Fongslaður í tríggjar vikur – fyribils

Ein maður er nú varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, fyri at hava sligið ein annan. Tað var sunnukvøldið, at løgreglan fekk boð um, at ein maður varð sligin í býnum í Havn. Maðurin, sum varð sligin, fekk ikki stórvegis men, men maðurin, sum sló, varð kortini handtikin og skuldsettur fyri harðskap.

 

Løgreglan hevði hann á støðini alla náttina og í gjár varð so gjørt av at royna at fáa hann varðhaldsfongslaðan. Tískil varð hann førdur fyri ein dómara seinnapartin í gjár, og dómarin var samdur við ákæruvaldið í, at maðurin skuldi varðhaldsfongslast. Í hesum sambandi varð hann varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, og hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at útgreina málið, áðrenn maðurin aftur skal fyri rættin at fáa tann endaliga dómin.