Leita framvegis í Ålesund

Men myndugleikarnir hava smáar vónir um at finna nakran á lívi í teimum rapaðu húsunum Í Ålesund leita bjargingarfólk framvegis eftir teimum, sum ikki eru komin aftuíaftur eftir vanlukkuna í nátt, tá ein skriða rakti eini íbúðarhús. Tær báðar niðastu hæddirnar fóru illa, og seinni kom eldur í húsini.

20 fólk vóru inni, tá skriðan leyp, og fimm teirra eru ikki komin afturíaftur. Løgreglan í Ålesund viðgongur, at hon hevur smáar vónir um at finna nakran av teimum fimm á lívi. Men leitingin heldur fram.

Ein gasstangi er í teimum rapaðu húsunum, og løgreglan hevur tí givið fólki í grannalagnum boð um at fara úr húsum sínum og at halda seg burturi.