Leita eftir orsøkini til eldin

Í dag verður kannað, hví eldur kom í Klaksvíkar Sleipistøð í gjár.

Serkøn hjá løgregluni í Havn fara í dag norður til Klaksvíkar at vita, um tey kunnu finna orsøkina til, at eldur kom í Klaksvíkar Sleipistøð seinnapartin í gjár.

 

Hóast sløkkiliðið í Klaksvík fekk hjálp frá sløkkiliðnum í Eysturkommunu, tók tað fleiri tímar at fáa tamarhald á eldinum. Men tá hevði bygningurin fingið stóran skaða, og tað er serliga goymslan, sum er illa farin. 

 

Klaksvíkar Sleipistøð, ella Bedingin, sum hon verður nevnd í dagligari talu í Klaksvík, varð upprunaliga stovnað í 1928.Tað vóru brøðurnir Jógvan F. Kjølbro og Dávur úr Gerðum, sum keyptu eina beding úr Svøríki, sum bleiv flutt til Føroya og løgd við Ravnagil, har hon liggur enn.