tíðindastovan dpa. Diogo Jota doyði hósdagin í eini bilvanlukku í landnyrðings Spania saman við beiggja sínum, André Silva, sum spældi fótbólt í næstbestu deildini í Portugal. Fyri bert tveimum vikum síðani [...] an hendi nærhendis býnum Zamora í Kastilia-landslutinum. Sambært blaðnum AS vísa fyrstu kanningarnar, at beiggjarnir koyrdu á motorvegnum í einum Lamborghini og vóru í ferð við at yvirhála, tá eitt av [...] hjá Liverpool-áleyparanum, Diogo Jota, og beiggja hansara í dag. Tíðindastovan Reuters skrivar, at stjórin hjá Liverpool, Arne Slot, liðskiparin í felagnum, Virgil van Dijk, og málverjin, Caoimhin Kelleher
Fótbóltsfelagið Liverpool er í gongd í dag fyri fyrstu ferð síðani Diogo Jota doyði. Í einum heilt serligum venjingardysti móti Preston úr næstbestu ensku deildini mintust bæði feløgini báðar portugisararnar [...] hjólunum fekk brek. Bilurin fór tí av vegnum og eldur kom í. Bæði løgreglan og sløkkiliðið komu á staðið, men lívini hjá beiggjunum stóðust ikki at bjarga. Fyrr í vikuni boðaði spanska løgreglan frá, at alt bendir [...] portugisararnar undan dystinum. Jota doyði fyrr í juli í eini bilvanlukku saman við beiggja sínum. Sálmurin hjá Liverpool "You'll Never Walk Alone" varð spældur undan dystinum, og tøgn var ein minutt á leikvøllinum
var í nummar 20 troyggjuni hjá Liverpool. Hin kransurin er nummar 30, sum var nummarið, sum beiggi Diogo Jota, André Silva, bar. Hann var yrkisleikari hjá Penafiel, sum spælir í næstbestu deildini í Portugal [...] Brøðurnir doyðu í eini bilvanlukku, sum hendi nærhendis býnum Zamora í Kastilia-landslutinum hósdagin. Sambært blaðnum AS vísa fyrstu kanningarnar, at beiggjarnir koyrdu á motorvegnum í einum Lamborghini [...] Lamborghini og vóru í ferð við at yvirhála, tá eitt av hjólunum fekk brek. Bilurin fór tí út av vegnum og eldur kom í. Bæði løgreglan og sløkkiliðið komu á staðið, men lívið hjá brøðrunum stóðust ikki at bjarga
bók, sum tá eg ein kaldan várdag í fjør, í einum bókakassa frá einum donskum skipi í Hamborg, fekk bókina ?Maðurin á oynni? eftir gæliska íran Tomás Ó Criomhtains upp í hendurnar. Eg hevði als ikki hoyrt [...] Rithøvundurin er føddur í 1854, og bókin lýsir eitt samfelag so primitivt, at ein hevur ilt við at skilja í dag, at fólk hava verið so tilafturskomin í Vesturheiminum so seint í søguni. Málið á oynni var [...] »Ongin veit, hvussu nógv-ir róku á land.,« segði Tomás. » Í einum húsi í Fearann sókn saltaðu tey upp í 12 tunnur,« segði hann. »Eg haldi, at vit her í okkara oyggj fingu minst,« segði pápi. »Ja,« segði hann
Tá russar í 1957 sendu hundin Laika út í rúmdina í einum rúmdarfari, søgdu teir, at hundurin livdi í fleiri dagar eftir útskjótingina, og at hann fekk ein stillisligan og pínuleysan deyða. Men í gjár visti [...] rúmdarhundin Laika fór sum eldur um allan heimin í 1957, tí Laika var tann fyrsta livandi veran, sum varð send út í rúmdina. Dimitri Maleshenkov, professari segði við BBC í gjár, at eftirlitið misti alt [...] alt samband við hundin sjey tímar eftir, at Sputnik-rúmdarfarið varð skotið út í rúmdina.
hon verður drigin inn í sjúkrabilin. Á sálarligu skaðastovuni verður hon bundin føst í eini song, meðan læknarnir royna at tvinga sissandi heilivág í hana. Skelkurin situr enn í kroppinum á vitnunum til [...] Schottenius. Og beint sum kjakið er í hæddini brestir enn ein bumba í svenska listaumhvørvinum, tá eitt listasavn í Stokholm vísir eitt videoverk hjá unga listamanninum, NUG. Í filminum "Territorial pissing" [...] 21.januar í ár stendur ein ung, desperat kvinna á kantinum á Liljeholmsbrúnni í Stokholm. Hon tveitir jakkan og skógvarnar út í myrka, kalda vatnið 15 metrar longur niðri og byrjar at klintra upp á rimaverkið
rúkandi ferð inn í Opinberingina. Hon var einsamøll á palli í gráum ella hvítum búna við einum svørtum teppi aftan fyri seg síðsta fíggjakvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Myndin í sjálvum sær av kvinnuni [...] blásti í lúður. Lítilátin í tí stílleysa búnaðinum fór hon, sum ein livandi ond í tí tóma rúminum fram við tí svarta vegginum við orðum úr Opinberingini. Orðini fóru upp í tróðrið og risti seg í hugan á [...] bert velir 7 samkomur út í Lítlaasiu, at senda hesi skriv til. Onnur halda at stílurin í brøvunum ber boð um, at brøvini í vavi og bygnaði eru ætlað til allar kristnar samkomur í Lítlaasiu. Opinberingin
Fleiri fólk sótu avbyrgd, tá eldur kom í eini hús í 13 hæddum í pakistanska býnum Lahore í dag. Trý av teimum neyðstøddu hildu seg ikki hava annað í at velja enn at leypa út ígjøgnum vindeygað. Eitt teirra [...] skrivaðu seinnapartin, at sløkkiliðið hevði ikki fingið tamarhald á eldinum, og at fleiri fólk stóðu í vindeygunum og róptu um hjálp.
smáar vónir um at finna nakran á lívi í teimum rapaðu húsunum Í Ålesund leita bjargingarfólk framvegis eftir teimum, sum ikki eru komin aftuíaftur eftir vanlukkuna í nátt, tá ein skriða rakti eini íbúðarhús [...] báðar niðastu hæddirnar fóru illa, og seinni kom eldur í húsini. 20 fólk vóru inni, tá skriðan leyp, og fimm teirra eru ikki komin afturíaftur. Løgreglan í Ålesund viðgongur, at hon hevur smáar vónir um [...] nakran av teimum fimm á lívi. Men leitingin heldur fram. Ein gasstangi er í teimum rapaðu húsunum, og løgreglan hevur tí givið fólki í grannalagnum boð um at fara úr húsum sínum og at halda seg burturi.
Serkøn hjá løgregluni í Havn fara í dag norður til Klaksvíkar at vita, um tey kunnu finna orsøkina til, at eldur kom í Klaksvíkar Sleipistøð seinnapartin í gjár. Hóast sløkkiliðið í Klaksvík fekk hjálp [...] ella Bedingin, sum hon verður nevnd í dagligari talu í Klaksvík, varð upprunaliga stovnað í 1928.Tað vóru brøðurnir Jógvan F. Kjølbro og Dávur úr Gerðum, sum keyptu eina beding úr Svøríki, sum bleiv flutt [...] hjálp frá sløkkiliðnum í Eysturkommunu, tók tað fleiri tímar at fáa tamarhald á eldinum. Men tá hevði bygningurin fingið stóran skaða, og tað er serliga goymslan, sum er illa farin. Klaksvíkar Sleipistøð, ella