Listaligt rensl saman við Lone Hertz úr Opinberingini

   

Sum ein gongustjørna fór Lone Hertz við rúkandi ferð inn í Opinberingina. Hon var einsamøll á palli í gráum ella hvítum búna við einum svørtum teppi aftan fyri seg síðsta fíggjakvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Myndin í sjálvum sær av kvinnuni var einkul. Hon sat í lotusstillingi og bað ella í meditatión eina fitta løtu, áðrenn hon reistist úr sæti umbroytt av spádómum og sjónum úr Opinberingini. Tað skal gott mót til at fara ígjøgnum hesar skriftir uttanat og leggja sál og likam til í rørslum, orðum og ørindum uttan steðg í hálvan annan tíma.
Opinberingina er sett saman av tveimum pørtum, brøvini til samkomurnar Lítlaasiu (kap. 2 og 3) og einari apokalypse ( kap. 4 - 21) - skriv við guddómiligum íblástri, sum sigur okkum, hvat fer at henda í komandi tíðum serliga um dómadag. Sum dømi um hetta úr Bíbliuni kunnu nevnast Dánjalsbók í Gamla Testamenti og Jóhannusar Opinbering i Nýggja Testamenti.
Eitt sindur um Opinberingina
Lone Hertz var komin higar til landi, at spæla einmansleik við tekstinum bókstaviliga úr Opinberingini. Havi altíð hildið hesar skriftir vera sera torskildar ja, ikki bara hjá leikum, men tað hevur eisini staðið á hjá lærdum at tulka Opinberingina. T. d. brøvini, sum eru stílað til ávísar samkomur í Lítlaasiu - 7 í tali-(Efesus,Smyrna, Pergamum, Tyatira, Sardes og Filadelfia) og vit kunnu spyrja: Hví eru bert hesar samkomir valdar út, meðan t. d. samkomurnar í Milet, Kolosse, ella Hierapolis ikki fáa nakað bræv? Onkur meinar at brøvini eru fiktiv, men er hetta kanska ikki rætt, tá ið høvundurin bert velir 7 samkomur út í Lítlaasiu, at senda hesi skriv til. Onnur halda at stílurin í brøvunum ber boð um, at brøvini í vavi og bygnaði eru ætlað til allar kristnar samkomur í Lítlaasiu.
Opinberingin er skrivað undir forfylgingini av teimum kristnu undir stýrinum hjá Domitian(us), sum livdi frá 51- 96 og keisari frá 81 - 96 eftir Kr. f. Ikki bert ágangur uttanífrá merkti samkomurnar, men eisini stríð innanhýsis um fatanina av kristindóminum. Hetta var ikki bert galdandi fyri tær 7 samkomurnar í Lítlaasiu, men var fyri alla ta kristnu kirkjuna. Talið sjey gongur aftur nógvastaðni, tí kann eisini hugsast, at høvundurin hevur lagt seg eftir einari ávísari rytmu, sum eyðkennir skriv bundin at hesum heilaga tali.
Sum sagt, eru tað sjey brøv, men í Opinber-ingsbókini eru eisini sjey innsigl ( kap. 5 - 7) , sjey lúðrar (kap 8- 11) og sjey vreiðisskálir (kap 15-16). Fert tú at býta hesi trý umfør aftur í sjey, ber hetta ikki til, so Opinberingin er ikki sum heild tengd at einum sjeyndaparti. Lættari hevði tað verið at býtt Opinberingina eftir veiðrópum, avgerandi bardaganum ímillum Messias og Antikrist, Túsundára ríkinum og tí endaliga dóminum, og so ein frágreiðing um tað komandi ríkið. Vit kundu farið víðari í hesari mannagongd, men lat hetta liggja.
Grái kappin
Lone var, sum sagt í einum gráum kappa, tá ið hon kom inn á pallin. Hettan, sum var føst í kappanum, gav henni eina ímynd av einum munki, sum alt sítt lív hevði sitið í einingi og grundað yvir tær heilagu skriftir í hesi bók. Tá ið hon var liðug við sína meditatión, fór hon yvir at einum kufferti og tók bíbliuna upp úr kuffertinum, og bar fram inngangin til brøvini í Opinberingini, meðan hon helt fast í Bíbliuni, sum jú esini er svørt og nelgdi løtuna fasta í einum reinum monologi - eitt ørindi fyri og annað eftir úr hesum skriftum fóru um varrar hennara. Tú sást næstan ikki eyguni á henni, sum vóru fjald undir hettuni, men tú hoyrdi røddina, sum tulkaði harmaljóðið í hesum brøvum. Túturin á hettuni goymdi at andlitinum, so bert ein lítil skái fór um andlitið, meðan hon førdi seg fram at teimum sjey samkomunum í Lítlaasiu. Eitt ljós tendraði hon fyri hvørja samkomu, sum brøvini eru stílað til. Nú fór kappahettan av høvdinum, og tú sá andlitið. Eyguni komu undan kappanum alt í einum, sum nykbrandar undir fríðum lofti eitt vetrarkvøld. Opinbáringin var klóføst á pallinum í hennara andliti, men kappan bar hon enn. Andlitsdragið - eyguni, pannan, kjálkarnir muðurin runnu í stríðum streymum í hugfari hennara við íblástri úr brøvunum, sum eru so sera væl skrivað. Hetta nam við nakrar kenslur í okkum, at vera førd aftur til fyrsta árhundrað, tá ið hesar skriftir blivu til, og tá ið tað galt lív ella deyð at vera ein kristin.
