sigur Arktisk Kommando, at tey í dag fara at fáa eitt flogfar og eina tyrlu aftrat sum stuðul. Hesi skulu nýtast til leitingararbeiði og at flyta fólk. Eisini skulu tey vera við til at finna fram til, hvussu [...] stykkið, sum eisini er til reiðar at rapa. Tað er hetta stykkið, sum er orsøkin til, at bygdirnar Illorsuit og Niaqornat vórðu evakueraðar í nátt. Skipið Vædderen er sett til at ansa eftir fjallasíðuni. Sambært [...] hvussu stórir skaðarnir eru og meta um vandan fyri fleiri náttúruvanlukkum. Trýst á pílin fyri at síggja myndina.
Skorheim, greitt, at flokkurin fer at taka undir við fíggjarlógin, fyrst og fremst tí hon tryggjar virksemi kring alt landið.. Á fundinum í dag greiddi hann fólki frá, at hetta er neyðugt, at virksemi ikki [...] kring høvuðsstaðin, men at almennar íløgur eisini verða gjørdar aðrastaðni. Hann var sjálvandi eisini inni á fráboðanini um bann móti burka og niqab, men hann legði dent á, at í veruleikanum snýr tað seg [...] seg um integratión. -Tað kann gott vera, at vit ikki hava trupulleikar við burka og niqab nú. Tað ger bara, at vit kunnu arbeiða við hesum í góðari tíð og vera tilreiðar, tá ið spurningurin tekur seg upp
aftur at síggja í Champions League kappingini, eftir at felagið annars í fjør ikki var partur av kappingini. Fyrsti dysturin hjá Manchester United í nýggja Champions League árinum endaði við at Manchester [...] Paul Pogba, at fara av vøllinum við skaða. José Mourinho, Manchester United venjari, kundi eftir dystin ikki nágreiniliga siga hvussu leingi Paul Pogba verður noyddur at sita uttanfyri, men at fyrstu áb [...] ábendingarnar bendu á ein vøddaskaða. Tí tykist heilt víst at Paul Pogba ikki fer at vera partur av liðnum hjá Manchester United tær komandi tvær til tríggjar vikurnar.
dag við einum vøruvogni á handilsgøtu í Barcelona siga, at bilførarin koyrdi 500 metrar oman eftir handilsgøtuni, og at 13 fólk eru deyð, og at minst 100 hava fingið skaða. Tveir danir eru miilum teirra [...] arnir siga, at landasorg verður lýst í økinum í 3 dagar. Fríggjadagin klokkan 12 verður stilli í ein minutt á øllum týðandi savningatstøðum, og siga myndugleikar, at hetta er fyri ikki at vísa ótta, men [...] men fyri at leggja dent á, at fólkið er savnað - meira enn nakrantíð. Enn er bilførarin av hvíta vørubilinum ikki handtikin. Nakrar tímar eftir bilálopið tók IS ábyrgdina av álopinum, men enn eru prógv
góð og riggaði væl. Ætlanin er annars at fáa hendan sangin at blíva spældan í útvarpsstøðunum, og sangskrivararnir og framleiðarin av sanginum vóna, at tað fer at bera á mál hendan vegin. Lurta eftir og [...] Í gjárkvøldið skuldi Kristina Bærendsen royna at sannføra íslendingar um, at hon hevði sangin, sum hevði riggað best til stóru Eurovision kappingina, sum verður í Tel Aviv í Ísrael. Kristina Bærendsen [...] Bærendsen sang lagið "Mama Said", men tað rakk ikki til at vinna íslendska Grand Prixið. Vinnarin gjørdist heldur øðrvísi punkbólkurin Hatari við sanginum "Hatrið mun sigra", sum tú kanst lesa meira um her . Hóast
neyðini fegnast hann um, at liðið hjá honum í Noregi ikki spælur aftur fyrrenn um fimm mánaðir. Heini Vatnsdal tók av møguleikanum, og hann sigur, at hann fer at stríðast fyri at sleppa at spæla hvønn dyst í [...] Baldvinsson sum fortaldi um skaðan. Rógvi Baldvinsson greiðir frá, at tá hann fekk skaðan kendist tað sum at fáa ein knív. Hann var óttafullur um, at onkur áskoðari hevði blakað okkurt eftir honum, men fann skjótt
í dag snúði tað seg mest um at syrgja fyri at allir vóru púra greiðir um avtalurnar, og so at koma í rætta sinnisstøðu. -Hinir vunnu greiðan sigur, so teir fara at halda at teir sleppa líka lætt aftur [...] sær. Leikararnir fingu eisini orðið, og teir heittu allir á hvønn annan um at verða til reiðar at gera tað eyka arbeiði fyri at steðga ukrainum. Bakka upp og hjálpa hvørjum øðrum er mantraið undan dystinum
Ein maður er nú varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, fyri at hava sligið ein annan. Tað var sunnukvøldið, at løgreglan fekk boð um, at ein maður varð sligin í býnum í Havn. Maðurin, sum varð sligin, fekk [...] og í gjár varð so gjørt av at royna at fáa hann varðhaldsfongslaðan. Tískil varð hann førdur fyri ein dómara seinnapartin í gjár, og dómarin var samdur við ákæruvaldið í, at maðurin skuldi varðhaldsfongslast [...] ngslaður í tríggjar vikur, og hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at útgreina málið, áðrenn maðurin aftur skal fyri rættin at fáa tann endaliga dómin.
boð út um, at uppskotið um at leingja skipanina við fiskidøgum er tikið aftur. Høgni Hoydal, sum hevur fiskivinnumál um hendi, hevur í morgin eina fund við vinnuna og so fer eitt uppskot at koma um um [...] verða kvotur ella fiskidagar í skipanini komandi ár. At hesin knasturin er fingin av vegnum í samgonguni, hevur eisini við sær, at løgmaður nú fer at seta eitt nýtt landsstýrisfólk í staðin fyri Henrik [...] Henrik Old, sum legði frá sær í farna mána.. Landsstýrið hevur eisini avgjørt, at koma við einum uppskoti, sum fer at leingja barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum. Uppskotið er sent til hoyringar.
honum. Og sostatt er hann nú skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni. Í gjárvøldið ringdi eisini fólkt til løgregluna at boða frá, at tey høvdu illgruna um, at ein bilførari koyrdi ávirkaður, tí koyrilagið [...] verið á ferð í nátt, og í sambandi er ein bilførari skuldsettur fyri at hava eina lítla nøgd av rúsevnum uppi á sær. Løgreglan sigur, at bilurin varð steðgaður í vanliga eftirlitinum og tá ið bilførarin varð [...] og tá kanna tey málið. Tað gjørdu tey eisini hesa ferð, men tað vísti tað seg, at bilførarin var edrúur. Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt.