinnur, (kalla tær bara reyðsokkar um tú vilt) sum settu krøv og stríddust fyri at fáa sama rætt til útbúgving sum menn? Helst hava mong hildið hetta verið ónátúrligt tá. Nú situr [...] fingu henda rættin, tí at kvinnur tordu at seta krøv og í meira enn hálva øld hildu á at stríðast fyri javnrættindum? Neyðugt var sjálvsagt at lógarfesta hesi rættindi. Eins neyðugt sær tað út til í dag
partur av teimum ungu sum taka uttan at gjalda fyri tað, eisini gera tað av øðrum orsøkum enn nevndar eru omanfyri. Tey kunnu gera tað við vinningi fyri eyga (síðan málið um stuldur kom upp herfyri, havi [...] eru hesi ungu, sum barnaverndin fegin vil hava samband við. Ikki fyri at tey skulu revsast og verða skrásett sum brotslingar, men fyri at royna at rætta teimum eina hjálpandi hond og kanska eisini støðga [...] Og so tað, at fleiri handilsmenn aftraðu seg við ella heilt lótu vera við at gera annað við málið enn at tosa við tey ungu og foreldur teirra. Eg játtaði Tóri Mikkelsen eina viðmerking m.a. tí hann í
skipinum, hann var við, høvdu teir fyri at dyppa høgguslokkin, teir egndu, niður í ein laka við knústum hvítleyki. Hetta skuldi gera, at tunfiskurin tók betri. Tað vísti seg, sigur Guttormur Djurhuus, at [...] Teir lata ógvuliga høgan prís fyri hendan fiskin, sum teir eta ráan. Guttormur Djurhuus nevnir einar 200 kr. kg., meðan europeiski marknaður bara letur umleið 25 krónur fyri kg. Eitt annað, vit eiga at hugsa [...] Hann sigur, at japanarar eru sinnaðir at sleppa at royna frá juli/ august mánaða komandi ár. Umboð fyri reiðaríið hjá skipunum hava verið í Føroyum og hava her millum verið í Tinganesi og tosað um spurningin
broytti politiið støðu og handtók teir báðar. Tann ákærdi segði seg ongantíð hava sæð mannin, sum var offur fyri harðskapinum. Hann noktaði seg sekan í ákærunum. Rætturin visti, at hin ákærdi, ein 26 ára gamal [...] tann ákærdi als ikki vildi úttala seg um hendingina, ið hann áður yvirfyri politinum hevur noktað seg sekan í. Nú vildi hann ikki siga, um hann viðgekk ella noktaði seg sekan. Tað einasta hann vildi siga [...] biltúrurin endaði á Helnabrekku, har teir báðir settu seg at drekka og sovnaðu í bilinum. Út á fyrrapartin var pápi hin ákærda komin og hevði deilt hann fyri at hava koyrt fullur og var farin við billyklunum
sein á ólavsøku, og her hitta vit fyri fyrstu ferð Klossmund og gívrina Glantru í føroyskum blaði. Annars er høvuðspersónurin sum vant Dunnaldur, ið hevur sett sær fyri at vinna kappingina um at hava tey [...] hetta lítið av miklum. Men í stuttum er søgan henda, at Dunnaldur setur sær fyri at gera sum í gomlum døgum og fara út at syngja fyri fólki at gleða tey. Men tey eru ikki mong, sum dáma dunnusangin, og pásettligur [...] vitja, hon ætlar sær á ólavsøku, men hevur mist dagaskil, og nú kann alt henda? Nú er stund at gleða seg, er gomul Barks-søga. Upprunaliga var ætlanin, at hon skuldi verða prentað í Walt Disney?s Comics &
hava góð bein. Eru beinini vesalig, og standa teir ikki væl, er størri vandi fyri, at klára seg ikki, so vandin fyri brundsviki verður størri. Annars leggja teir m.a. stóran dent á, táið teir døma, [...] Á sýningini í Vági fekk Josef Midjord úr Vági 1. fyrstu virðisløn fyri ein tvævetur veðr. Hetta er aðru ferð, hann fær 1. virðisløn fyri sama veðrin. Eliesar Poulsen sigur, at hetta er ein hendinga vakur [...] sama dagin. Veðrar og lomb vóru úr Sumba, Vági, Porkeri og av Tvøroyri. Hvalba og Sandvík eru avbyrgd fyri ridluskriða, so haðani er ikki loyvt at føra seyð av bygd. Dómarar vóru Eliesar Poulsen úr Hvalba
blaðfólkum o.ø., so valdi hann ikki at svara spurningum. Tey starvsfólkini, sum kendu seg útihýst, valdu at siga seg úr starvi. Talan er um tilsamns eini átta fólk, sum starvaðust sum ávikavist málviðgerar [...] royndi at fáa viðmerking frá Sjurða Horsdal, men hann sigur seg ongar viðmerkingar hava til málið í dag. Karin Kjølbro, formaður í stýrinum fyri ALS, var ikki at hitta allan dagin í gjár, og Jákup Danielsen [...] iðari, varaleiðarin á arbeiðsávísingini og seinast skrivarin hjá stjóranum. Ein teirra, sum kendi seg kroystan úr starvi, er Unn Kruse, fyrrverandi varaleiðari á arbeiðsávísingini. Trupulleikar av stjóranum
verður lættari at liva fyri tað vanliga fólkið, hóast tað verður gott fyri landskassan. Hann kundi ikki taka undir við teimum, sum halda, at oljuvinnan fer at oyðileggja fiskivinnuna. -Fyri henda lítla grunnin [...] stóra ábyrgd á tinginum at skula lóggeva á kolvetnisøkinum, tí hetta er fyri okkum eitt ókent virksemi. Tí er tað umráðandi at hugsa seg væl um, soleiðis at landið og tey, sum koma eftir okkum, kunnu njóta [...] alstóran týdning, at vit upplæra okkara fólk á sama hátt sum norðmenn hava gjørt. Tingmaðurin helt fyri, at hann hevði ikki so ilt við at taka undir við tí mesta, sum stendur í lógini og í viðmerkingunum
løgmaður tykist brenna allar brýr rundan um seg. Hvør lagnan er hjá Sámal Petur í Grund eftir hetta er óviss, menn hann sigur, at hann altíð hevur havt stóran áhuga fyri politikki og ætlar hann ikki at gevast [...] ein undirsjóvartunnil um Vestmannasund uppá. Sámal Petur í Grund sigur við Sosialin, at hann heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum máli. Hann hevur verið á kanningarferð í Íslandi og á mánadagsfundinum [...] kunnað um gongdina í málinum um tunnil um Vestmannasund. M.a. kom fram, at málið fór at verða lagt fyri tingið skjótt. Í uppsagnarbrævinum, sum vit prenta her, verður sagt, at orsøkin til uppsøgnina er
eitt nú tá fíggjarlógin seinni í mánaðinum skal samtykkjast. Samgongan hevur nú 15 tingmenn aftan fyri seg. Sambandsflokkurin hevur sjey, Fólkaflokkurin hevur seks og Verkamannafylkingin hevur tveir. Í [...] at vit kenna okkum leysari nú, tá vit ikki longur eru partur av samgonguni - og tískil ikki hava fyri neyðini at stuðla politikki samgongunnar. Politiska støðan er í kvøld ógreið. Stóru andstøðuflokkarnir [...] og Tjóðveldisflokkurin siga, at val eigur at verða skrivað út sum skjótast - men um meiriluti er fyri at leggja misálitisuppskot á løgmann og harvið á samgonguna, er ikki greitt enn. Landsstýrið kann