Jóhannus sat á oynni Patmos og skrivaði hetta niður ... Lone var á oynni Patmos og førdi orðið. Hon var í einingi lyft uppfrá tí dagliga. Tað heimføðisliga var farið aftur um bak, nú var andin komin yvir hana. Lat seg í brøvini, sum skrivað vórðu til tær sjey samkomurnar. Við einum svávulpinni kveikti hon ljós í kerturnar á tí sjeyarmaða stakanum. Eitt ljós fyri hvørja samkomu... men hon var í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Hetta verður gjørt í kirkjum og samkomum víða um hvønn sunnudag og halgidag, tá ið halgidómurin er opin. ... tann sum oyru hevur, hann hoyri, hvat andin sigur kirkjuliðunum. Ja, nú lýstu tey sjey ljósini á pallinum ... á oynni Patmos. Svarti veggurin - tey sjey ljósini og so Lone enn í tí gráa kappanum, fekk meg at hugsað um litin... her er bara grátt út yvir grátt ..... ella Trøllið við sjógv, sum bara karaði grátt.. ella málningin hjá Ingávi av Reyni Gráur morgun. Grátt og svart eru litir, sum væl kunnu ganga saman, men ofta er henda blanding tung í eygunum, men tá ið sjey ljósini bleiktraðu á pallinum kom lív í andlitsbragdið á Lone, sum livnaðu eins og dómadagslúðrarnir í myndini hjá Michael Angelo, ið ber sama heitið frá 1530. Henda mynd hongur í Sixstinska kapellinum.
Hugtakandi var at síggja hesa snøggu kvinnu fara eftir pallinum í teimum sjey brøvunum í orðum, rørslum, ond, tign og kveikjandi eygnabrái... við livandi ljósum úr tí sjeyarmaða stakanum og teimum sjey lúðrunum. Óneyðugt er at siga, at hon blásti í lúður. Lítilátin í tí stílleysa búnaðinum fór hon, sum ein livandi ond í tí tóma rúminum fram við tí svarta vegginum við orðum úr Opinberingini. Orðini fóru upp í tróðrið og risti seg í hugan á teimum, sum lurtaðu hetta kvøldið.
Tá ið hon var liðug við brøvini, fór hon inn í sjálvar sjónirnar, sum kunnu býtast í 25 partar. Hon læt seg úr kappanum og var bara í hvítum frá høvur til fót, og nú kom torusláttur, jarðskjálvti, blóð, eldur, teir fýra reiðmenninir, sum stóðu fyri drepsótt, kríggi, hungursneyð og deyða. Hetta fór um hana í pínslum og nívandi kropsmáli. Nú vóru vit komin út í sjálva Operingina.
Opinberingin, sum íblástur til myndlistina.
Ikki so sjaldan er hetta brúkt í listini og í skaldskapi. Tað døkka, dimma, dapra og myrka hevur slóað fyri eini myrkari hugsan í mannahuganum, sum er komin til sjóndar í tulkingum av sótsvørtum skaldskapi. Tak bara Hitler, sum var so hugtikin av listamaninum Franz von Stuck (1876 - 1928) , sum málaði myndina Wilde Jagd við Wutan (Óðin) sum á einum hesti í purpurreyðum kappa ríður av stað fyri at tína lív. Glúpskir hundar eru í halaferðini á hestinum og vanskeplað fólk síggjast á myndini. Hetta er dóma-dagur, sum Franz von Stuck hugsaði sær henda dag. Hetta er fyrsti oljumálningurin, Franz von Stuck málaði, og er hann málaður sama ár, sum Hitler varð borin í heim 1889. Hitler helt nógv av hesum málningi, og mundi hann ikki síggja eina profetiska mynd av sær og eisini eina apokalyptiska forsjón av sínum handlingum í myndini? Løgið er tað, at sjálvur Wutan er meinlíkur Hitler! Nei eg hugsaði um hesa seru døkku mynd av ragnaroki, nú yndiskvinnan Lone Hertz stóð á palli og fór víðari út í hesa fløktu gongd í hesum torskyldu skriftum, sum siga um sjónirnar Jóhannus hevði á oynni Patmos. Tann blóðdálkaði Wutan var vovin í purpurreyða kappan, sum bleiktrar í myndini, sum ein frumboðskapur í apokalyptiskum skapi. Óhugnalig mynd.
