Fólk hava seinastu dagarnar streymað til Anfield, heimavøllin hjá Liverpool, fyri at heiðra og minnast Diogo Jota. - Mynd: Mark Naftalin/Ritzau Scanpix

Liðfelagar komnir til jarðarferðina hjá Jota

Áleyparin hjá Liverpool, Diogo Jota, og beiggi hansara verða jarðaðir í dag, eftir at teir doyðu í einum bilvanlukku hósdagin.

Fólk hava seinastu dagarnar streymað til Anfield, heimavøllin hjá Liverpool, fyri at heiðra og minnast Diogo Jota. - Mynd: Mark Naftalin/Ritzau Scanpix

Fleiri Liverpool-spælarar eru komnir til portugisiska býin Gondomar, beint uttan fyri Porto, fyri at vera við til jarðarferðina hjá Liverpool-áleyparanum, Diogo Jota, og beiggja hansara í dag.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at stjórin hjá Liverpool, Arne Slot, liðskiparin í felagnum, Virgil van Dijk, og málverjin, Caoimhin Kelleher, vóru millum núverandi og fyrrverandi liðfelagar, sum komu til Portugal seint í gjár.

 

Lokalir miðlar hava eisini sæð Liverpool-spælararnir, Andy Robertson og Alexis Mac Allister, umframt fyrrverandi liðfelagar sum Jordan Henderson og James Milner, skrivar tíðindastovan dpa.

Diogo Jota doyði hósdagin í eini bilvanlukku í landnyrðings Spania saman við beiggja sínum, André Silva, sum spældi fótbólt í næstbestu deildini í Portugal.

Fyri bert tveimum vikum síðani giftist Diogo Jota við barndómsunnustu síni Rute Cardoso í Gondomar. Eftir hann sita trý børn og konan.

Jota hevur spælt meginpartin av síni yrkisleið í Onglandi. Síðani 2020 hevur hann spælt við Liverpool, og hann hevur eisini spælt við Wolverhampton.

Í Liverpool spældi hann 182 dystir og skoraði 65 mál. Álopskendi leikarin megnaði at vinna tvey ensk meistaraheiti, eitt FA Cup-heiti og tvey League Cup-heiti.

Deyðsvanlukkan hendi nærhendis býnum Zamora í Kastilia-landslutinum. Sambært blaðnum AS vísa fyrstu kanningarnar, at beiggjarnir koyrdu á motorvegnum í einum Lamborghini og vóru í ferð við at yvirhála, tá eitt av hjólunum fekk brek.

Bilurin fór tí av vegnum og eldur kom í. Bæði løgreglan og sløkkiliðið komu á staðið, men lívið hjá beiggjunum eydnaðist ikki at bjarga.

Fótbóltsheimurin hevur fleiri ferðir seinastu dagarnar merkt andlátini.

Hetta hevur verið bæði Club World Cup hjá monnum og EM-endaspælinum hjá kvinnum. Í báðum støðum hevur verið tøgn í ein minutt áðrenn dystarbyrjan fyri at minnast beiggjarnar báðar.

Harumframt hava fleiri fótbóltsstjørnur heiðra brøðurnar á sosialu miðlunum, serliga Diogo Jota, sum var tann kendari leikarin hjá beiggjunum báðum.

 

/Ritzau/

 

Fólk hava seinastu dagarnar streymað til Anfield, heimavøllin hjá Liverpool, fyri at heiðra og minnast Diogo Jota. - Mynd: Mark Naftalin/Ritzau Scanpix