Sámal Petur í Grund fingið sekkin frá løgmanni

Handfaringin av undirsjóvartunnilsmálinum hevur verið so út av lagiu og í stríð við arbeiðið hjá samgonguni, at løgmaður hevur gjørt av at koyra Sámal Petur í Grund sum landsstýrismann.


Sámal Petur í Grund er ikki landsstýrismaður longur. Hann fekk mánakvøldið 1. desember at vita frá Edmund Joensen, løgmanni, at hann er settur frá sum landsstýrismaður.

Orsøkin til at Sámal Petur Grund hevur fingið sekkin er m.a. tann mátin, sum hann hevur handfarið ætlanina um at gera ein undirsjóvartunnil um Vestmannasund uppá.

Sámal Petur í Grund sigur við Sosialin, at hann heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt í hesum máli. Hann hevur verið á kanningarferð í Íslandi og á mánadagsfundinum í Tinganesi herfyri greiddi hann frá málinum. Tað, sum síðani er farið fram, er flest øllum kunnugt, tí fjølmiðlarnir hava kunnað um gongdina í málinum um tunnil um Vestmannasund. M.a. kom fram, at málið fór at verða lagt fyri tingið skjótt.

Í uppsagnarbrævinum, sum vit prenta her, verður sagt, at orsøkin til uppsøgnina er arbeiðshátturin.

Uppá fyrispurning um samgonguni er langt lív lagað, nú fyrst javnaðarflokkurin er farin út vegna samstarvstrupulleikar, at løgmaður hevur hótt við nývali og at ein landsstýrismaður nú verður koyrdur, sigur Sámal Petur í Grund, at løgmaður tykist brenna allar brýr rundan um seg.

Hvør lagnan er hjá Sámal Petur í Grund eftir hetta er óviss, menn hann sigur, at hann altíð hevur havt stóran áhuga fyri politikki og ætlar hann ikki at gevast. Men um tað verður sum grasrót ella sum tingmaður tað verður so veljarin at gera av.

Hvat fer Sámal Petur í Grund at gera nú!

-Eg fari fyrsta at hugna mær saman við familjuni. Tað er nakað, sum tey verða fegin um, tí nógv av tíðini fer til arbeiðið. Síðani vil tíðin vísa, hvat verður av øðrum.