Hugsaði eisini um listamannin Albrecht Dürer (1471 - 1528), sum hevur latið úr hondum 15 træskurðir, sum kallast Apokalypsan hjá Dürer, sum eru myndir úr Opinberingini. Hetta er nakað av tí besta, sum hesin listamaður hevur greitt úr hondum av hesum slag, og er hetta prentað umaftur fleiri ferðir. Hugsi serliga um myndina: Teir fýra reið-menninir úr Opinberingini, sum umboða kríggj, drepsótt, hungursneyð og deyða. Henda hendingin hevur givið íblástur til skaldskap bæði í bundnum - og óbundnum stíli og so ikki minst til myndandi list. Tað finnast fleiri hundrað myndir, ið tulka hetta hugtak. Men hendan myndin, sum her verður hugsað um, er ein tann besta av hesum slag, sum er í svørt-um og hvítum.
Velasques (1599-1660) hevur ein so sera vakran málning av Johannus á oynni Patmos, og somuleiðis Giotto de Bondone (1267- 1337) hevur eisni málað Johannus á oynni Patmos. Ein onnur mynd kom fram fyri meg hetta kvøldið, tað var myndin hjá El Greco (1548-1614) av tí 5. innsiglinum. Her stendur tann stórbari Jóhannus og rópar til himmals, og biður himmalin taka pínslaváttarnar til sín. Teir síggjast fara úr pínslaváttabúnanum og lata seg í tann himmalska búnan væl hjálptir av einglunum, meðan jørðin gongur undir í sínum líkklæði. Ein sera sterk mynd í gráum, reyðum, gulum, ljóst grønum og hvítum.
Í myndini hjá Franz von Stuck er eingin vón. Har er bara tann purpurreyði liturin, sum "dálkar" myndina, men í myndini hjá El Greco er vón. Tann reyði, blóðdálkaði kappin hjá pínslaváttunum fer til grundar í ragnarrokinum saman við jørðini. Jóhannus stendur eins og Lone í einum gráum kappa, sum hann er klárur at lata seg úr og fara í tann hvíta búnan, sum einglarnir koma við. Vónríka andlitsbragdið hjá Jóhannusi lýsir um tann purpurreyða himmalin, mótsett tí dimma, dókka, óndskapsfulla andlistbránum hjá Wutan, sum avspeglar óndskap, líðing, hatur og týning. Lone fór úr tí gráa kappanum og lat seg í tann hvíta búnan, sum Jóhannus eisini fer at gera í myndini hjá El Greco.
Endi
Grái kappin lá nú í kuffertinum og eygleiddi Lone alla sína gongd ígjøgnum profetisku líðingarnar.Tað svarta aftanfyri manaði fram hesar myndir. Dómadagur lá nú í tí gráa kappanum í kuffeertinum og Lone tekur teg við sær í sínum hvíta búna til himmals. Hon hevur veingir. Hon leiðir teg at tí snjóhvíta herliðnum ( 7. kapittul) sum stendur og lovprísar lambinum. Lonesa inniliga, eitt sindur hása rødd er eym.. tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Guð.. skal... turka hvørt ..... tár av---- eygum?teirrra. Hetta var so sera væl spælt- skiftið millum myrkur og ljós, deyða og vón og dóm og lív.
Dialektikkurin sjóðaði undir bitunum í Mentanarhúsinum. Ikki ein ond hoyrdist í rúminum. Tann æviga kvirran var í salinum hetta kvøldið í tí hvíta búnanum hjá Lone. Hans Adolf Brorson fekk íblástur til sálmin: Eitt snjóhvítt herlið er at sjá úr hesum kapittli. Træskurðurin hjá dananum, grafikarinum, Povl Christensen (1909 -77) í svørtum og hvítum var ristur í tað svarta teppið aftanfyri og ber heitið: Eitt snjóhvítt herlið er at sjá.
Vælskapti kroppurin hjá Lone ringdi seg í teimum 7 vreiðisskálunum - í Túsindáraríkinum, síðsta bardaga djevulsins, dóminum mikla....men so tað ljósa, bjarta... og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Við sínum livandi kroppi tók hon Jerúsalem undan loftinum og legði hann fyri føtur sínar. Tú sást hetta fyri tær... innantanna murraði tú: Jerúsalem, Jerúsalem eftir Adolphe Adam og Lone stóð í miðjuni í tí heilaga staðnum.. eins og ein brúður... og portur hansara skuldu onga tíð verða latin aftur um dagin, tí nátt skal ikki vera har. Tú hómaði endan. Tann ævigi staðurin var í Mentanarhúsinum... Og hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti lambsins...... Tann, sum hetta vitnar, sigur: "Ja, .. eg ...komi skjótt," - Amen,.... kom, Harri Jesus!
Tignarliga kvinnan á pallinum fór yvir at tí síðstu kertuni og sløkti hana.
Náði... Harrans Jesu... veri ...við ...øllum (tykkum) vóru síðstu orðini hetta kvøldið, sum eisini eru síðstu orðini í Openberingini. Soleiðis lætti hon ljóðið av, einkult fyrimyndarligt, og tað, sum kann tykjast fløkt og torskilt, kann eisini gerast leikandi lætt, og tað kunnu bara stór listafólk gera sum Lone Hertz.