Listaverk ella herverk?

Ein tilgjørd sjálvmorðsroynd og ein oyðilagdur tokvognur hava fest eld í listakjakið í Svøríki. Hvar gongur markið fyri, hvørji mørk listin kann loyva sær at bróta?


21.januar í ár stendur ein ung, desperat kvinna á kantinum á Liljeholmsbrúnni í Stokholm. Hon tveitir jakkan og skógvarnar út í myrka, kalda vatnið 15 metrar longur niðri og byrjar at klintra upp á rimaverkið á brúnni. Ræðslusligin fólk, sum koma framvið, fáa fatur á kvinnuni, meðan onkur ringir eftir sjúkrabili. Kvinnan skríggjar og er fratør, tá hon verður drigin inn í sjúkrabilin. Á sálarligu skaðastovuni verður hon bundin føst í eini song, meðan læknarnir royna at tvinga sissandi heilivág í hana.

Skelkurin situr enn í kroppinum á vitnunum til tilburðin, tá tey dagin eftir lesa í eini avís, at sjálvmorðsroyndin á Liljeholmsbrúnnni var liður í eini próvtøkuuppgávu hjá ungu listakvinnuni Anna Odell, ið er næmingur á listaskúlanum Konstfack. 



Ilt í skattakrónurnar

Og so er eldur í. Vitnini kenna seg hildin fyri tað turra spott, og læknarnir melda Anna Odell til politiið fyri falska fráboðan og harðskap móti starvsfólki í tænastu. Listaskúlin, Konstfack, verjir seg við, at listin nettupp hevur sum uppgávu at bróta mørk. Hetta fær øði í yvirlæknan, David Eberhard, sum boðar frá, at um slíkt er list, so skal Anna Odell vera vælkomin har á sjúkrahúsinum.

- So skal eg sjálvur spræna Hardol doyvingarevni inn í hana, so fáa vit at síggja, hvussu stuttligt hon heldur tað vera. Tað kundi verið ein fín installatión, sigur yvirlæknin, á sínum bloggi.

Og meðan kjakið gerst alsamt meir harðligt, roynir listaumhvørvið at halda fast í prinsipiella spurninginum: Hvar gongur markið fyri, hvørji mørk listin kann loyva sær at bróta? Ongastaðni meina summi, meðan onnur eru í øðini inn á, at teirra súrt vunnu skattakrónur verða brúktar til slíkt.

- So ymsar meiningar kunnu neyvan nærkast hvør øðrum, og tí hava vit fingið eitt so agressivt og vulgert kjak um leiklutin hjá listini, staðfestir mentanarredaktørurin á Dagens Nyheter, Maria Schottenius.

Og beint sum kjakið er í hæddini brestir enn ein bumba í svenska listaumhvørvinum, tá eitt listasavn í Stokholm vísir eitt videoverk hjá unga listamanninum, NUG. Í filminum "Territorial pissing" fer hettuklæddi listamaðurin inn í eina tokkupé, har hann sproytar grafitti út yvir veggirnar, áðrenn hann brýtur ein rút, sum hann leypir út ígjøgnum á næsta steðgistaði. Alt meðan skelkað ferðandi hyggja at.

Svenski Mentamálaráðharrin, Lena A. Liljeroth var boðin við, tá verkið varð víst fram, og hon var ikki blíð

- Hetta verkið skelkar meg. Eg haldi avgjørt, at listin skal vera fræls, men hetta ger meg illa. Graffiti er ólóligt. Hetta er ikki list, segði Mentamálaráðharrin við Dagens Nyheter.

Nakrar mánaðir frammanundan hevði NUG staðið endaligu próvtøkuna á listaskúlanum Konstfack við júst hesum verkinum. Nú er hann meldaður til politiið og kravdur 100.000 krónur í endurgjaldi. 



List skal bróta mørk

Hvørki Anna Odell ella NUG vilja siga stórvegis um hesi listaverkini, ella hvør ætlanin við teimum er. Odell óttast, at tað fer at skaða hennara endaligu próvtøku í summar, um hon úttalar seg um verkið, og NUG tímir ikki at skapa meir øsing.

Á listaskúlanum Konstfack vilja tey tó fegin vísa listafólkunum sín stuðul. Leiðslan á skúlanum vísir á, at sálarsjúkrahús ikki kunnu friða seg sjálvi móti, at onkur skaffar sær atgongd fyri at avdúka ivasom viðurskifti. Og viðvíkjandi verkinum hjá NUG tvíheldur deildarleiðarin á listaskúlanum, Olof Glemme, um, at list ikki snýr seg um, hvat er lógligt ella ikki.

Onnur vísa á, at søgan er á tremur við dømum um listaverk, sum antin vórðu bannað ella sensurerað í síni samtíð, men sum seinni eru vorðin mett sum slóðbrótandi fyrimyndir. Um ikki netupp listin skal bróta út úr vanahugsan og flyta okkum út um gomul mørk, hvør skal so gera tað, verður spurt?

Nógva kjakið fekk eisini mentanarredaktørin á Dagens Nyheter at óttast, at reglurnar fyri hvat mentanarstovnar hava rætt til, verða herdar, og fólk harvið fáa eina munandi meir konservativa listafatan. 



Sensur ella verja?

Og kanska er tað júst tað, sum er í ferð við at henda. Í Dagens Nyheter herfyri viðgekk leiðslan á Konstfack, at etisku leiðreglurnar á skúlanum hava verið ov ógreiðar. Tí hevur skúlin endurskoðað reglurnar og skipað eitt etiskt ráð. Sambært rektaranum á skúlanum, Ivar Bjørkman, skulu nýggju reglurnar verja næmingarnar móti gølum. Tað merkir millum annað, at vegleiðarar á skúlanum hava ábyrgd av at ráða næmingum frá at fara í holt við verk, sum etiskt eru ivasom.

Hvussu gott hetta verður fyri listina og listaskúlarnar, ivast Mejan Wrange, rektari á Kongaliga Kunstháskúlanum í Svøríki, stórliga í

- Slíkar reglur kunnu kanska forða lógarbrotum og gølum. Men vit koma at gjalda ein sera høgan prís við eftirliti og disiplinering. Eg argist sjálv ofta inn á list, sum bara vil provokera, men tað merkir ikki, at eg fari inn og sensureri listina, sigur rektarin við Dagens Nyheter.

Í Konstfack stúra næmingarnir eisini fyri gongdini

- Nógv eru bangin fyri, at skúlin nú verður ein sensurstovnur, sigur Daniel Andersson, talsmaður fyri næmingarnar.